Pætursgøta 3
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Anna Maria Kallsberg er mamma at Niels Heðin Gaard Joensen. 27 ára gamli Niels Heðin Gaard Joensen fekk sum 12 ára gamal staðfest Asperger sjúkuna, og fyri familjuna hevur tað verið strævið at vunnið honum passandi sømdir. Eftir fyrst at hava búð í ungdómssambýlinum, Lonini á Barnaheiminum, flutti hann inn á sambýlið á Pætursgøtu 3 í Hoyvík. Og tað hevur verið júst tað rætta fyri hann.
- Vit hava í so nógv ár stríðst fyri einum heimi fyri Niels Heðin, og onnur við Aspergers sjúkuni. Tað riggaði væl í skúlanum hjá nunnunum, til tey brádliga tóku tann væl virkandi stuðulin frá honum. Tað var so skjótt at bróta tað niður, sum riggaði væl, sigur Anna Maria Kallsberg, sum má sita og hyggja at, meðan teppið enn eina ferð verður hálað undan teimum, og heimið hjá soni hennara verður tikið frá honum.
- Niels Heðin er ikki sami sonur, sum í 2000 fór í sambýlið á Pætursgøtu at búgva. Hann hevur fingið tað so nógv betri har. Eg minnist, at hann fyrr altíð var so bangin fyri at halda føðingardag, tá hann búði heima, tí hann treivst ikki við so nógvum fólki rundan um seg um somu tíð. Og tí hevur hann fingið møguleika at arbeiða við í sambýlinum á Pætursgøtu, greiðir Anna Maria Kallsberg frá.
Teir passa ikki inn í Svanga
Klokkan 15 í dag skal hon saman við øðrum avvarðandi og Javna á fund við landsstýriskvinnuna í almannamálum, um flytingina av íbúgvunum á Pætursgøtu. Teir skulu eftir ætlan flyta inn í sambýlið í Svanga í staðin. Frammanundan búgva evnaveik í sambýlinum.
- Vónirnar eru ikki góðar. Eg, sum mamma, havi ikki góðar vónir. Hetta slítur fullkomiliga uppá ein. Vit hava verið og hugt eftir nýggja bústaðnum, og eg má siga, at teir passa ikki inn har. Ivaleyst eru íbúgvarnar, sum búgva har fittir, men tey eru so veik.
Niels Heðin Gaard Joensen er ein væl virkandi persónur við Aspergers sjúkuni. Men hann er væl vitandi um, at hann krevur nógv av sínum umhvørvi. Hann harmast í Sosialinum í gjár um at heimið hjá honum verður spart burtur. Fyri familju hansara hevur sambýlið í Pætursgøtu alt at siga.
- Hetta má ikki koma fyri. Tað er mín bøn, sigur Anna Maria Kallsberg.