Í lagi at hava sálarligar trupulleikar

Í síðstu viku var eitt skeið á Háskúlanum fyri fólk við sálarligum trupulleikum. Luttakararnir á skeiðinum hava stuðul í dagligdegnum og summi hava verið innløgd á psykiatriska deplinum. Endamálið við skeinum var at menna tey og at knýta vinabond


14 luttakarar vóru á skeiðinum, ein stórur partur av teimum líða av angist. Fleiri av teimum eru skisofren, hava depressiónir ella eru maniodepressiv.
- Vit hava skipað fyri skeinum fyri at menna tey, við millum annað at gera ymiskt kreativt, tey hava fingist við leiður og glas. Tey hava eisini verið túrar og útferðir, til dømis vóru tey í grind hósnáttina, sigur Oda Jóhansdóttir, leiðari í stuðulsskipanini fyri vaksin.
- Men skeiðið hevur líka nógv verið fyri at menna tað sosiala, so tey kunnu læra hvønn annan at kenna uppá ein annan máta enn til dagligt. Her verða tey savnaði í eitt tíðarskeið. Nógv av teimum plaga at koma á kafé, har eru tey saman í nakrar tímar, og so fara tey heim til sín sjálvs, her eru tey saman alla tíðina.
- Luttakararnir eru sera glaðir fyri skeiðið. Tey hava fingið kontaktir og knýtt vinabond. Tey tosa meir og tora meir.
Tað eru nógv av luttakarunum sum goyma seg til dagligt, tí tey ikki dáma at vísa, at tey eru sálarliga sjúk. Men her góðtaka øll hvønn annan, tey skilja hvønn annan, tí tey hava øll okkurt, sum tey dragast við, greiðir Oda Jóhansdóttir frá.
- Tey sita ofta og tosa saman, og tey eru øðiliga góð við hvønn annan.
 
Hóskvøldið var eitt gallakvøld, har vinir og familja hjá luttakarunum vóru boðin við. Har var sangur, kaffi, kaka og mótasýning.
Stuðlarnir høvdu skipað fyri mótasýningini, men tey sálarliga sjúku vóru eisini við í fyrireikingunum. Tey vóru sjálvi úti og valdu klæðini, og fimm av luttakarunum gingu modell á mótasýningini.
- Fyri einum ári síðan høvdu vit ikki trúð, at nakar av teimum hevði torað at traðka fram á henda hátt. Tey hava vunnið á nøkrum greinsum hjá sær sjálvum. Tey eru komin stigið víðari, nú tora tey, sigur Oda Jóhansdóttir.
- Tey vóru bangin fyrstu ferð tey fóru inn, men vit vandu áðrenn, og tá tey vóru komin í gongd, so fingu tey sjálvsálit, sigur Katrin Mikkelsen, stuðul, sum var við á skeiðinum.
- Endamálið við mótasýningini er, at vit ikki skulu goyma tey sálarliga sjúku burtur, sigur Oda Jóhansdóttir.
- Fyrr var tað eitt tabu, at vera sálarliga sjúkur. Familjan og samfelagið tordu ikki at siga, hvat feilti sjúklinginum. Men tað er við at blíva betri. Tað er týdningarmikið, at tey sálarliga sjúku fáa at vita, at tað er í lagi at hava sálarligar trupulleikar, og at tey vera góðkend soleiðis, sum tey eru. Á henda hátt kann teirra sjálvsálit verða uppbygt, og tá hendir tað ofta, at tey kunnu koma út at arbeiða aftur, greiðir Oda Jóhansdóttir frá.