eftirkomarar, sum kunnu spyrjast. Hetta er eisini so langt síðani, at tey flestu, sum kendu John eru deyð. Men tað finst tó ein sjófartsbók hjá John í ættini. Her sæst, at hann tann 22. juni 1925 mynstraði [...] um John. Her kann í fyrsta umfari ikki gerast annað enn at lýsa hansara ætt og ættarsøgu. Keldurnar eru Jákup í Gerðinum, ættaður úr Vestmanna, og Føroya Siglingarsøga. Foreldrini hjá John vóru Hanne Pauline [...] ------------------ Eitt 50 ára minni: Tummas úr Streymnesi gongur burtur við »Hanne S« Í hesum døgum eru 50 ár síðani, at tað seinast frættist frá danska farmaskipinum »Hanne S«, sum tá var statt sunnanfyri
real. At skúlin gjørdist títt lívsverk, har ið arbeiðstíð og frítíð flutu saman í eitt, eru óteljandi dømir um. Vit minnast, at næmingarnir øvaðu sjónleik uppi í kjallaranum hjá okkum, næmingarveitslur vóru [...] unglingin mangan vestjyda, við sínum serliga verumáta og lyndi. Her knýtti hann mong vinarbond, sum eru eins sterk tann dag í dag. Nevnast kann, at á 65 ára føðingardegi hansara vóru hálvthundrað næmingar [...] Men tá sølutølini komu, var tað metsøla, so lagið var gott, og ferðin gekk gott heim til Føroyar. Komin til Vágs høvdu aðrir Nørre Nissum studentar hug at klípa Jákup og Marnu í kjálkarnar, tí tað var jú
øll árini við Garnavirkinum. Aksel og Kristina eiga seks børn. Barnabørnini eru 20 og langommu og –abbabørnini eru seks. Vit ynskja teimum báðum hjartaliga tillukku við tí stóra degnum, tey hava havt. [...] Kristinu Andreassen av Oyrabakka. Foreldur hennara flutti úr Tjørnuvík til Oyrabakka í 1928. Av hesum eru Hans Andreas, Óli og Hjallgrim deyðir. Poul á Oyri Ein týðandi partur av bygdarlívinum á Oyri var [...] men hjá Oyrarfólki var tað framvegis langt at ganga til Norðskála. Eina tíð eftir, at kirkjan var komin, varð framvegis lisin lestur í skúlanum. Men tá ið vegur kom broyttist hetta. Garnavirkið Umframt
verið við í øllum hesum virkseminum. Tey bæði fingu tveir synir. Teir eru Eli og Dánjal Johan, sum er giftur við Maluni úr Rituvík. Vit eru mong sum minnast Honnu við virðing. ó. [...] sera væl, og á eini royndargudstænastu í Danmark vóru tey ovfarin um, hvussu skjótt Jónsvein var komin eftir at prædika á deyvamáli. Jens doyði í fjør. Hetta var ein smeitur hjá henni. Hanna plagdi at
síðan vit fingu havfiskiskap. Fólkatalið er í dag um dupult so stórt sum tað var tá. Hetta merkir, at í dag hevði hetta svarað til einar 125 mans í besta aldri, sum fórust eftir einum ári. Vit kunnu ikki [...] Helenu, sum gekk burtur í 1920. Vit høvdu eisini nøkur nøvn. Eitt var skeivt. Har tað stóð Poul Michelsen skuldi sjálvsagt standa Mikkjal Michelsen, sum var skipari. Vit hava fngið tvey nøvn afturat. Maðurin [...] vík og vág. Neyvan hevur verið størri fjøld á Tvøroyri, sum hendan dagin. Tá ið kongshjúnini vóru komin saman á Torvheyggi, talaði Herluf Thomsen vegna fyrireikingarnevndina av flaggprýdda røðarapallinum
nakað úti eystari. Men tá teir eru komnir nakað út, siglir trolarin frá teimum. Teir sigla ella kanska rættari reka nú vestur eftir. Menn drukna og stirðna í hel Fyri middag eru longu tveir manns stirðnaðir [...] Samvit beindi fyrispurningin til mín. Eg hevði so ikki hoyrt um hesa vanlukku og fór at kanna málið. Vit báðir Kenneth komu so í samband við hvønn annan, og úrslitið er henda frásøgnin um eina syrgiliga og [...] eftir honum. Men undir hesum bjargingararbeiði, legðist so nógvur sjógvur inn yvir tær opnu lúkurnar, at vandi var fyri at hann holvdist. Har var einki annað at gera enn at seta bjargingarbátin út.
