Við jøvnum millumbili vera brúkarar á Facebook bilin um at deila eina statusuppdatering, sum sigur, at Facebook ikki hevur rætt til at almannakunngera privatar upplýsingar, so sum privat boð og annað.
Tað ganga oftast fáir mánaðir ímillum, at slík statusuppdatering er at síggja á Facebook.
Men lítil ivi man vera um, at hetta er eitt afturvendandi dømi um følsk tíðindi. Tí hvørja ferð slíkt hevur verið frammi hevur tað verið afturvíst av Facebook eins og tað higartil ikki hevur verið framt í verki.
Í hesum døgum verður enn ein statusuppdatering deild dúgliga, har víst verður til, at um man ikki deilur nevnda status, so fer Facebook at almannakunngera øll privat viðurskifti. Víst verður til eina Kanal 13, men ivaleyst eru tað tey fæstu, sum vita, júst hvørja kanal 13 tosað verður um. Tí her um leiðir er eingin viðurkend kanal 13, og kring knøttin eru fleiri, tó ilt er at siga, hvar hetta stavar.
Leitar man nærri á netinum verður tó funnið fram til, at hendan statusuppdateringin, sum nú er á donskum, er beinleiðis umsett úr enskari statusuppdatering, sum í juli 2016 varð skotin niður av kanal 13 í Sakramento í Kalifornia.
Tí tá gekk sama statusuppdatering runt, men bara á enskum.
Status uppdateringin er her:
"Deadline i morgen! Alt hvad du nogensinde har slået op, bliver det offentlige fra i morgen. Selv beskeder, der er blevet slettet eller billederne. Det koster ikke noget for en simpel kopiér og indsæt, bedre sent end aldrig. Kanal 13 nyhederne snakkede om ændringen i facebook.Det handler om politik om beskyttelse af personlige oplysninger.
Jeg giver IKKE facebook eller nogen enheder, der er forbundet med facebook-tilladelse til at bruge mine billeder og information, beskeder eller opslag, både fortid og fremtid. Med denne erklæring, vil jeg give besked til facebook det er strengt forbudt at videregive, kopiere, distribuere eller foretage andre foranstaltninger mod mig på grundlag af denne profil og / eller dens indhold. Indholdet af denne profil er private og fortrolige oplysninger. Den krænkelse af privatlivets fred kan straffes ved lov (ucc 1-308-1 1 308-103 og rom-statutten). Bemærk: facebook er nu en offentlig enhed. Alle medlemmer er nødt til at skrive en besked som denne. Hvis du vil, kan du kopiere og indsætte denne version. Hvis du ikke offentliggør en erklæring mindst én gang, vil det være tilladt anvendelse af dine billeder, samt oplysningerne i profilen, og statusopdateringer. Ikke deler. Kopiér og indsæt."
Fyrst av øllum er tað at siga, at hesar statusuppdateringarnar, sum hava til endamáls at ræða lesaran, eru sjáldan eftirfarandi. Harnæst er tað at siga, at um so var, at Facebook broytti trúnaðarreglurnar á síðuni, so er eingin ivi um, at tíðindini høvdu komið frá øllum teimum viðurkendu miðlunum, og ikki bert onkrum kanal 13, sum tú ikki hevur hoyrt um áður.
Mangir føroyingar hava deilt hesa statusuppdatering eins og fleiri undan hesari. Hetta eru tó følsk tíðindi eins og tær mongu uppdateringarnar um sama evni, sum hava verið at sæð gjøgnum ár og dag.