verða festir í, sum eru trupulleikin, meðan onnur siga, at tað er tí, at róðursmaðurin ikki hálar rætt í teymin. Um tað ikki verður gjørt, so loysnar báturin ikki frá fasta startinum. Men tað er í hesum førinum [...] hevur tað verið breið semja um, at ábyrgdin skal liggja í bátinum. Tað vil siga, at tað er upp til manningarnar at syrgja fyri, at tann, ið hálar í krókin, skal vera greiður yvir, hvussu tað verður gjørt [...] enn eina ferð fyri, at bátar hingu fastir, tá startskotið hevði ljóðað, og manningarnar fóru undir startspurtin. Men í onkrum føri hevur dómarin skotið róðurin av, meðan tað í øðrum førum ikki hevur verið
ÍSF, sum eru galdandi. Enntá stendur í somu reglum, at sersamband skal virka eftir lógunum hjá FSF. Fyri hondbóltin, hevur tað alt at siga, at føroyskir spælarar í størri mun aftur sleppa framat. Sjálvandi [...] hesin íblástur má heldur ikki gerast somikið stórur, at tað púrasta skuggar fyri menningarmøguleikan hjá føroyskum spælarunum. Alt ov ofta er tað júst hetta, sum hendir. Ikki minst er tað ein trupulleiki [...] Ítróttarklumman Fyrst og fremst: Her skal einki verða tikið frá teimum mongu útlendsku spælarunum, sum hava spælt í føroyskum hondbólti seinnu árini. Fleiri teirra hava av sonnum ríkað føroyskan hondbólt
Tónleikasendingarnar í Útvarp Føroya og Rás 2 eru aloftast í plátuvendarastíli (Vit hoyra/vit hoyrdu). Felags fyri hesar báðar rásir er eisini, at tað í størri ella minni mun, er ein forprogrammerað telda [...] og undirvísingarligu uppgávu. Skal hetta eydnast, er neyðugt við víðskygni og sera málrættaðari fyrireiking og ikki minst forstáðilsi fyri tí týdningi, hetta hevur fyri tónlistarligu framtíð okkara. [...] upplýsing fara fram á øllum økjum, ikki minst tí tónlistarliga. Fyri okkum sær tað út sum tónlistarliga programleggingin í ÚF, er fullkomiliga tilvildarlig. Nærum allar tónleikasendingar royna at raka eina
vit ikki í dag, við teimum skipanum og hugburði sum er í dag. Eingin almennur sáttmáli hevur í dag lønt barnsburðarfarloyvi til tær vikurnar, sum eru oyramerktar til pápan og sammóðurina. Hetta skal broytast [...] púra samdur í. Men tá tosað verður um eina rættvísa barssilskipan til øll, so eru als ikki øll tikin við. Trupulleikin við hesum lesarabrævinum er, at pápin og sammóðurin verða púra gloymd. Ikki minni enn [...] enn 7 ferðir verður mamman nevnd. Fyri alt ov nógv er sjálvsagt, at tað er mamman, sum skal taka barsilin. Men tað eigur ikki at vera so. Vit skulu hava eina rættvísa barsilsskipan til øll – eisini til pápar
langt út í framtíðina. Nær sandoyingar vakna veit eg ikki, men løgið er, at sandoyingar ikki duga at síggja, at við slíkari framferð, fæst einki fast samband við meginøki, sum landið liggur í løtuni. Nógv [...] landið má bløða fyri, eri eg vorðin sera ivasamur, og tað eru tað eisini mong onnur, sum eru tað við mær. So sum fíggjarliga støðan er í løtuni, ger tað sjálvandi ikki betur. At enda skal eg takka himum [...] tóm lyftir. Eysturoyartunnilin fyrstur. Í svarinum, sum løgmaður gav Gerhardi, sigur hann m.a., at Eysturoyartunnilin helst verður gjørdur fyrst. Hetta fall ikki í góða jørð hjá Gerhardi. Men tað løgna er
