hásæti í øllum økjum í kommununi. Samtykt er at játta pening til bátadráttin í Kollafirði, sum fer at geva enn fleiri bátapláss í hylinum. Fyri at fáa trivnað í øllum býarpørtum í kommununi og at geva borgarunum [...] fólk vóru til fyrstu vinnustevnuna, sum kommunan skipaði fyri í mars mánaði. Vinnan og kommunan hittust í Sjóvinnuhúsinum til hetta tiltakið, sum verður afturvendandi. Tað er umráðandi, at Tórhavnar kommuna [...] er, at gjøgnumskygni skal valda í øllum viðurskiftum kommununnar, soleiðis at borgarin kann fáa fult innlit í og fylgja við øllum tí, sum fyriferst í kommununi. Ein liður í hesum er at leggja langtíðarætlanir
spældi føroyska kvinnulandsliðið annan dystin í HM-undarkappingarbólki D, sum verður spældur í Føroyum í hesum døgum. Mótstøðuliðið í dag var Montenegro, sum í fyrsta dystinum tapti 3-0 ímóti Turkalandi. [...] Føroyar aftur á blettinum. Tað var eftir hornasparksinnlegg, at yngsta kvinnan í føroyska hópinum, 17 ára gamla Birita B. Nielsen, í sínum allarfyrsta A-landsdysti, prikaði bóltin í netið til 2-1 til Føroyar [...] 12 minuttir restaðu í eydnaðist tað Føroyum at javna. Frálíkt uppspæl frá Milju endaði við einum ikki minni frálíkum skoti frá Eyðvør Klakstein, og so var 1-1. Nú kom av álvara lív í føroysku kvinnurnar
samfelagnum í løtuni sæst aftur í, at hóast tað hevur verið vøkstur í talinum av løntakarum seinastu trý árini, so hevur vøksturin aldrin verið so stórur sum nú, og um vøksturin heldur fram, so verður talan [...] talan um nýtt met í ár. - Í januar 2014 vóru 23.653 løntakarar, og nú trý ár seinni eru tað yvir 2.000 fleiri. Í einum tíðarskeiði í 2007 og 2008 vóru tað nakað fleiri løntakarar enn tað er nú, men heldur verandi [...] heimasíðu í dag. Upplýst verður, at í januar var árstíðarjavnaða talið av løntakarum 25.807, ið er 110 løntakarar fleiri enn í desember. Talan er um ein vøkstur á 0,4 prosent. At tað gongur væl í føroyska
Happing í fólkaskúlanum er ein trupulleiki, ið javnan verður viðgjørdur í almenna rúminum, men hóast nógva umrøðu er torførur at basa. So seint sum í 2015 staðfesti ein kanning hjá Mentamálaráðnum, at [...] apin og fyribyrgja happing. Tað boðar felagsskapurin frá í dag, eftir at tað hevur eydnast at fingið eina avtalu í lag við Betri P/F um fígging til verkætlanina. - Vit eru sera fegin um stuðulsavtaluna [...] at 13 prosent av næmingum í fólkaskúlanum verða happað í skúlanum. Ein av felagsskapunum, ið arbeiðir við trupulleikanum er Barnabati, og í dag boðar felagsskapurin frá, at tey fara undir higartil størstu
Barna- og ungdómskórið er komið til Føroya í sambandi við framførslurnar av tónleikaverkinum og søguni »Skrýmslið, lítla systir mín«, sum í hesum døgum verður framført av Føroya Symfoniorkestri, Eivør, [...] Hóskvøldið kl. 19 verður forkunnug konsert í Gøtu Kirkju. Tað er barna- og ungdómskór Langholtskirkju Graduale Futuri saman við Eivør, sum fer at framføra. Langholtskirkja hevur eina langa tradition fyri [...] Barnakór Musikkskúlans og Graduale Futuri á barnafestivalinum í Norðurlandahúsinum. Kórið telur 13 gentur, sum á konsertini í Gøtu Kirkju millum annað fara at syngja sangir úr tónleikaverkinum »Skrýmslið
