Krevjandi at hava Sea Shepherd í Føroyum

Viðhvørt er tað dýrt at halda lóg og landaskil

Tað hevur ein ógvuliga krevjandi uppgáva hjá løgregluni at hava Sea Shepherd í Føroyum í alt summar.

Tað ásannar Peter Thaysen, sjefpolitiinspektørur.

Løgreglan fyrireikaði seg upp á tað ringasta, nú tað altíð hava verið eini 75-95 fólk frá Sea Shepherd í Føroyum hesar seinastu tríggjar mánaðirnar.

Í hesum sambandi hevur løgreglan styrkt seg við einum vælmannaðum liði frá eini danskari serdeild og við sær høvdu tey bæði skjóttgangandi bátar, tyrlu, og fleiri salatføt og tey hava verið her í alt summar.

- At tað fór at vera ein krevjandi uppgáva vóru vit fyrireikað upp á, tí tá ið talan er um løgregluarbeiði á sjónum, skal nógv meiri til enn á landi.

- Vit løgdu stóran dent á, at hava nógv góða manning, og nóg nógva útgerð til at handfara tær støður, sum kundu uppstanda. Hinvegin vildu vit heldur ikki gera ov nógv av, men tað nyttaði heldur ikki at vit vóru so illa mannað, at vit ikki megnaðu at handfara tær støður, sum vit kundu koma í.

 

Les eisini: Løgreglan: Høvdu fult tamarhald á Sea Shepherd

 

Men hvussu dýrt hendan tilbúgvingin hjá løgregluni hevur verið, veit hann ikki. Og hevði hann vitað tað, hevði hann ikki sagt tað kortini.

- Viðhvørt kann tað vera dýrt at halda lóg og landaskil, men tað er soleiðis tað er. Vit hava eina uppgávu at røkja og onkur á er hon bílig at røkja, men hon skal eisini røkjast tey árini, hin er dýr. Men at gera tað upp í pengum er skeivt, tí tað skal gerast undir øllum umstøðum. Tað er treytirnar fyri at halda lóg og landaskil sigur sjefpolitiinspektørurin.

 

Les eisini: Føroyingar hava dugað væl við Sea Shepherd

 

Sea Shepherd hevur boðað frá, at tey koma aftur næsta ár og Peter Thaysen vissar um, at løgreglan fer at útvega allar neyðugar upplýsingar og at gera allar neyðugar vágametingar fyri at leggja ein taktikk til rættis, sum tryggjar, at føroyingar kunnu eisini drepa grind ótarnaðir næsta ár.

Men kemur Sea Shepherd aftur, skulu vit eisini tryggja, at tey kunnu vera her og mótmæla ótarnað – so leingi tey halda seg innanfyri lógarinnar karmar, sigur Peter Thaysen.

 

Annars heldur hann, at tey í Sea Shepherd hava eisini lurtað eftir føroyingum.

- Tá ið føroyingar tóku tað illa upp, at tey brúktu Merkið í sínum búmerki, skiftu tey tað út og sum heild haldi eg, at tað hevur gingið væl ímillum føroyingar og Sea Shepherd fólkini.

- Men tað er tað, sum eyðkennir eitt rættarsamfelag, at vit loyva øðrum at hava onnur sjónarmið, enn vit sjálvi hava og at vit hava virðing fyri, at vit eru ósamd um ymisk viðurskifti, sigur sjefpolitiinspektørurin.