??Vit vinna øll – bara vit tíma!

Ein heilsan til Kvinnurenningina

Hóast Kvinnurenningin byrjaði fyri fáum árum síðani, er hon longu blivin ein stór og traditiónsrík hending á hvørjum vári. Og nú slær hon allar rekordir!

Vit skulu ikki nógv ár aftur í tíðani, tá hetta við renningini einans var eitt sjáldsamt ítriv, ið nakrir fáir originalar fingust við. Men Flaggdagsrenningin og síðani Fólkaheilsurenningin, ið var fyrstu ferð í 2004, settu ferð á, við Bragdinum, Treystinum og landsins heilsumyndugleika á odda.

At fara undir at skipa fyri eini serligari Kvinnurenning er blivin ein stórfingin succés, nú talið av luttakarum í ár fer upp um 2000. Tað er ótrúligt! Tillukku við tí, Bragdið og Kvinna!

Tað er at frøðast um, at við hugaðum einstaklingum, feløgum, fyritøkum, fjøðlmiðlum og myndugleikum - saman við einum aktivum fólkaheilsupolitikki - er tað eydnast at gera hetta til eina fólkasak, at røra seg, ganga, renna ella hvat man kann finna uppá. Nú er ongin for ung og ongin for gomul, ongin for tjúkk og ongin for kløn, ongin for smæðin og ongin for dovin, til at skøða seg við renniskógnum. Og hetta er allastaðni runt um landið!

Hví skulu vit gera so nógv burtur úr rørslu, at fáa øll til at reisa seg upp úr stólinum og fáa gongd á likamið? Tí tað er so ómetaliga stórur vinningur, bæði fyri tann einstaka og fyri samfelagið.

Fyri tann einstaka er onki einstakt tiltak meira heilsufremjandi enn at røra seg regluliga. Onki er so fyribyrgjandi móti alskyns álvarsamum sjúkum, sum kunnu oyðileggja okkum lívi. Onki einstakt tiltak kann stimbra okkum so mikið. Tað minkar blóðtrýstið, minkar ósunna blóðfitievni, økir iltupptøkuna, styrkir hjartavøddarnar, betrar vødda- og sukurstoffskiftið, betrar blóðtynningina, mótvirkar tunglyndi, minkar angist, minkar stress, økir kreativitetin og gevur betri humør – Hetta eru sanniliga persónligir gevinstir, sum eru til at taka og føla uppá!!!

Samfelagsligi vinningurin er sanniliga eisini í stórum dimensjónum. Tað stimbrar vinnuligan vøkstur, gevur eitt meira produktivt og innovativt arbeiðslív og gevur færri sjúkradagar. Fyri búskapin kann tað fremja eina velduga sparing í teirra ovurstóru rokningini, sum fysiskur inaktivitetur tilsamans kostar samfelagnum í óneyðugum vælferðarútreiðslum.

So vinningarnir eru alstórir - og tað besta er, at øll kunnu vinna, bara vit tíma.

Kvinnurenningin verður ikki fyrr enn 5. juni! Áðrenn tað verður Flaggdagsrenningin. Tá sleppa vit mannfólkið við!

??(sitat)??Nú er ongin for ung og ongin for gomul, ongin for tjúkk og ongin for kløn, ongin for smæðin og ongin for dovin, til at skøða seg við renniskógnum