Nærkast metinum fyri løntakarar

Aldrin áður hava verið so nógvir íbúgvar í føroyska samfelagnum, og nú nærkast eisini, at nýtt met verður sett fyri hvussu nógvir løntakarar eru í føroyska samfelagnum. Tað skrivar Hagstova Føroya á síni heimasíðu í dag.


Upplýst verður, at í januar var árstíðarjavnaða talið av løntakarum 25.807, ið er 110 løntakarar fleiri enn í desember. Talan er um ein vøkstur á 0,4 prosent.


At tað gongur væl í føroyska samfelagnum í løtuni sæst aftur í, at hóast tað hevur verið vøkstur í talinum av løntakarum seinastu trý árini, so hevur vøksturin aldrin verið so stórur sum nú, og um vøksturin heldur fram, so verður talan um nýtt met í ár.


- Í januar 2014 vóru 23.653 løntakarar, og nú trý ár seinni eru tað yvir 2.000 fleiri. Í einum tíðarskeiði í 2007 og 2008 vóru tað nakað fleiri løntakarar enn tað er nú, men heldur verandi gongd fram, so verður 2017 árið, har flest løntakarar vóru, skrivar Hagstovan.


Serliga er tað innan byggivinnuna, at meira virksemi er. Í januar 2017 vóru 3.601 løntakarar í byggivinnuni, og eru tað 222 fleiri enn árið fyri. Tað er ein vøkstur á 6,6 prosent.


Størsti vøksturin í tali er innan almenna tænastu, har 9.300 løntakarar vóru í januar 2017, ið er 244 løntakarar fleiri enn í fjør.


Ein afturgongd hómast tó í talinum av løntakarum í fiski- og alivinnuni, har tað í januar starvaðust 4.109 fólk, ið er 13 færri enn í fjør.