Anna Katrina og Emil av Miðgerði. Tey vóru tilsamans 13 systkin, eitt doyði tó sum smábarn. Ì dag eru fimm av systkjunum eftir á lívi. Emil plagdi at sigla sum motorpassari við sluppum. Hann var ein rættiligur [...] Mýruni í Syðrugøtu. Dóttir teirra Katrina, gift við Esbern Zachariassen, prýddi forsíðina. Myndir eru eisini av Annfinn, son Katrinu, og Oluffu, systir hennara. Sum Janus minnist vórðu myndirnar tiknar [...] nóg væl. Tá gramdi hann seg í telefonini á ramligum kollafjarðarmáli: ”Hvussu kann tað vera. Gørnini eru sum stoppitráður!” Hetta var ikki niður aftur lagt. ”Ræningin” av Eiriki Jalli. Eitt sum gjørdi Janus
við. Tey eru ikki nógv sum eru so nær tey 100 árini, sum eru so bragdlig. Alt í alt kann sigast, at Trina er eitt gott umboð fyri Føroyar í Danmark, og tað var sera stuttligt at vitja hana, og vit senda henni [...] Holbæk. Tey eiga ein son, Daniel, sum er automekanikari. Martin og konan, Inga, eru deyð, men tær tvær døturnar hjá teimum eru óførar at vitja. Martin fekk blóðpropp og gjørdist púra óhjálpin 54 ára gamal [...] Maritu úr Mikladali, sum er systkinabarn Trinu. Úr skúlanum Eina ferð er Trina 14 ár, og tíðin er komin at fara úr skúlanum. Trina verður konfirmerað í Fuglafirði. Annars var hon von at ganga í kirkju hvønn
Sum nevnt í fyrsta partinum eru tveir býlingar í Hattarvík. Tað er Uppi í Húsi, haðani Símun er ættaður, og so er tað Niðri í Húsi, eisini kallað Húsagarður. Eisini her eru trý fyrndarhús, Innistova, [...] torv. Kornvelting So var tað kornvelting. Fyrst eg minnist vóru bara tvey hús sum veltu korn. Men tá vit komu út til 40-árini við krígnum vóru tað fleiri, sum fóru at velta korn, og tað kundu vera nokk so [...] korni. Tá ið alt hetta var liðugt, bóru tey altíð morgunmat oman í sodnhúsið. Tá ið børnini vóru komin á føtur, so fóru tey við eplum at biðja sornkonuna um at steikja tey í øskuni. Tá smakkaðu tey ógvuliga
eitur »Vit eru Føroyingar«, eftir fyrstu reglu í tí ironisku yrkingini »Kvæði fremsta framtakskappa landsins« (Orð: Regin Dahl/Lag: Kári Bæk) um at vera mentaður føroyingur. Á hesu fløgu eru fleiri [...] Á fløguni eru trý løg av ljóði: 1) Super Audio 5.1 »surround« 2) Super Audio Stereo, og 3) vanligt stereo. Á fløguni eru sangir úr Bulgaria, Danmark, Íslandi, Amerika og eisini eru fleiri góðir [...] at hátíðarhalda stóra íkastið, sum høvundin hevur givið føroyskum máli og mentan. Hóast tær eru fáar, so eru yrkingarnar, sum Jens Pauli Heinesen skrivaði í lívi sínum, merkisverdar. Elin Brimheim Heinesen