Heimapartar í Kollafirði klokkan 17.00

Frá klokkan 17.00 í dag ber til hjá kollfirðingum at fáa heimapartar av grindini, sum legði beinini í Leynum í gjár

Tað skrivar Tórshavnar kommuna.

Tað verður við bátahylin í Kollafirði, har skorið verður upp. Heitt verður á fólk um at hava egin íløt við.

 

Enn er ikki heilt greitt, nær tað verður klárt hjá teimum í vestaru bygdunum í kommununi at heinta heimapartar, men tað verður seinni í kvøld.

 

Nærri kunning um tað kemur á heimasíðuna skjótast gjørligt.

 

Tað er ikki neyðugt at skriva seg upp til at fáa part.