Janus í Bindibókini 80 ár

Hósdagin 5. juni verður ein vælkendur kollfirðingur, Janus Petersen, 80 ár. Hann er serliga kendur fyri tvinni sera ymisk ting. Sum modell í bindibók og fyri ”ránið” av skipinum Eirikur Jallur

Foreldrini hjá Janus vóru Anna Katrina og Emil av Miðgerði. Tey vóru tilsamans 13 systkin, eitt doyði tó sum smábarn. Ì dag eru fimm av systkjunum eftir á lívi.

Emil plagdi at sigla sum motorpassari við sluppum. Hann var ein rættiligur smiður, og tá ið hann var heima, plagdi hann at nýta hendan førleikan. Hann dugdi stórt sæð alt.

Janus er nummar fimm av systkjunum. Ein kann ætla, at í hesum húsi hevur verið nógv lív. Elst var Silvurlýn. At vera genta og elst av einun systkinaflokki kom av sær sjálvum at geva henni stóra ábyrgd heima. Janus minnist, hvussu hon máttu brúka snildir at fáa hann í song. Tey spældu, at hann var seyður, sum skuldi roytast. Roytingin gekk soleiðis fyri at, at hann mátti lata seg úr klæðunum plagg fyri plagg. Tá var eisini sloppið.

Hóast tey vóru mong í húsi, minnist Janus einki til, at tey hava manglað nakað. Her lá eisini væl fyri at fara á flot. Á Kollafirði fekst altíð eitt kók av smáfiski, og her var eisini sild at fáa við gørnum.


Við abba á floti


Janus minnist serliga eina ferð, hann fór á flot við abba sínum. Teir skuldu skjóta fugl, men høvdu gloymt glúpin eftir. Tískil mátti Janus rætta seg niður á sjógv eftir tí skotna fuglinum.

Men eina ferð var Janus áhalsin og datt á sjógv, meðan báturin siglir við fullari ferð. Trupulleikin var, at tann gamli abbin ikki kláraði at steðga maskinuni. So abbin sigldi í ring, meðan Janus royndi at svimja eftir bátinum, men tað riggaði als ikki. Janus royndi so at svimja til lands. Tá hevði abbin funnið útav at bakka bátin, so hann skiftivís bakkaði og sigldi fram, til Janus at enda fekk fatur í bátin. Abbin hjálpir honum inn um, men tá fer Janus eftir høvdinum niður í bátin, og hann svímar. Tá hann raknar við aftur, er moturin steðgaður, og teir so at rógva til lands. Omman mátti einki fáa at vita um, hví ommusonurin kom vátur og illa tuskaður til lands. Teir leggja saman ráð, at hann skuldi látast at detta á sjógv, tá teir leggja at, og hetta skuldi vera frágreiðingin fyri karmin. Men sannleikin kom tó fram, og tá fekk abbin av at vita.


Fekk krónuna aftur frá Jákup Joensen


Janus fekk ta skúlagongd, sum var tann vanliga tá í tíðini. Tað var bert ein lærari og tríggjar flokkar. Lærari var Poultitus úr Kirkjubø. Væl kom kortini burtur úr.

Janus varð konfirmeraður í Kvívík av Jákup Joensen, sum seinni gjørdist bispur. Hann hevur eina fitta søgu um Jákup. Tá tey sótu í kirkjuni var onkur drongur, sum klípti eina gentu. Jákup legði av órøttum Janus undir at vera tann seki. Tá plagdu konfirmantarnir at geva prestinum eina krónu ella tvær, tá alt var yvirstaðið. Tá Jákup kom eftir, at hann hevði gjørt Janusi órætt, gav hann honum krónuna aftur við bøn um umbering.


Til skips við Belluni


Tað slapst ikki burtur undir krígnum hjá ungum dreingjum. Men beint eftir kríggið fór Janus við Belluni, sum Bella Piddi á Toftum átti og førdi. Tað varð annars sagt, at Piddi fekk Belluna frá pápa sínum Símun Højgaard í silvurbrúðleypsgávu!

