útsettu dystirnar í øllum deildunum. Her eru úrslitini í fjórða umfari og støðan í øllum deildum, nú jólasteðgur er í telvingini. 1 deild (4 umfar) Sandavágur - Klaksvík B. 3½ - ½ Klaksvík - Havnin 1 - 3 [...] Eyðsteinsson 2/4 Jón í Horni Nielsen 4/4 Torkil Nielsen 2/3 Klaksvík Ólavur Simonsen 2/4 Eyðun Nolsøe 0/1 Rani Baldursson 2/3 Heðin Gregersen 3/4 Terji Petersen 1½/4 Javnt í 2 deild Kappingin í 2 deild er jøvn [...] verður aftur 12 januar 2025. Tá koma dystirnir í fimta umfari fyri. Kappingin er tá hálvrunnin. Í hesum fimta umfarinum bresta oddaliðini í 1 deild saman í fyrra sínamillum dystinum. Tá verður telvað soleiðis:
Í kvøld klokkan 19.30 verður fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni undir heitinum »Exit Klaksvík«. Heri á Rógvi, búskaparfrøðingur, fer at greiða frá teimum avbjóðingum, sum Føroyar og Klaksvík fáa í samband [...] Elsebeth M. Gunnleygsdóttir og Jógvan Skorheim at siga sína hugsan um, hvussu vit fáa fólk at trívast í Klaksvík. Eftir at hesi hava sagt sína hugsan verður høvi at kjakast um evnið. [...] samband við, at fólkatalið í Føroyum minkar. Hví flyta fólk úr Føroyum, og hví koma so fá aftur, ið fara uttanlands at lesa. Heri á Rógvi hevur saman við øðrum ritstjórnað bókina »Exit Føroyar«, sum kom út
North Carolina. Konsertin verður m.a. hildin í samband við navnakappingina, ið felagið skipaði fyri fyrr í mánaðinum, og verður vinnarin og nýggja navnið kunngjørt í kvøld. Atgongumerki fáast við dyrnar hálvan [...] at hoyra nýggjan og góðan kendan tónleik frá tónleikarum úr Klaksvík. Luttakarar á konsertini eru hesi, sum millum ár og dag hava sett Klaksvík á tónleikaliga heimskortið: Páll Sólstein, Rani Nolsøe, Daisy [...] hálvan tíma frammanundan, sigur Jógvan Andrias Joensen úr Tónleikafelagnum í Klaksvík.
samfelagsmøtini, sum Brøðrasamkoman skipaði fyri í Badmintonhøllini í Klaksvík 1. Hvítusunnudag. Møtini halda fram í allan dag. Badmintonhøllin í Klaksvík var á tremur 1. Hvítusunnudag, tá samkoman Betesda [...] Joensen, sum býr í Danmark men sum leitar sær heim á klettarnar javnan, serliga tá samfelagsmøtini verða hildin í heimbygdini Klaksvík annaðhvørt ár. 2. Hvítusunnudag verða møtini eisini at hoyra í Lindini, sum
skrivandi parturin- vísir blóðugu myndirnar úr nærum øllum grindadrápum, ið fara fram í Føroyum. Tað skrivar Magnus Hansen í viðmerking, ið hann hevur sent Miðlahúsinum eftir, at kjakið um tað er rætt at vísa [...] sjálvur svarar. - Eg minnist ikki at hava sæð slíkar reportasjur seinastu nógvu, nógvu árini. Í hvussu er ikki í slíkan mun, at eg havi lagt merkið til nakra teirra. Tað reisir sambært Magnusi Hansen spurningin [...] Spurningurin er tí um føroyska skrivandi pressan ikki eisini eigur sín virkna lut í, at ágangurin áhaldandi er á okkum føroyingar í sambandi við grindadráp? - Saman við nógvum góðum fólkum, havi eg áhaldandi
