broytingar eru framdar í lógini um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, kundu vit vænta, at fiskimenn vóru komnir undir betri umstøður í skipanini. Teir gjalda jú inn í ALS-skipanina, men í gjøgnum øll hesi [...] á gólvið. - Kunngerðin er lýst hin 20. juli í ár – ella fyri júst einum mánaði síðan, men lógin, sum fevnir um hesar broytingar, er frá 25. mai í 2009. Hon sigur, at tó at menn hava verið hjá ALS, hava [...] hetta heldur hon ikki nógv um. - Tey eiga at leggja sær í geyma, at ALS er ein tænasta, sum eigur at virka fyri allar bólkar í skipanini, eisini í summarfrítíðini. Kvinnan sigur seg vóna, at øll, sum varða
millum annað áhuga í samhandli innan teleøkið, KT-økið og oljuvinnu. Umframt fundin við All Party Group vóru Jóhan Dahl og Petur Joensen á fundi í tí stjórnarráðnum, sum umsitur oljuvinnuna í bretskum øki. [...] heldur, at júst hetta kann hava áhuga hjá teimum feløgunum, sum koma at virka í føroyskum øki. -Sum er sigur tann føroyska lóggávan, at alt skal um føroyskan bryggjukant, men finna vit olju ella gass í raks [...] rakstrarverdum nøgdum í føroyskum øki, so er spurningurin, um tað at kalla óhugsandi, at tað kemur í land í Føroyum. Tí er tað rætt at kanna, hvussu vit kunnu samstarva við Bretland um tað, skuldi tað hent
Jóhan Dahl í fráboðan. Er Sambandsflokkurin vorðin loysingarflokkur? Henda spurning fekk eg fáar minuttir eftir, at tingfundurin ólavsøkudag var lokin og løgmansrøðan varpað út í hvønn krók í landinum [...] álvarslig støðu, sum er íkomin í Sambandsflokkinum, bæði politiskt og skipanarliga. Sum næstformaður í Sambandsflokkinum má eg siga akkurát sum er. Eg frætti um innihaldið í ólavsøkurøðuni nakrar fáar minuttir [...] bolverkið ímóti loysingar- og fullveldiskreftunum í hesum landi. Ríkisfelagsskapurin og Heimastýrisskipanin hava roynst Føroyum hollur vinur í meira enn seksti ár. Í tøttum samstarvi við stjórnina og Fólkatingið
útsøgnin kemur javnan upp í kjakinum um radaran. Og hetta er ein útsøgn, sum eg eri púra samdur í. Vit hava ongar fíggindar. Men, sum við øllum øðrum vinaløgum er tað eisini í altjóða høpi týdningarmikið [...] har tær liggja. Strategiskt fyri í gapinum ímillum Noreg, Ísland og Bretland sunnanfyri. Øll trý eru NATO-lond við radarayvirvøku. Holið í radarskipanini, sum talan er um í okkara luftrúmi, skyldast bara [...] bangin fyri, at álitið á Føroyar fer í botn millum okkara sameindu. NATO-londini hava jú lovað at vart hvørt annað – og eisini okkum í Føroyum. Og tað bøtir ikki júst um støðuna, at atdráttarmegin av Kreml
Eftir fyrst at hava búð í ungdómssambýlinum, Lonini á Barnaheiminum, flutti hann inn á sambýlið á Pætursgøtu 3 í Hoyvík. Og tað hevur verið júst tað rætta fyri hann. - Vit hava í so nógv ár stríðst fyri [...] arbeiða við í sambýlinum á Pætursgøtu, greiðir Anna Maria Kallsberg frá. Teir passa ikki inn í Svanga Klokkan 15 í dag skal hon saman við øðrum avvarðandi og Javna á fund við landsstýriskvinnuna í almannamálum [...] flytingina av íbúgvunum á Pætursgøtu. Teir skulu eftir ætlan flyta inn í sambýlið í Svanga í staðin. Frammanundan búgva evnaveik í sambýlinum. - Vónirnar eru ikki góðar. Eg, sum mamma, havi ikki góðar vónir
