Tingkvinna finst at fráfaringarlønum

Tað er óføroyskt at gera mun á fólki, og kanska serliga so stóran mun, sum vit síggja, tá ein stjóri kann fara úr fyritøkuni við risaupphædd í lummanum, meðan tey á gólvinum einki fáa við sær

 

Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna og samskiftisráðgevi hjá Samtak, heldur ikki nógv um, at arbeiðsgevarar gera serliga góðar fráfaringaravtalur við stjórarnar, um arbeiðsfólkið á gólvinum fær eina aðra viðferð.

 

Tað skrivar Starvsmannafelagið á heimasíðuni, har tey í hesum døgum hava tema um lønir.

 

Sonja Jógvansdóttir sigur við heimasíðuna, at tað harmar hana, at vit í Føroyum velja at gera mun á fólki.

 

– Vit geva stjórum góðar fráfaringavtalur, men hugsa ikki um at gera tað sama við tey meinigu arbeiðsfólkini, sigur hon, tá hon verður biðin um at fyrihalda seg til gongdina við høgum stjóralønum og gyltum lógvatøkum, sum hava verið frammi á heimasíðu Starvsmannafelagsins seinastu dagarnar.

 

Áðrenn hon fór í Løgtingið, var Sonja Jógvansdóttir samskipari hjá Samtak, og sum slíkur hevur hon fest seg við, at tað verður gjørdur munur á fólki, alt eftir hvar á lønarstiganum tey eru. Tað er ikki røtt framferð, heldur hon.

 

– Øll áttu at havt krav upp á somu viðferð, men tíverri mugu vit ásanna, at soleiðis er tað tíverri ikki altíð, sigur hon við heimasíðuna hjá Starvsmannafelagnum.

 

Hon heldur, at tað snýr seg ikki bara um løn.

 

– Tað snýr seg eisini um, hvussu man fer við fólki. Og tíverri hugsa ikki øll um, at tey skulu fara væl við starvsfólkunum. Ein kanning, sum vit gjørdu fyri Føroya Arbeiðarafelag vísti, at hóast talið av teimum sum hava strongd kanska ikki er so øgiliga stórt, so vísir tað seg, at tað serliga er hjá tí almenna, at tað hendir. Tað er merkisvert og eisini óheppið, at so er, sigur hon.

 

Tí heldur Sonja Jógvansdóttir, at føroyskir arbeiðsgevarar eiga at hugsa um allan starvsfólkahópin og tann samlaða trivnaðin, heldur enn at pilka nøkur, ella ein, burtur úr og so fara serliga væl við teimum.

 

– Tað er óføroyskt at gera mun á fólki, og kanska serliga so stóran mun, sum vit síggja, tá ein stjóri kann fara úr fyritøkuni við risaupphædd í lummanum, meðan tey sum eru á gólvinum einki fáa við sær, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

Fleiri greinar um evnið eru á heimasíðu Starvsmannafelagsins