Í gjárkvøldið helt ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanayhu, røðu, har hann kom við nøkrum hørðum útsagnum til heimsins lond, sum hýsa fólki, ið Ísrael sær sum yvirgangsfólk.
Sambært útlendskum miðlum samanbar forsætisráðharrin álopið á Hamas-leiðarar í Katar við jagstranina hjá USA av Al-Qaida-leiðarum eftir 11. september-álopini á USA.
Hann fanst eisini at londum, sum fordøma Ísrael og sigur, at tey heldur áttu at heiðra landið fyri sínar atgerðir móti yvirgangi.
Benjamin Netanayhu ávaraði eisini lond sum hýsa yvirgangsfólki og segði, at um tey ikki vilja gera nakað, so fer Ísrael at gera tað, eins og landið gjørdi í Katar.
- Vit minnast 11. september, tá islamisk yvirgangsfólk framdu ringasta barbáríið á amerikanskari jørð nakrantíð, og vit minnast 7. oktober, tá islamisk yvirgangsfólk framdu ringasta barbáríið móti jødiska fólkinum síðan holocaust.
Hann vísti á, at eftir álopið í USA, segði táverandi forsetin, George W. Bush, at "antin ert tú við okkum - ella ert tú ímóti okkum..."
- USA lovaði at jagstra yvirgangsfólkini, sum stóðu aftanfyri álopið - líkamikið, hvar tey vóru stødd, og tá samtykti eisini ST-trygdarráðið, at stjórnir ikki skulu hýsa yvirgangsfólki.
Benjamin Netanayhu segði, at tað var júst hetta, sum Ísrael gjørdi, tá landið leyp á Katar týsdagin við tí endamáli at raka Hamas-leiðarar.
Ísraelski forsætisráðharrin segði í røðuni í gjár, at landið hevur roynt at beint burtur øll tey, sum stóðu aftanfyri 7. oktober-hópdrápini í Ísrael.
Dagbladet endurgevur í morgun úr røðuni hjá ísraelska forsætisráðharranum og ger eisini burtur úr álopinum á USA fyri júst 24 árum síðan.
Øll greinin kann lesast á hesari leinkju - https://www.dagbladet.no/nyheter/kommer-med-global-trussel/83576932











