Men tað er einaferð soleiðis, at skal man røkka nøkrum málum, so er man noyddur til at velja eina loysn, sum er borðbar fyri báðar partar. Tú nært einki mál við bara at tvíhalda uppá títt, sum er órealistiskt [...] donsku stjórnina kundi verið áhugavert at vita, hvat fólk heima í Føroyum meina um málið. Og ein rættiliga áhugaverdur spurningur í tí sambandi er, hvat baklandið hjá løgmanni, sum hevur staðið á odda [...] og eftir at undirtøkan er so lítil fyri fullveldisætlanunum við eini slíkari skiftistíð kortini heldur seg tætt uppat Høgna Hoydal? -Tað er eitt sindur torført at skilja. Men tað er jú soleiðis í samráðingum
onkrum leiki, so sum Oliver Twist er eitt dømi um. Norðurlandahúsið er hesuferð karmur um leikin, og eisini er eitt óvanliga stórt lýsingararbeiði farið fram, men hetta er bara gott at síggja. Norðurlandahúsið [...] okkum, hvat føroyskur sjónleikur veruliga kann. Gríma er á einum vegamóti. Tillukku við degnum, virðislønini og hølunum. Kanska er føroyskur sjónleikur eisini á einum vegamóti - og framtíðin er bjørt, [...] meistaraverk upp úr hattinum. Salurin er snaraður 90 stig, og pallurin sjálvur kann snarast og vendast, so at fleiri pallmyndir blíva til framman fyri tær, uttan at tað er neyðugt at draga teppi upp og aftur
annað dømi um ljót og pen orð er kjaftur/munnur. Tey gomlu søgdu: hundur hevur kjaft, men seyður hevur munn. ‘Kjaftur’ hevur ein grovan valør, sum ikki er brúkiligur altíð. Tað er t.d. óhugsandi, at ein mamma [...] føroyskum máli, men tá er tað næstan altið niðursetandi: kjaftbreiður, kjaftaslit o.t. Men kjaftband er neutralt.?Tað ljóðar ikki so væl, at Tórshavnar býráð brúkar ‘Lort í býin’. Hvat um nú bygdafólk uppfata [...] orðafelli brúkt adverbielt, t.e. sum hjálið, og innihaldið man vera tað, at onkur kemur illa fyri.?So er tað stílvirðið. ‘Lortur’ hevur ongantíð verið eitt pent orð. Fólk hava heldur valt synomym sum skittur
tí tað er stór skomm, um vit í Føroyum ikki megna at semjast um nøkur grundleggjandi, felags viðurskifti. ? Men hóast kalvin er komin á borðið, er hann ikki fingin inn um stokkin. Uppskotið er lagt fyri [...] einasta, sum pressan hevur havt áhuga fyri, er eitt notat frá løgtingsskrivstovuni sum sigur, at uppskotið ikki er í samsvari við donsku grundlógina. Alt annað er druknað í hesum spurninginum. ? Og nú fer [...] brillur á nøsina, sum t.d. Bjørn á Heygum nýtir, er heimastýrislógin eisini klokkuklárt grundlógarbrot. ? Tað er grundlógarbrot at vit gera lógir í Føroyum. ? Tað er eisini grundlógarbrot at vit sjálv krevja
við fíggjarlógini er at fáa hallið niður úr 780 mió í 507 mió, so vón er fyri at fáa tað heilt burtur í 2015. Sjálvt um endaliga talið aftaná tingviðgerðina verður nakað hægri, so er tað eitt risastig [...] veitingum Tann mest álvarsligi spurningurin, sum stendur ósvaraður, er hvat fer at henda við lønunum, pensjónum og veitingum, sum ongin hækking er sett av til í fíggjarlógaruppskotinum. Verður ein hækking úrslitið [...] nakrantíð Hóast ein skuldi trúð tí øvugta út frá fjølmiðlum og andstøðu, so er veruleikin tann, at hóast strangar sparitíðir, so er útbúgving raðfest hægri enn nakrantíð. Eini 500 fleiri útbúgvingarpláss eru
