?Eg verði verandi

Yngsti føroyski yrkisfótbóltsleikarin og kanska størsta føroyska fótbóltstalentið er ikki í iva um, at framtíðin fyri seg er fótbólturin, og menningin og fótbóltin finnur hann í Onglandi. Ingi Højsted hevur lært eina rúgvu í Onglandi, og hann trýr upp á, at enn nógv meira liggur fyri framman

SAMRØÐA

London:Hjá sumum verður dreymurin til veruleika. Tað munnu vera nógvir óvitar, størri dreingir og enntá vaksnir, sum droyma um eina tilveru og yrkisleið innan fótbóltin.
Helst best umtókta ítróttagreinin av øllum í heiminum vekir nakað í menniskja sálini.
Ein teirra, sum frá barnsbeini av spældi fótbólt, er Ingi Højsted úr Havn. Hann upplivdi ? sum eingin annar føroyingur ? at flyta úr barndómsfelagnum til B36 til kanska størsta felagið í Onglandi ? Arsenal.
Tað eru óivað fá, sum ikki kenna søguna um Inga Højsted og hansara skifti til Arsenal.
Men hvussu er tilveran so í Onglandi sum yrkisleikari?
Sosialurin var ? eitt sindur síðani ? og vitjaði Inga í enska høvuðsstaðnum, London.

Dystur
Fyrsta stigið á leiðini er at fylgja unga stórtalentið spælir vanliga við U17 liðnum hjá Arsenal. Hann er fyltur seytjan, og hann hevur eisini snoddað til onkri av teimum eldru liðunum.
Hendan dagin er ein útidystur móti Tottenham á skránni. Dysturin verður spældur langt, langt burturi í útjaðaranum av London.
Tottenham skuldi verið yvirkomilig mótstøða, men dysturin endar við einum tapi, og Ingi Højsted fær bert ein hálvan seinna hálvleik á vøllinum.
Beinanvegin sæst, at karmarnir eru ikki sum hjá javnaldrunum í Føroyum. Disiplinin er hørð, og leikararnir kunnu ikki bara loyva sær at práta við áskoðararnar. Ikki tí. Áskoðararnir eru ikki teir heilt nógvu. Hóast talan er um Tottenham kunnu ein ímynda sær glæsiligari umstøður.
Men búnarnir eru einki at taka feil av. Her er eisini talan um væl vandar ungar leikarar.
À odda fyri ungdómsliðunum hjá Arsenal er Liam Brady. Hann er fyrrverandi írskur landsliðsleikari, sum spældi millum annað bæði við Arsenal og Juventus.
Her er talan um eitt lið og karmar, sum seta føroyskan standard í eitt fjarskotið perspektiv.