Manningin var heldur vánalig, um hugt verður eftir aldrinum. Tað vóru bert tríggir tilkomnir menn við. Hinir vóru ungir dreingir. Teir fóru til Grønlands á snørisveiðu. Her var fiskað á ein heilt annan hátt enn undir Íslandi, har fiskurin skuldi dragast av 100 favna dýpi. Her var nevniliga flotfiskur. Tí var tað lætt og skjótt at fiska, og teir høvdu fult dekk hvønn dag. Teir landaðu eisini í Føroyingahavnini. Úrtøkan fyri túrin var 4.700 krónur. Hetta var bara óført tá í tíðini.

Janus fekk roynt eitt sindur av hvørjum. Hann fór at arbeiða á einum bóndagarði í Íslandi. Hetta var vanligt hjá ungum dreingjum tá í tíðini. Lønin var kr. 600 kr um mánaðin. Tað var ikki so galið. Ein slíkur garður hevði 20 kýr, men ikki nógvan seyð.

Síðan fór Janus at rógva út í Grindavík. Fiskað var við línu og gørnum. Hann fór síðan við íslendskum trolarum, sum so nógvir aðrir føroyingar í teirri tíðini. Teir vóru á ísfiskaveiðu á vanligu leiðunum, eisini á Halanum og Grønland.


Hvussu Janus kom í Bindibókina


Janus verður kallaður í Bindibókini, og hetta hevur eina heilt serliga søgu. Upprunin til Bindibókina var tann kendi skræddarin Hans Marius Debes, ættaður frá Gjógv. Hann var ommubeiggi Janus, beiggi Petru, ommu Janus. Hans Marius setti sær fyri at savna og geva út føroysk bindingarmynstur.

Fyrsta útgávan kom í 1932. Í 1949 kemur ein nýggj útgáva við 143 mynstrum, stórt sæð úr øllum Føroyum. Hans Marius skrivar í fororðinum, at sjálv Alexandrina drotning hevði heitt á hann sum at savna hesi mynstur, og bókin var eisini ognað henni.

Men til hesa útgávuna hevði Hans Marius syrgt fyri at fáa modellir, so tað kundi síggjast, hvussu mynstrini riggaðu á fólki. Modellini vóru fyri ein stóran part skyldfólk hjá Hans Marius. Janus sjálvur er á tveimum myndum, systir hansara Dagmar er eisini við í bókini. Hans Marius átti eina systir Anna, sum var gift við kenda skiparanum Jákup Andreas á Mýruni í Syðrugøtu. Dóttir teirra Katrina, gift við Esbern Zachariassen, prýddi forsíðina. Myndir eru eisini av Annfinn, son Katrinu, og Oluffu, systir hennara. Sum Janus minnist vórðu myndirnar tiknar av Sigrid Lützen, sum var fotografur.

Janus var einasta modellið av vaksnum manni í bókini. Bindibókin hevur uttan iva verið seld víða. Tískil varð Janus kendur sum Janus í Bindibókini. Bindibókin er givin út fleiri ferðir síðan tá, men hetta er tó uttan myndir.

Janus plagdi at búgva hjá Hans Marius, tá ið hann var í Havn. Hans Marius var jú skræddari og seymaði fyri fólk. Húsini vóru smá, og Hans Marius hevði eina lítla seymistovu. Janus plagdi at sova í stovuni, men tá fólk komu at passa klæði, var ikki annað rúm enn stovan til hetta. Tá mátti Janus fara út.

Hans Marius var eisini ofta í Kollafirði, tá ið hann ferðaðist um at leita eftir mynstrum. Tá kom hann eisini at vitja. Hann var so góður við børn.

Hans Marius var eisini í Kollafirði, eina ferð Alexandrina drotning kom hagar á vitjan. Tá prátaðu tey bæði leingi saman.


Koyrdi hýruvogn og fann konu


Mitt í 50-unum koyrdi Janus eini tvey ár taksakoyring í Havn. Fyrst var tað hjá Magnus Bærentsen og síðan hjá Taxa.

