Palliba fekk einki tilboð

Landsins myndugleikar fegnaðust um, at so nógvir føroyingar valdu at seta pengar í, tá fyrsti triðingurin av føroyska tjóðarstoltleikanum varð seldur. Hálvt ár seinni er kursurin væl lægri, og leiðslan hevur selt helvtina av sínum partabrøvum

ARTABRØV

Jón Brian Hvidtfeldt

jonbrian@sosialurin.fo


Ein hornarsteinur í einskiljingartilgongdini av Atlantsflog varð rokkin 29. november í fjør, tá fyrsti triðingurin av tjóðarstoltleika Føroya varð seldur á virðisbrævamarknaðinum. Landsins myndugleikar staðfestu, at øll partabrøvini, sum vóru lýst til sølu, blivu seld í ásetta tíðarskeiðnum, sum var 19. til 27. november 2007.

    Tilsamans 1370 íleggjarar valdu at seta pengar í føroyska flogfelagið. Sølan varð ikki marknaðarførd uttanlands, og tí eru tað í høvuðsheitum føroyingar, sum hava keypt partabrøv, hóast útlendingar vóru millum íleggjararnar.

    Sonevndir “størri íleggjarar” keyptu 180.959 partabrøv, “minni íleggjarar” keyptu 139.380 partabrøv, meðan “starvsfólk hjá Atlantsflog” keyptu 21.211 partabrøv í føroyska flogfelagnum. At partabrøvini eru býtt á nógvar og smáar íleggjarar sæst millum annað í ársfrágreiðingini fyri 2007. Hon staðfestir, at umframt landsstýrið er bara ein partaeigari, sum eigur meira enn fimm prosent av partabrøvunum í Atlantsflog. Talan er um “sp/f 7. desember 2007”. Hetta er eitt smápartafelag, hvørs endamál er at gera íløgur í virðisbrøv, og sum hevur Eyðfinn Jacobsen, advokat, sum stjóra.

Endaliga prísásetingin var 261 krónur fyri hvørt partabræv, og triðingurin av partabrøvunum góvu tí eigaranum, sum var landskassin, 89,1 milliónir krónur. Men kursurin helt sær ikki leingi á 261. Í  januar kom kursurin eitt skifti niður á 175, men hevur síðani kvinkað nakað uppeftir og er nú 219.


Starvsfólkini

Í allari einskiljingartilgongdini var dentur lagdur á, at starvsfólkini skuldu sleppa at keypa sín part av felagnum. Slíkt er ikki óvanligt í samband við einskiljingar, og endamálið er oftast at geva starvsfólkunum eitt herðaklapp og ognarkenslur mótvegis sínum arbeiðsplássi. Og júst áhugin millum starvsfólkini fyri sínum arbeiðsplássi var nakað, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum beit merki í, tá sølan varð veruleiki.

”Vit fegnast um at skjøtil nú er settur á einskiljingina av Atlantsflog. Vit meta, at nýggju partaeigararnir fara at fáa eina jaliga ávirkan á felagið og fegnast um, at so nógv av starvsfólkunum ynsktu at gerast partaeigarar.”

    Soleiðis segði Bjarni Djurholm, táverandi landsstýrismaður í vinnumálum, eftir einskiljingina. Í dag hevur ovasta leiðslan valt at selja helvtina av øllum sínum partabrøvum. Keyparin er Atlantsflog, sum enntá hevur bjóðað sínum stjórum 10 prosent meira fyri partabrøvini, sammett við dagsvirðið.

    Samstundis ber til at staðfesta, at teir tilsamans 1370 íleggjararnir hava ikki fingið sama tilboð frá Atlantsflog, nevniliga at selja síni partabrøv í føroyska flogfelagnum fyri ein kurs, ið er 10 prosent hægri enn dagsins kursur.