Týskland skal veksa um stuðulin til Ukraina

- Vit eiga at samstarva tættari við eitt nú Pólland, Frakland og onnur lond um verju av Ukraina, sigur týski uttanríkisráðharrin

Týski uttanríkisráðharrin, Annalena Baerbock, sigur sambært útlendskum miðlum, at týski stuðulin til Ukraina skal veksa.

 

- Og hetta má verða beinanvegin, leggur hon aftrat.

 

Annalena Baerbock heldur, at Týskland eigur at samstarva tættari við eitt nú Pólland, Frakland og onnur lond um verju av Ukraina.

 

Nógvir evropeiskir leiðarar hava víst Ukraina sín stuðul, eftir at forseti landsins fekk so kaldliga móttøku á sínari vitjan í USA í gjár.