Sea Shepherd í Føroyum í alt summar. Tað ásannar Peter Thaysen, sjefpolitiinspektørur. Løgreglan fyrireikaði seg upp á tað ringasta, nú tað altíð hava verið eini 75-95 fólk frá Sea Shepherd í Føroyum hesar [...] sigur Peter Thaysen. Annars heldur hann, at tey í Sea Shepherd hava eisini lurtað eftir føroyingum. - Tá ið føroyingar tóku tað illa upp, at tey brúktu Merkið í sínum búmerki, skiftu tey tað út og sum heild [...] hesar seinastu tríggjar mánaðirnar. Í hesum sambandi hevur løgreglan styrkt seg við einum vælmannaðum liði frá eini danskari serdeild og við sær høvdu tey bæði skjóttgangandi bátar, tyrlu, og fleiri salatføt
Sea Shepherd tapti á Sandi í dag. Tað er stutta og greiða niðurstøðan hjá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, eftir grindadrápið á Sandi í dag. Saman við øðrum var hann í Skúvoy í dag og hátíðarhelt, at nýggja [...] Sildberdin, er farin í sigling. Tá ið tey fóru av aftur oynni var grindaboð og Sildberin var ein av teimum bátunum sum var við í rakstrinum. Tá ið tey komu inn ímóti landi sóu tey limir í Sea Shepherd upp [...] upp undir miðju í sjógv, har tey hildu levint og gang í eini roynd at styggja grindina út frá aftur. - Larmurin frá teimum hoyrdist týðiliga út á fjørðin, sigur løgtingsmaðurin. Samstundis sveimaði ein fremmand
afturat, at hetta er ein støða, danska stjórnin stuðlar føryoyingum í. - Hesin rætturin umfatar eisini burðardygga gagnnýtslu av súgdjórum í havinum, leggur hann afturat. Hava ongan rætt Jacob Vestergaard [...] hesar tríggjar sáttmálarnar, sipað verður til í kæruni hjá umhvørvisfelagsskapinum. Men hann staðfestir, at fyri tað um Danmark hevur ein altjóða sáttmála í gildi, er hann av sær sjálvum ikki galdandi fyri [...] vit sjálvi hava sett hann í gildi. - Vit hava sjálvi fult ræði á okkara altjóða viðurskiftum á hesum og á ymsum øðrum økjum og tískil kunnu hvørki ES ella danir seta okkum krøv í sambandi við grindadráp
eisini á, at gamli krókurin enn er í brúki, og eisini hann verður viðhvørt krøktur í blástrið, ella í eygað á hvalinum. Bara í ár eru fleiri hundrað hvalir dripnir í Føroyum við nýggja kúlukrókinum. Myndir [...] at finna veg. Nøkunlunda sami boðskapurin stendur at lesa í faldaranum, sum varð býttur út í sambandið við IWC fundin í Monaco herfyri- men í væl meiri vísindaligum vendingum, við tekningum av kúlini á [...] lært seg at forða fyri at almenningurin í víðu verð framhaldandi verður vitni til hesa blóðugu hending, siga felagsskapirnir, DTHW í Týsklandi og og ASMS í Sveis, í nýggjastu propagandu síni, tað eru teir
leiður og glas. Tey hava eisini verið túrar og útferðir, til dømis vóru tey í grind hósnáttina, sigur Oda Jóhansdóttir, leiðari í stuðulsskipanini fyri vaksin. - Men skeiðið hevur líka nógv verið fyri at [...] kenna uppá ein annan máta enn til dagligt. Her verða tey savnaði í eitt tíðarskeið. Nógv av teimum plaga at koma á kafé, har eru tey saman í nakrar tímar, og so fara tey heim til sín sjálvs, her eru tey saman [...] og mótasýning. Stuðlarnir høvdu skipað fyri mótasýningini, men tey sálarliga sjúku vóru eisini við í fyrireikingunum. Tey vóru sjálvi úti og valdu klæðini, og fimm av luttakarunum gingu modell á mótasýningini