Kringvarpið vísir longu nú dokumentarin »Suðuroyartunnilin og skuggatølini«, sum annar stendur á skrá hjá Kringvarpunum eftir Deg og viku í kvøld.
Slíkir dokumentarar plaga at verða sendir hóskvøld. Um ætlanin hjá Kringvarpinum er at fáa politikarar at lurta, so er tað í síðstu løtu, tí Løgtingið fer heim fríggjadagin, og tá er lógaruppskotið um Suðuroyartunnlin helst samtykt, um alt gongur eftir ætlan.
Sendingin »Suðuroyartunnilin og skuggatølini« sæst við at trýst her