Størri samhandil millum Føroyar og Bretland

Landsstýrið leggur stóran dent á at menna samstarvið og samhandilin millum Føroyar og Bretland, og Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, fekk nógv burtur úr virjanini í London herfyri

Vinnusamstarv

 

Møguleikarnir fyri at menna tað vinnuliga og handilsliga samstarvið við bretar var høvuðsevnið, tá Jóhan Dahl, landsstýrismaður, og Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi, herfyri hittu umboð fyri parlamentanevndina í Bretlandi “All Party Group.” Ein spurningur, sum var uppi og vendi, var flutningssambandið millum londini. Jóhan Dahl ásannar, at sambandið er ikki so gott, sum tað var fyri nøkrum árum síðani, men at vit kortini hava fast samband til Scrabster tvær ferðir um vikuna.

 

-Í løtuni selja vit bretum fisk, men á fundinum umrøddu vit eisini møguleikarnar fyri handli hinvegin, og har eru fleiri møguleikar, sigur Jóhan Dahl. Teir bretsku politikararnir høvdu millum annað áhuga í samhandli innan teleøkið, KT-økið og oljuvinnu.

 

Umframt fundin við All Party Group vóru Jóhan Dahl og Petur Joensen á fundi í tí stjórnarráðnum, sum umsitur oljuvinnuna í bretskum øki. Partarnir tosaðu serliga um økið vestan fyri Hetland, hvat virksemi er har nú, og hvørjar framtíðarætlanir bretar hava innan olju- og gassleiting í hesum økinum.

 

Sera jalig oljukunning

 

Eitt, sum eisini bleiv umrøtt í sambandi við oljuvinnuna vestan fyri Hetland, var, hvørjar ætlanir bretar hava, tá tað snýr seg um at flyta olju og gass inn til lands. Jóhan Dahl heldur, at júst hetta kann hava áhuga hjá teimum feløgunum, sum koma at virka í føroyskum øki.

 

-Sum er sigur tann føroyska lóggávan, at alt skal um føroyskan bryggjukant, men finna vit olju ella gass í rakstrarverdum nøgdum í føroyskum øki, so er spurningurin, um tað at kalla óhugsandi, at tað kemur í land í Føroyum. Tí er tað rætt at kanna, hvussu vit kunnu samstarva við Bretland um tað, skuldi tað hent, at feløgini finna so mikið av olju og gassi í okkara øki, sigur landsstýrismaðurin.

 

Jóhan Dahl og Petur Joensen vórðu eisini bodnir á fund við Statoil í London, har felagið greiddi frá sínum ætlanum í føroyska økinum. Á fundinum fekk landsstýrismaðurin eina greiða fatan av, at norska felagið hevur góðar vónir um at finna olju við Føroyar, og tí fer felagið eisini at bora ein brunn afturat innan fyri tey bæði næstu árini.

 

-Hetta var sera jalig kunning at fáa, og eg má siga, at alt í alt var vitjanin í London sera áhugaverd og gevandi, bæði fyri meg sum landsstýrismann á økinum og fyri Jarðfeingi, sigur Jóhan Dahl.