Er Gerhard ein hetja?

Hendan morgunin, eg lurtaði eftir sendingini Summarmorgun í ÚF, har Gerhard Lognberg varð móttikin sum ein hetja á kajuni í Skopun, hugsaði eg við mær sjálvum, hvat snýr alt hetta hóvastákið og øsingin seg um?? Har vóru róp og skrál, lovprísan, fyri ikki at siga tilbiðjan og dyrkan av einum persóni, sum hevði lovað teimum nógv, men í roynd og veru, als einki hevur megnað at givið teimum, uttan bara tóm orð og tóm lyftir.

Falskar vónir:

Undan valinum, gav hann sandoyingum lyfti um, at hann skuldi geva teimum ein undirsjóvartunnil, millum Suðurstreymoynna og Sandoynna. Eisini tá var Gerhard móttikin sum ein hetja, við røðum, róp og skrál, men tað sum hann átti at havt syrgdi fyri, var at fáa til vega fígging, men hetta varð als ikki hugsa um. Hjá Gerhardi ráddi tað bara um eitt, og tað var at verða afturvaldur, so vertin á, at hann gav sínum veljarum falskar vónir og tóm lyftir.

 

Eysturoyartunnilin fyrstur.

Í svarinum, sum løgmaður gav Gerhardi, sigur hann m.a., at Eysturoyartunnilin helst verður gjørdur fyrst. Hetta fall ikki í góða jørð hjá Gerhardi. Men tað løgna er nú, at Gerhard er, saman vi andstøðuni, í holt við at leggja uppskot fram í tinginum um, at Eysturoyartunnilin skal gerast fyrst. So hvør hevur svikið hvønn, haldi eg at føroya fólk dugur sjálvt at gera sínar metingar um. Um sandoyingar hava skilt hetta, veit eg ikki.

 

Hendan samgongan gav greið boð um, sambært tunnilsbólkinum, at farðast skuldi í holt við at borða Sandoyartunnilin, so skjótt játtanin var komin upp á 150 mill. kr, men takka veri skilaleysa atburðinum hjá Gerhardi Lognberg, er Sandoyartunnulin helst skotin langt út í framtíðina. Nær sandoyingar vakna veit eg ikki, men løgið er, at sandoyingar ikki duga at síggja, at við slíkari framferð, fæst einki fast samband við meginøki, sum landið liggur í løtuni.

 

Nógv eru ivasom.

Sjálvur havi eg veri heitur fyrisprákari fyri, at Sandoyggin skuldi fáa fast samband, men eftir alla hesa høpisleysa øsing og skilaleysu, ódemokratisku framferð hjá Gerhardi, har hann hevur koyrt alt landið út í, so at siga stjórnarloysi, sum alt landið má bløða fyri, eri eg vorðin sera ivasamur, og tað eru tað eisini mong onnur, sum eru tað við mær. So sum fíggjarliga støðan er í løtuni, ger tað sjálvandi ikki betur.

 

At enda skal eg takka himum tingmanninim fyri Sandoynna, Páll á Reynatúgvu, sum hevur víst ein sera skilagóðan og virðiligan atburð í hesum máli, sum helst fer at løna seg aftur í síðsta endanum.