Ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring

Í einum vanligum eftirliti í Havn í gjár var ein persónur máldur at hava drukkið og nógv fyri at koyra bil

Tað var klokkan 14.40 í gjár, at løgreglan steðgaði einum bili í Havn, har tey fingu mistanka um, at bilførarin hevði drukkið ov nógv til at koyra bil. Tá hann blásti í alkometri vísti tað seg, at hann hevði drukkið ov nóga. Hann varð tí handtikin og blóðroynd tikin.

Bíðað verður nú eftir úrslitinum av blóðroyndini, sum skal gera av, um og hvat bilførarin skal ákærast fyri.