Fulla tíð
Ingi Højsted spælir fótbólt fulla tíð. Hann hevur havt eitt sindur av skúlagongd, men hetta verður nú sjálvboðið.
Tá hann fylti seytjan ár kundi hann skrivað undir ein fulltíðarsáttmála, og Ingi og Arsenal gjørdu ein sáttmála fyri trý ár.
Sjálvur vil ikki siga nakað ítøkiligt um, hvat hesin sáttmálin gevur honum og kanska eisni gamla felagnum B36.
-Eg kann liva av hesum, sigur Ingi.
Eftir ein lættan stórsigur til Arsenal á Highbury, sum er heimavøllurin hjá Arsenal, eru vit farnir inn í býin.
Og afturvið bæði góðum mati og ís av betra slagnum fáa vit Inga at siga sína søgu. Og tað stendur heldur ikki á at greiða okkum frá.
Greitt er, at yvirav mær í enska høvuðsstaðnum situr ein hin mest búgni seytjan ára gamli føroyingurin, eg havi sæð og hoyrt.
Tað eru skjótt tvey ár síðani, at hann fór til Onglands, og hesi árini hava uttan iva merkt ? uttan at tað á nakran hátt skal skiljast negativt.
Og Ingi dylur heldur ikk fyri, at hann er broyttur, síðani hann kom til Onglands.
Enski høvuðsstaðurin helda nógv vera hugvekjandi, og tað er uttan iva nakað um prátið. Men tað er stórur munur frá lítlu og tryggu Føroyum og milliónaíbúgvunum í London. Men í Føroyum er einki Arsenal og eingin yrkisfótbóltur.
Og Ingi Højsted er heldur ikki í iva um, hvar framtíðin hjá honum býr.
-Eg ætli mær at verða verandi í Onglandi. Eg satsi upp á fótbóltin. Trúgvi upp á, at tað bert til hjá mær her, sigur ein sannførandi Ingi Højsted.
Sum fimtan ára gamal fekk Ingi møguleikan, og hann tók av. Tað eru ikki mong, sum taka eitt so stórt stig á so ungum aldri, men Ingi angrar einki.
?Eg havi upp og niðurtúrar eins og øll onnur, men hetta er eitt val, eg havi gjørt. Tað kann vera, at eg hugsi um, at eg ikki fekk tí ungdómstilveruna í Føroyum, men eg havi harafturímóti fingið ein stóran møguleika, sum eg eri glaður fyri, at eg tók av, sigur Ingi Højsted, sum sigur, at tann fyrsta tíðin var strævin, men tað er støðugt vorðið betri.
Í Arsenal koma og fara nógvir leikarar við stórum talentum. Fleiri verður nógv roknað við, men er innstillingin og viljin ikki tann rætti, verður tað oftani ikki til nakra glæsiliga yrkisleið sum fótbóltsleikari.
Eftir at hann kom til Arsenal hevur Ingi fingið at vita, at tað var eftir eina Norðurlandameistarakapping fyri ungdómslandslið í Føroyum, at fólk uttanlands fyri eyguni upp fyri gávunum hjá Inga á fótbóltsvøllinum.
?Eg havi fingið at vita, at tað var enski landsliðsvenjarin, sum vísti nøkrum feløgum á meg, sigur Ingi.
Fleiri tilboð komu, og Ingi valdi valdi at royan seg í einum hálendskum og einum enskum felagi.
?Tað var lætt at velja Arsenal, sigur Ingi.
Og hóast hann livir dreymin hjá nógvum, so er hann lítillátin.
?Tað følist ikki sum um, at eg eri nakað serligt, sigur Ingi Højsted, sum hevur upplivað, at fólk hava spurt hann eftir undirskriftini.

Atletik
Umstøðurnar at spæla fótbólt í Arsenal eru heilt aðrar enn vit kenna í Føroyum. Men tað eru ikki bara teir fysisku karmarnir, sum munur er á, heldu Ingi.
-Tað, eg havi lært her um fótbólt, er nakað heilt annað enn tað, eg gjørdi í samband við fótbólt við fótbólt í Føroyum. Tað er eitt heilt annað sjónarmið til fótbólt, sigur Ingi Højsted.
Og hetta sæst einabest aftur í, hvørj støðan er til, hvat fótbóltur er fyri nakað.
?Fótbólturin er atletisk ítróttagrein. Skalt tú klára tað á hægsta stigi, krevur hetta framúr góð atletisk evni. Hetta lærir tú als ikki í Føroyum, sigur Ingi Højsted.
Og í Arsenal snýr tað seg ikki bert um at vinna dystir.
?Sjálvandi vilja vit vinna allar dystir, men týdningarmesta er menningin hjá tí einstaka leikaranum. Í Arsenal skal tann rætti mentaliteturin eisini vera til staðar, sigur Ingi Højsted.


