Sleppa ikki at draga lunda

Ongi loyvi verða givin at draga lunda ella ræna lomvigaregg í 2008. Seinastu árini eru sera fáar lundapisur komnar undan, og lítið hevur verið til av lomvigareggum. Náttúrugripasavnið hevur tí gjørt av hvørki at loyva drátti ella ræning í ár

Longu, tá ið Sverre Patursson í 1939 skrivaði frágreiðing sína um lundamangið í Føroyum, gjørdi hann vart við, at dráttur var ein av orsøkunum til, at lundin var minkaður. Tann lundin, sum verður drigin, er búfuglur, sum júst hevur vorpið, og liggur á reiðri. Tí var hesin veiðiháttur bannaður, tá nýggj fuglaveiðilóg varð lýst í 1954.

Landsstýrið kann tó undir serligum umstøðum loyva drátt, tó bert 3. hvørt ár í sama fuglalandi. Hendan heimildin er løgd til Náttúrugripasavnið, sum tekur sær av at geva loyvir.

- Tað er annars ikki so stórur áhugi fyri at draga lunda longur, men nakrar umsóknir koma á hvørjum ári, serliga úr Mykinesi og Sandoynni, og árliga veiðan hevur ligið um einar 1000 lundar til samans, sigur Dorete Bloch á Føroyar Nátúrugripasavni.

Ongin umsókn er tó enn komin í ár. Ikki er tað heldur í tráð við nútíðar veiðimentan at veiða búfugl í verpingartíðini, men í umsóknunum verður ofta ført fram, at lundarnir hava grivið so nógv, at vandi er fyri, at alt lundalandið leypur burtur. Hetta hevur tó ikki verið nakar trupulleike seinastu árini, har lítið av lunda hevur verið á landi. Náttúrugripasavnið hevur tí gjørt av ikki at loyva drátti í ár.

Tá lomvigin varð friðaður í 1980, varð forboð eisini sett ímóti at ræna lomvigaregg. Hendan lógin varð seinri broytt aftur, so undantaksloyvi kundi gevast til at ræna í teimum størstu lomvigabjørgunum fyri at varðveita mentanina. Mett varð heldur ikki, at ein avmarkað ræning skaddi stovnin munandi, tí vanliga verpur meginparturin av lomviganum aftur.

- Seinastu árini hevur lomvigin tó verið illa fyri og sera fá egg hava verið. Undir slíkum umstøðum verpur lítið av lomviga upp aftur. Í fjør bar av, tá rýmdi meginparturin av lomviganum í ótíð. Ongin umsókn er enn komin um ræning í ár, og Náttúrugripasavnið hevur gjørt av ikki at loyva ræning fyribils.

Hendan avgerðin forðar tó ikki fyri, at farið verður í bjørgini at gera annað arbeiði sum t.d. at skifta kongar út og líknandi, sigur Dorete Bloch á Føroyar Nátúrugripasavni/Umhvørvisstovuni.