Sjónleikarfelagið í Klaksvík hevur eina flotta søgu og tí er tað sárt at síggja og góðtaka, at vit nú eru barnið, ið ongin vil eiga.
Tað staðfestir Aðalbjørg J, Linklett í harmaljóðið í morgun um umstøðurnar hjá leiklistini í Klaksvík. Hon staðfestir, at hølisviðurskiftini hjá teimum eru alt annað enn nøktandi.
- Vit bíða eftir posthúsinum, ið skal verða mentanardepilin í Klaksvík um nøkur ár.
Tolin trívst, heldur hon, men hon leggur afturat, at tað skal valdast kortini.
- Vit trívast ikki væl undir hesum umstøðunum, men vit hava ferð eftir ferð gjørt vart við okkum fyri avvarandi mynduleikum, men tað tykist mangan, sum at sletta vatn á gás.
- Hølini eru als ikki nøktandi til tað virksemi, ið er har. triðingurin av fermetrunum verður brúktur til goymslu.
Og hon sigur, at í tí stóra hølinum eru tveir stórir stólpar, ið órógva sýnið, skuldi nakað verðið framført har.
- Tað gýsir undan garasjuhurðunum og hitapumpan hevur verið svikalig. Nú er nýggj hitapumpa sett upp og hevur tað bøtt um.
- Men við vetrinum fyri durinum, er gott við hálvhosum avtrat, leggur hon speiskliga afturat.
Tey ásanna, at bíðirøðin at sleppa í lummarnar hjá kommununi, men viðhvørt føla tey seg sum lítli Oliver Twist, ið svangur bað um at fáa eitt lítið sindur afturat av súpanini.
Og hon sigur, at nú má okkurt henda. Hinvegin fegnast hon um, at býráði er í gongd og at trivnaður er í býnum.
- Tað er bara so ørkymlandi at tað skal taka so langa tíð. Og ongin hóskandi loysn er, meðan vit bíða.
Tey hava nú funnið leikrit fram og fara at seta leik upp í vetur.
- Klaksvíkin eigur, sum næststørsta kommuna í landinum ikki at vera eftirbátur á hesum øki, men tað hevur hon tíverri verið seinastu nógvu árini, sigur Aðalbjørg J. Linklett.
- Klaksvíkar Sjónleikarfelag verður 40 ár, komandi ár. Og vit gleða okkum at bjóða øllum føroyingum til leik fyrst í komandi ári. Hvør leikpallurin verður, tori eg ikki at siga her, men gleðiligt hevði verið, um vit kundi boðið í egnan leiksal-hvørja ferð, sigur hon.
Les meiri um hennara tankar um sjónleik í Klaksvík við at trýsta HER










