Heðin Mortensen
Nú gongd er komin á ætlanirnar at lata upp føroyska sendistovu í Íslandi, sær ikki mætari út, enn at eitt nýtt flaggstríð er á gáttini. Í øllum førum hava fleiri givið til kennar, at tað hóskar sera illa, at vit fara úr Føroyum til Íslands at knýta sambond við útnorðurgrannar okkara undir donskum flaggi.
Ikki kann heldur sigast annað, enn at alt hetta tosið um føroyska sendistovu undir donskum flaggi í Reykjavík skurrar í oyrunum, tí slíkt tos er høpisleyst og gevur onga meining. Skulu vit hava eina føroyska sendistovu, so skal sjálvsagt føroyska Merkið verða vundið á stong – og einki annað!
Tað er harmiligt at hoyra, at talan skal verða um Dannebrog, tí tað er als ikki í tráð við tað samband, vit frammanundan hava við grannar okkara í Íslandi, at vit ætla at fáa teir at taka ímóti okkum »umvegis Danmark«. Tí tað er tað, um vit ikki koma sum føroyingar og undir føroyskum flaggi.
Tá tað ræður um nýtslu av føroyska Merkinum, hevur ítrótturin gingið undan og víst, at uttan føroyska Merkið vundið á stong, so eru føroyingar ikki við. Líka aftur til 1939 eru ótald dømi um bæði norðurlendskar og alheims fundir, har tað var sjálvsagt, at føroyingar eina og aleina umboðaðu Føroyar undir føroyskum flaggi.
Ikki so fá eru dømini um, at vertir og fyrireikarar ikki hava givið hesum gætur, og tí hava vundið danska flaggið á stong, har føroyingar eru komnir, men at føroyingar tá hava sett sum treyt, at annaðhvørt verður fundast ella kappast undir føroyska Merkinum – ella als ikki!
Eisini hevur okkum í ítróttarhøpi staðið í boði at vera við í bæði olympiskum leikum og øðrum alheims kappingum undir donskum flaggi, men ongantíð hava føroyingar enn tikið av, men havna øllum tilboðum um at umboða Føroyar undir øðrum enn okkara egna flaggi.
Við árunum hava onnur fingið virðing fyri hesum, og tí er ikki vanligt longur, at føroyingar mugu tryggja sær hesi viðurskifti, áðrenn farið verður á fund ella í kapping. Her hevur ítrótturin gingið undan og víst vegin, so tí er tað harmiligt og hugstoytt, skulu landsins myndugleikar nú velja aðra leið, sum liggur øllum føroyingum so fjar.
Hetta snýr seg ikki um ríkisfelagsskap ella ei, men um føroyska samleikan sum tjóð. At vit eru í ríkisfelagsskapi við danskarar, ger okkum ongantíð til danskarar fyri tað, og tí er eingin meining í, at vit nú skulu seta á stovn okkara egnu sendistovu í Íslandi sum annað enn føroyingar.
Hendir tað seg, at Dannebrog skal verða vundið á stong uttan fyri okkara sendistovu í Reykjavík, er tað ein háðan ímóti øllum teimum, sum millum ár og dag hava vart Merkið og føroyska rættin at virka undir tí og ongum øðrum. Og hvussu skulu íslendingar tá taka ímóti okkum sum føroyingar?
Vit hvørki kunnu ella skulu fara til Íslands sum nakað annað enn teir føroyingar, vit eru. Verður tað ikki gjørt undir Merkinum og ongum øðrum, so er frægari heilt at sleppa tankanum um nakra sendistovu. Uttan Merkið – og bara tað – verður hon ongantíð nakað veruligt umboð fyri Føroyar!