Tann 28. mai í ár hittust umboð fyri arktisku strandalondini Danmark, Grønland, Rusland, Canada, Noreg og USA til týdningarmikla ráðstevna í Illulisat í Norðurgrønlandi. Nú er Danmark ikki nakað arktiskt [...] num at tryggja sær eitt forleyp í kappingini um ráðevni í havbotninum á Norðurpólsøkjunum, hóast skjalið mest umrøður sjálvt havið, havumhvørvið og livandi tilfeingið í høvunum kring pólin. Hóast bjartskygdu [...] hesi seks londini átaka sær ábyrgdina av umhvørvinum og ríkidøminum í og undir høvunum kring pólin. Danski uttanríkisráðharrin hevur í samband við Ilulisat skjalið boðað frá, at við hesum skjali hava partarnir
blivu seld í ásetta tíðarskeiðnum, sum var 19. til 27. november 2007. Tilsamans 1370 íleggjarar valdu at seta pengar í føroyska flogfelagið. Sølan varð ikki marknaðarførd uttanlands, og tí eru tað í høvuðsheitum [...] ARTABRØV Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Ein hornarsteinur í einskiljingartilgongdini av Atlantsflog varð rokkin 29. november í fjør, tá fyrsti triðingurin av tjóðarstoltleika Føroya varð seldur [...] “starvsfólk hjá Atlantsflog” keyptu 21.211 partabrøv í føroyska flogfelagnum. At partabrøvini eru býtt á nógvar og smáar íleggjarar sæst millum annað í ársfrágreiðingini fyri 2007. Hon staðfestir, at umframt
Føroyar Nátúrugripasavni. Ongin umsókn er tó enn komin í ár. Ikki er tað heldur í tráð við nútíðar veiðimentan at veiða búfugl í verpingartíðini, men í umsóknunum verður ofta ført fram, at lundarnir hava [...] sum júst hevur vorpið, og liggur á reiðri. Tí var hesin veiðiháttur bannaður, tá nýggj fuglaveiðilóg varð lýst í 1954. Landsstýrið kann tó undir serligum umstøðum loyva drátt, tó bert 3. hvørt ár í sama [...] loyva drátti í ár. Tá lomvigin varð friðaður í 1980, varð forboð eisini sett ímóti at ræna lomvigaregg. Hendan lógin varð seinri broytt aftur, so undantaksloyvi kundi gevast til at ræna í teimum størstu
settar av í fíggjarlógaruppskotinum í ár til nýtt havrannsóknarskip, og ætlandi verða 40 miljónir krónur settar av á fíggjarlógini fyri 2009. Tað sigur Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum [...] kor at virka undir, og tí er hetta ein framtíðaríløga í júst tað, sum hendan ráðstevnan viðger, segði Tórbjørn Jacobsen, tá ið hann setti ráðstevnuna í morgun. Magnus Heinason hevur tænt fyri seg og er ikki [...] gamalt og varð í síni tíð bygt sum vanligur trolari. Heldur størri Í stuttum práti beint eftir setanina, segði landsstýrismaðurin, at farið verður undir projektering av nýggja skipinum í hesum árinum –
hesar posttøkurnar í eina tíð við sera góðum royndum. Tí hevur Postverk Føroya sett líknandi posttøkur upp á posthúsunum á Óðinshædd, í Saltangará, í Klaksvík og í miðbýnum í Havn sum lið í at gera avgreiðsluna [...] , sigur Svanbjørg Manai. - Í fyrsta umfari fer eitt fólk at taka sær av at vegleiða í sjálvavgreiðsluni. Annars eru ikki ætlanir um at gera broytingar í starvsfólkahópinum í sambandi við nýggju sjálva [...] Ella í heila tikið argast inn á, at upplatingartíðirnar hjá posthúsinum eru so ólagaligar hjá vanligum arbeiðsfólki? Júst slíkar tvørleikar verður bøtt munandi um, nú posthúsið lat upp aftur í morgum