10-15 tímar
Ingi býr hjá einari familju saman við einum øðrum leikara, einum svia millum annað. Teir hava onkuntíð búð fleiri saman, so tað skiftir eitt sindur.
Hóast nógvu teppini Bretlandi kunnu fáa ein og hvønn at ynskja seg langt vekk, so trívist Ingi væl, hóast maturin ikki er tann besti, hann hevur roynt.
Seinni hugsar hann um at fáa sær sína egnu íbúð, sum nógvir av teimum eldru leikarunum hava gjørt.
Ingi og liðfelagarnir venja 10-15 tímar um vikuna, og dystir verða vanliga leiktir hvørt vikuskifti. Vant verður á stóra og stásiliga venjingarøkinum hjá Arsenal við teimum sjey fótbóltsvøllunum og øllum hugsandi hentleikum, har fyrsta liðið eisni venur. Hetta sama venjingarstaðið er eisini valt til tað besta í Evropa, veit Ingi at siga.
Tað er eitt sindur ymisk, hvussu nógv veðrur vant, alt eftir árstíðunum og kappingarárinum.
Og fyrsta liðið hjá Arsenal er heldur ikki hvør sum helst. Á liðnum eru fleiri heimsmeistarar, eitt nú Thierry Henry, Patrick Vieira og Gilberto Silva.
Tískil verður tað trupult hjá Inga at sláa ígjøgnum í fyrsta liðnum hjá felagnum, men hann hevur møguleikan. Ingi avvísir als ikki, at hann eftir verandi sáttmála í Arsenal fer til annað felag at royna seg. Men í fyrstu atløgu er alt Arsenal.
Og eingin ivi skal vera um, at Ingi trýr upp á sína søk.
?Hesi næstu árini skal eg útviklað meg. Eg havi fingið ábendingar um, at eg eri á røttu leið, men tað verður sjálvandi trupult, skal eg trýsta Gilberto Silva og Patrick Vieira av liðnum.
Men eg havi fingið møguleikan í fótbóltsskúlanum hjá Arsenal, og tað er útbúgving, sum telir nógv í fótbóltsheiminum, sigur Ingi.
Og Ingi hevur eisni verið fastur maður á U17 liðnum hjá Arsenal. Hesin eini dysturin, ið fimm føroysk landastrok hava leitað sær til við næstan álvarsomum fylgjum, er einasti dysturin, har Ingi er byrjaðu á beinkinum.
Vanliga er hann fastur maður í miðjuni ? í høgru síðu ella miðskeiðis á miðjuni.
Arsenal er væl fyri og nýtir nógvar pengar til síni ungdómslig. Nógvir útlendskir leikarar fáa eisini lærlingasáttmálar og vanligar sáttmálar. Harímillum eru nógvir írar, danir og sviar. Eisini sleppa ungu leikararnir at royna seg í kappingum uttanlands.
?Útlendingarnir plaga at halda saman, sigur Ingi.

Øðrvísi leikarar
Hetta sama við teimum ateletisku evnunum ger eisini, leikararnir eru heilt øðrvísi í Onglandi enn í Føroyum, heldur Ingi.
?Leikararnar eru ótrúliga væl fyri kropsliga. Teir orka væl, men teir eru eisni krútsterkir allir, sigur Ingi Højsted.ø
Sjálvur metir Ingi seg eisini hava tikið seg nógv fram sum fótbóltsleikara.
?Tað verður ótrúliga nógv gjørt við tað tekniska partin av spælinum. Eg havi betrað meg á flest øllum økjum, sigur Ingi Højsted, sum dømi nevnir, at hann eisini hevur fingið vant, hvussu hann kann renna skjótari við teknikkum.
À venjingarlegu í Spania fekk Ingi eisini møguleikan at snodda til besta føroyska landsliðið. Og tað fer valla at undra nakran, um Ingi so smátt fer at nærkast einum føstu plássi á besta føroyska liðnum, tá hugsað verður um, hvørjir karmar og evni Ingi Højsted hevur.
Ì London eigur føroyskur fótbóltur eina rætta stjørnu at vera errin av. Hugurin at spæla fótbólt drívur verkið, og nógv tykist at liggja fyri framman.