fyritøkuni T. Hansen, sum skuldi lata upp beint eftir nýggjár, er ikki latin upp enn. Men tað er ikki tí, at ætlanin er slept. Andreas M. Andreasen, sum er settur sum leiðari fyri handilin í Føroyum sigur, at [...] upp deild í Føroyum, hevur fyritøkan »T. Hansen« keypt fleiri aðrar stóra fyritøkur, bæði Danmark og í Noreg. Í Danmark hevur fyritøkan millum annað keypt »Mekonomen«, sum eisini hevur deild í Føroyum. [...] tey er um at vera liðug við at gera alt klárt, og so verður latið upp. Men hjá T. Hansen í Danmark hava tey uttan iva nógv um oyrini í hesum døgum, og tí kunnu vit bara gita, at handilin á Sandvíkarhjalla
kanning, sum vit gjørdu fyri Føroya Arbeiðarafelag vísti, at hóast talið av teimum sum hava strongd kanska ikki er so øgiliga stórt, so vísir tað seg, at tað serliga er hjá tí almenna, at tað hendir. Tað er [...] fær eina aðra viðferð. Tað skrivar Starvsmannafelagið á heimasíðuni, har tey í hesum døgum hava tema um lønir. Sonja Jógvansdóttir sigur við heimasíðuna, at tað harmar hana, at vit í Føroyum velja at gera [...] Áðrenn hon fór í Løgtingið, var Sonja Jógvansdóttir samskipari hjá Samtak, og sum slíkur hevur hon fest seg við, at tað verður gjørdur munur á fólki, alt eftir hvar á lønarstiganum tey eru. Tað er ikki røtt
verið frammi hevur tað verið afturvíst av Facebook eins og tað higartil ikki hevur verið framt í verki. Í hesum døgum verður enn ein statusuppdatering deild dúgliga, har víst verður til, at um man ikki [...] netinum verður tó funnið fram til, at hendan statusuppdateringin, sum nú er á donskum, er beinleiðis umsett úr enskari statusuppdatering, sum í juli 2016 varð skotin niður av kanal 13 í Sakramento í Kalifornia [...] Facebook at almannakunngera øll privat viðurskifti. Víst verður til eina Kanal 13, men ivaleyst eru tað tey fæstu, sum vita, júst hvørja kanal 13 tosað verður um. Tí her um leiðir er eingin viðurkend kanal 13
heitinum “Úr gomlum goymslum” skipar ROÐIN-økistænastan fyri áhugaverdum og hugnaligum tiltaki fyri pensjónistar búgvandi í Runavíkar,Nes og Sjóvar kommunu. “Úr gomlum goymslum” er evni sum Petur Jacob [...] trivnaður” á skránni og verða tað Eyðbjørg Joensen,fysioterapetur og Heidi Johansen,ergoterapeutur sum koma at greiða frá. Signari í Homrum luttekur við sangi. Borðreitt verður við kaffi og onkrum góðum afturvið [...] afturvið. Tiltakið, sum er ókeypis, verður í Løkshøll mikudagin 5. apríl kl. 19.00 Roðin vónar, at nógvir pensjónistar leita sær i Løkshøll til hesa hugnaløtu.
føroyingar, sum hava hug, dirvi og hegni skulu sleppa at royna seg. Vit vilja gera eina skipan, sum er góð og trygg – bæði fyri tey, sum eru í vinnuni í dag, og tey, sum skulu koma inn í hana í framtíðini [...] eina góða og trygga skipan, bæði fyri tey, sum eru í vinnuni í dag og tey, sum koma. – Endamálið er at skapa eina vinnu, sum kann vaksa og skapa arbeiðspláss. Sum kann skapa størri virðir og kasta enn meira [...] føroyingar, sum hava hug, dirvi og hegni, skulu sleppa at royna seg í fiskivinnuni. Tað er boðskapurin hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni, og formanni í Javnaðarflokkinum, á landsfundi hjá flokkinum í morgun