fyri eini serligari Kvinnurenning er blivin ein stórfingin succés, nú talið av luttakarum í ár fer upp um 2000. Tað er ótrúligt! Tillukku við tí, Bragdið og Kvinna! Tað er at frøðast um, at við hugaðum e [...] saman við einum aktivum fólkaheilsupolitikki - er tað eydnast at gera hetta til eina fólkasak, at røra seg, ganga, renna ella hvat man kann finna uppá. Nú er ongin for ung og ongin for gomul, ongin for tjúkk [...] við renniskógnum. Og hetta er allastaðni runt um landið! Hví skulu vit gera so nógv burtur úr rørslu, at fáa øll til at reisa seg upp úr stólinum og fáa gongd á likamið? Tí tað er so ómetaliga stórur vinningur
Spennandi er hvat ið framtíðin hevur at bjóða«. Sostatt er greitt, at Bill McLeod Jacobsen gevst sum venjari hjá B68. Hvar og nær hann kemur at vera venjari framyvir tykist ógreitt. Greitt er tó, at Bill [...] takkar fyri góða samstarvið við felagið. Í viðmerking skrivar Bill McLeod Jacobsen soleiðis: »5 ½ ár er long tíð hjá einum fótbóltsvenjara. Men hetta hevur verið ein lærurík tíð á Svangaskarði og ein spennandi
Vanvart Og hvat um tað? Hvat so, um yndisgentan her á foldum fyri Kjell Bjarna, liggur deyðadrukkin og spýr í einum stóli við stórum búki, tí hon er uppá vegin við einum tilvildarligaum spanióla. Hvat so, um [...] gerast kritahvítir. Elling stendur sum nelgdur í gólvið og starir at telefonini. Hann er um at bresta í grát, tað er nú ella ongantíð. Bara eitt fet afturat yvir móti telefonini, bara eitt ... Men gakk [...] ivast tú sum áskoðari ongantíð í, at teir eru øðrvísi ? at okkurt er, sum fer at geva teimum trupulleikar úti í virkeligheitini. Og tað er ikki tí gongulag, rødd, hábrøgd ella andlitsútrykk eru so ógvusliga
fótbólt, sigur Ingi Højsted. Og hetta sæst einabest aftur í, hvørj støðan er til, hvat fótbóltur er fyri nakað. ?Fótbólturin er atletisk ítróttagrein. Skalt tú klára tað á hægsta stigi, krevur hetta framúr [...] næstan álvarsomum fylgjum, er einasti dysturin, har Ingi er byrjaðu á beinkinum. Vanliga er hann fastur maður í miðjuni ? í høgru síðu ella miðskeiðis á miðjuni. Arsenal er væl fyri og nýtir nógvar pengar [...] umstøður. Men búnarnir eru einki at taka feil av. Her er eisini talan um væl vandar ungar leikarar. À odda fyri ungdómsliðunum hjá Arsenal er Liam Brady. Hann er fyrrverandi írskur landsliðsleikari, sum spældi
minnist Carlos Mayes rættiliga. Hóast tað er skjótt eitt ár síðani, so stendur dagurin framvegis frískur í minninum á 22 ára gamla hermanninum í United States Navy, ið er at meta sum eitt slag hernaðarligari [...] minnist, at vit henda morguni tosaðu um álop, og hvat kundi henda við okkum, greiðir Carlos frá. Áðrenn álopið vóru teir av teirri sannføring, at Pentagon, ið er fimmhyrnaður umsitingarbygningur hjá amerikanska [...] havi lært, at tú skal fáa meira burturúr hvørjum einasta degi, tí tú veitst ongantíð, hvat kann fara at henda. Tað er týdningarmikið at liva lívið, meðan tú kanst, sigur Carlos. Sæð í bakspeglinum, sigur