fyrst í komandi ári. Hvør leikpallurin verður, tori eg ikki at siga her, men gleðiligt hevði verið, um vit kundi boðið í egnan leiksal-hvørja ferð, sigur hon. Les meiri um hennara tankar um sjónleik í Klaksvík [...] Sjónleikarfelagið í Klaksvík hevur eina flotta søgu og tí er tað sárt at síggja og góðtaka, at vit nú eru barnið, ið ongin vil eiga. Tað staðfestir Aðalbjørg J, Linklett í harmaljóðið í morgun um umstøðurnar [...] umstøðurnar hjá leiklistini í Klaksvík. Hon staðfestir, at hølisviðurskiftini hjá teimum eru alt annað enn nøktandi. - Vit bíða eftir posthúsinum, ið skal verða mentanardepilin í Klaksvík um nøkur ár. Tolin
Finna okkum ikki í sáttmálabroti Gunnleivur Dalsgarð sigur, at Starvsmannafelagið leggur seg ikki út í, at Henning Jacobsen er sagdur upp, tí tað eru serligar reglar og mannagongdir galdabndi fyri slíkt mál [...] gongdina í málinum. ?Starvsfólkið hjá Landsverkfrøðinginum er rættiliga uppøst og vit halda, at tað er umráðandi við eini leypandi kunning fyri at halda øllum saman, so at alt ikki syndrast. ? Tí í løtuni [...] mál. ? Men vit vilja ikki finna okkum í, at sáttmálin verður so grovliga brotin, sum hann er í hesum føri. Tað, sum formaðurin sipar til, eru orðini í sáttmálanum um, at munandi umleggingar á einum stovni
meining í, at vit nú skulu seta á stovn okkara egnu sendistovu í Íslandi sum annað enn føroyingar. Hendir tað seg, at Dannebrog skal verða vundið á stong uttan fyri okkara sendistovu í Reykjavík [...] sendistovu, so skal sjálvsagt føroyska Merkið verða vundið á stong – og einki annað! Tað er harmiligt at hoyra, at talan skal verða um Dannebrog, tí tað er als ikki í tráð við tað samband [...] verður fundast ella kappast undir føroyska Merkinum – ella als ikki! Eisini hevur okkum í ítróttarhøpi staðið í boði at vera við í bæði olympiskum leikum og øðrum alheims kappingum undir donskum
ársskiftið í 1997, so er gjaldføri bankans stak gott. Framgongd í rakstrinum Hóast talan er um stórar afturføringar av burturleggingum, so er tað ikki øll orsøkin til positivu gongdina í Føroya Banka. Í veruleikanum [...] havt vind í seglunum. Tær hava havt positivan pengastreym, og tað hevur gjørt tær førar fyri at niðurgjalda lánini og tað sæst sjálvandi aftur, sigur hann. Hann vísir á, at javnin í bankanum ikki er vaksin [...] Sjálvandi skal ein ongantíð siga ongantíð, men stjórin í Føroya Banka vísir á, at bankin er sera væl fyri. - Føroya Banki er ein sterkur og tryggur banki. Vit hava nokk tað fimtabesta úrslitið í kongaríkinum
boltaðir í bergið og soleiðis nýttir til búgv. Til dømis hevði tá borið til at gingið heilt inn í Trongugjógv og út aftur í Klæmintsgjógv. Har er jú opið gjøgnum oynna. Bara mynstrið í grótinum í berginum [...] ni fyri eyga. Ætlanin skal gerast veruleiki við at leggja jarnbreytaskinnarar og rennistreingir har, gangandi ikki er, frá náttúrunar hond. Ætlanin við hesum stórsligna hugskotinum er, at tað skal bera [...] tað eigur at verða roynt. Og hann metir ikki, at tað skal tann heilt stóra íløgan til. Hann vil tó ikki nevna nakað ávíst tal kortini, men metir, at tað er ikki størri íløga enn so, at hon kann fáast innaftur