Fjølmiðlar eiga lut í grindaágangi

Vil hava føroyskar miðlar at vísa myndir av uppskering av hvalum og líknandi.

- Tíbetur, vildi eg sagt, hevur kjak tikið seg upp, hvørt tað er rætt ella skeivt, at føroyska pressan -serliga skrivandi parturin- vísir blóðugu myndirnar úr nærum øllum grindadrápum, ið fara fram í Føroyum.


Tað skrivar Magnus Hansen í viðmerking, ið hann hevur sent Miðlahúsinum eftir, at kjakið um tað er rætt at vísa myndir frá grindadrápi, er kyknað aftur.


Sjálvur er Magnus Hansen av tí sannføring, at grindadráp ikki er nakað, ið skal krógvast.


- Persónliga meini eg, at vit undir ongum umstøðum eiga at krógva nakað sum helst. Tað verið seg fyri viðhalds- ella mótstøðufólkum, ella tíansheldur fyri okkum sjálvum.


- Tað eg tó sakni er, at pressan eisini sýnir áhuga fyri tí partinum, av grindadrápinum, ið tað, hóast alt snýr seg um. Nevniliga, at tvøst og spik svarar til umleið 25-30% av øllum kjøti, ið vit eta. Hvussu langt síðan er tað, at nøkur mynd hevur verið at sæð frá løtunum, tá seðlarnir koma út.


- Nær hava vit seinast sæð myndir av uppskering av hvalunum? Og nær hava vit seinast sæð myndir og frágreiðingar um hagreiðing av hvalatilfeinginum, spyr Magnus Hansen, áðrenn hann sjálvur svarar.


- Eg minnist ikki at hava sæð slíkar reportasjur seinastu nógvu, nógvu árini. Í hvussu er ikki í slíkan mun, at eg havi lagt merkið til nakra teirra.


Tað reisir sambært Magnusi Hansen spurningin, um fjølmiðlarnir ikki eigur part av orsøkini fyri ágangin á føroyska grindadrápið.


- Spurningurin er tí um føroyska skrivandi pressan ikki eisini eigur sín virkna lut í, at ágangurin áhaldandi er á okkum føroyingar í sambandi við grindadráp?


- Saman við nógvum góðum fólkum, havi eg áhaldandi gjøgnum fleiri ár, eftir førimuni roynt at upplýsa óvitandi, heilavaskaðar fylgisneytar hjá SS og Paul Watson um hvat okkara grindadráp snýr seg um. Og tað ber til og ger mun, skal sigast. Men, líka skjótt ein grind er deyð, vera vit spammaði við myndum, ið fyrst og fremst verða "læntar" úr føroysku portalunum. Tí tað er tað einasta, ið útlendingarnir síggja og gera brúk av.


Magnus Hansen endar við eini áheitan á føroysku fjølmiðlarnar, um ikki at krógva grindadráp, men at vísa myndir frá allari tilgongdini.


- Ivaleyst er tíðin komin, har sensatiónshungurin hjá tíðindafólkunum eigur at vera umhugsaður, soleiðis at skilja, at tað ikki einans eru blóðutu myndirnar, ið gera, at portalarnir verða lisnir -og misbrúktir.


- At lýst tann umráðandi partin -altso tað, ið snýr seg um mat og matmentan- vildi eg hildið var rættari og ikki minst, betri journalistikkur, sigur Magnus Hansen.