Ósemjan, sum hevur tikið seg upp um ætlanina at leggja Strandferðsluna og Landsverkfrøðingin saman, og at siga Henning Jacobsen upp, er nú farin at merkjast.
Tí bæði mánadagin og í gjár hevur gingið strilti at fáa síni ørindi avgreidd hjá Landsverkfrøðinginum.
Orsøkin er, at har hevur ongin verið til arbeiðis, hesar báðar dagarnir, sum farnir eru av nýggja árinum, og landsverkfrøðingsstovnurin hevur tí verið at kalla stongdur.
Støðan er nevniliga so ørkymlandi fyri tey umleið 45 arbeiðsfólkini hjá Landsverkfrøðinginum, at tað hevur verið neyðugt at hava tey á fundi hesar báðar arbeiðsdagarnar, sum farnir eru av nýggja árinum.
? Hvussu støðan verður í dag, veldst alt um gongdina í málinum og um nøkur framstig verða gjørd.
Av teimum 45 fólkunum hjá Landsverkfrøðinginum., eru tey 22 limir í Starvsmannafelagnum og hini 23 eru limir í Verkfrøðingafelagnum og Byggifrøðingafelagnum.
Men bæði mánadagin og týsdagin á tamb hildu tey øll til úti hjá Starvsmannafelagnum.
Ikki arbeiðssteðgur
Formaðurin í Starvsmannafelagnum, Gunnleiv Dalsgarð, leggur dent á, at talan er ikki um at leggja arbeiðið niður.
? Men støðan er so ógreið og ørkymlandi, at vit halda at tað er neyðugt at vit fáa kunna fólkið alla tíðina um gongdina í málinum.
?Starvsfólkið hjá Landsverkfrøðinginum er rættiliga uppøst og vit halda, at tað er umráðandi við eini leypandi kunning fyri at halda øllum saman, so at alt ikki syndrast.
? Tí í løtuni vita vit ikki, hvat vit flóta.
Men nær fólkið fær aftur á stovnin veldst um myndugleikarnar.
? Tað er bara at loysa trupulleikan og halda sáttmálan, so er leyst og liðugt, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum
Finna okkum ikki í sáttmálabroti
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at Starvsmannafelagið leggur seg ikki út í, at Henning Jacobsen er sagdur upp, tí tað eru serligar reglar og mannagongdir galdabndi fyri slíkt mál.
? Men vit vilja ikki finna okkum í, at sáttmálin verður so grovliga brotin, sum hann er í hesum føri.
Tað, sum formaðurin sipar til, eru orðini í sáttmálanum um, at munandi umleggingar á einum stovni skulu gerast í samráð við fakfeløgini, so at tey eru við at leggja til rættis.
? Og har hava vit orðini hjá vinnumálaráðharranum at halda okkum til, tí hann hevur fleiri ferðir sagt, at ein orsøk til at siga Henning Jacobsen upp, er, at víttfevndar broytingar skulu gerast.
Finnbogi Arge er ikki samdur í, at talan er um sáttmálabrot?
? Hatta er onki uttan munnhøggarí. Tað, sum hann sipar til, er at siga Henning Jacobsen upp, og at vit onki hava við tað at gera, og tí er ikki talan um sáttmálabrot.
Men tað er ikki hetta, sum vit sipa til, tá ið vit tosa um sáttmálabrot.
? Vit vita, at vit hava onki við sjálva uppsøgnina at gera.
? Tá ið it tosa um sáttmálabrot, meina vit við tær víttfevndu broytingarnar, sum skulu gerast.
? Og tað er heilt greitt sáttmálabrot, sigur Gunnleivur Dalsgarð.
? Tí er tað heilt sjálvsagt, at tær ætlaðu broytingarnar verða gjørdar í samstarvi við okkum.
? Tað er ikki nakað, sum ein landsstýrismaður, ella nakar annar skal lova okkum.
? Tað er ein treyt, sum er niðurfeld í sáttmálanum.
? Og vit eru vónbrotin av, at Løgmaður, sum ovasti starvsfólkaleiðari, letur sær lynda, at orðini í einum sáttmála, sum hansara egna skrivstova roynir at seta í verk, verða skúgvað til síðis av eini aðrari skrivstovu í Tinganesi.
Spurningur um trygd
Gunnleivur Dalsgarð sigur, at broytingar henda altíð.
? Men tað er umráðandi, at okkara sáttmálatryggjaði rættur at verða í umleggingini verða vird, tí stovnurin skal hava arbeiðsfólk, eisini aftaná umleggingina.
? Og fyri at srovnurin skal virka eftir umleggingina, er tað neyðugt, at fólk góðataka hana og sleppa at seta síni fingramerki á nýggja stovnin.
Særa fólk
Gunnleivur Dalsgarð heldur annars lítið um framferðina hjá vinnumálastýrinum í hesum máli.
? Var endamálið at oyðileggja jólahátíðina og nýggjarhaldið uppá, er tað eydnast til fulnar.
? Og var endamálið at raka og at særa fólk, er tað eisini eydnast til fulnar.
? Men var endamálið at fáa umleggingina at ganga sum frægast, er tað miseydnað til fulnar.
? Var sáttmálin hinvegin hildin, hevði talan verðið um eitt skilagott samsskifti um broytingarnar.
? Og tað er nokk so løgið, at farið er soleiðis fram, sum tað er í hesum føri, tá ið vit hugsa um, hvussu ofta løgmaður hevur verið frammi og lagt dent á at hava ein skilagóðan ?dialog?.