Telefongenta á Taxa var Elisabeth Sørensen úr Porkeri. Tað rann saman millum teirra, og tey giftust í 1955.

Eftir at hava koyrt taksa eina tíð fer Janus aftur burtur. Umleið 1960 er hann skipari á Bearnaise hjá skyldmanninum Pidda, S.P. Petersen, jun í Fuglafirði. Hetta er fyrstu ferð undirritaði visti um Janus. Janus var eisini á sildaveiðu við gørnum, men hann helt ikki, at tað gekk nóg væl. Tá gramdi hann seg í telefonini á ramligum kollafjarðarmáli: ”Hvussu kann tað vera. Gørnini eru sum stoppitráður!” Hetta var ikki niður aftur lagt.


”Ræningin” av Eiriki Jalli.


Eitt sum gjørdi Janus sera kendan var ”ræningin” av Eiriki Jalli í 1962. Sum so nógvir aðrir føroyingar tá í tíðini vildu kollfirðingar eisini hava línuskip. Teir bygdu tískil Eirik Jall í Noregi. Tá gjørdu teir tann feilin, at teir bíløgdu skip og maskinu hvør sær. Tá skipið var klárt at fáa motorin ísettan, var motorurin seinkaður frá Tuxhamverksmiðjuni. Tískil krevur skipasmiðjan, at goldið verður kr. 150.000 eyka fyri seinkanina av motorinum. Hetta er nógvur peningur fyri eitt skip, sum hevur kostað eina góða millión. Janus segði nei. Teir høvdu fingið tann pening, sum avtalaður var. Hann helt seg hvørki hava skyldu ella møguleika at gjalda so nógv eyka fyri skipið.

Skipasmiðjan helt fast um sítt og noktaði at lata skipið frá sær. So her máttu snildir nýtast.

Í hesi støðu bjóðar skipasmiðjustjórin Janusi at fara eina útferð saman við sær og konuni út á eina oyggj nærindis. Her kundu teir sóla sær og hava tað hugnaligt. Tá farast skuldi, sigur Janus við stjóran, at hann føldi seg sjúkan og ikki kundi koma við. Kona stjóran helt, at nú høvdu tey gjørt seg klár, so fóru tey bæði kortini.

Stjórin hevur neyvan ánað óráð, tí tað vóru bert skipari og meistari umborð. Janus hevði sent boð til Føroyar eftir meira manning at sigla skipið til Føroyar, og teir skuldu koma tveir dagar seinni við ferðamannaskipinum Heklu.

Men Janus var als ikki sjúkur. Hann hevði spurt meistaran Johannes Juel Askham, um hann var við uppá, at teir báðir fóru avstað einsamallir við skipinum. Hesum játtaði hann, og Janus bað hann hava motorin kláran at fara. Sjálvur hevði hann avgreitt tollvaldið.

Tá ið stjórin er farin og komin væl uppá pláss, nú loysa teir. Teir sigla fram við oynni, har stjórin var farin úrferð. Hann er farin útí at svimja, tá ið hann sær Eirik Jall koma undan nesinum. Janus ger ikki vandari, enn at hann siglir inn ímóti oynni og floytar til stjóran!

Hesin skundar sær at svimja í land og setir seg í samband við politiið at fáa tikið skipið, áðrenn tað sleppur úr norskum sjóøki. Men norski skergarðurin er stórur og her var ikki lætt at leita. Her var Janus eisini kunnugur. Tað varð rópt eftir teimum í skipstelefonini, men teir svaraðu sjálvsagt ikki aftur.

Tað eydnaðist Janusi í seinastu løtu at fáa sent avboð til ta manning, sum var á veg umborð á Heklu eftir skipinum.

Tað er sunnudagin 19. august kl. 16,30, at teir loysa, og týsdagin 21., kl 9,30 leggja teir at í Kollafirði. Har var nógv fólk at taka ímóti og kommunuformaðurin Johannes Debes helt røðu.

Annan dagin eftir var farið til Havnar, har gestir vóru bodnir umborð og farið var siglitúr.

Tað frættist einki aftur frá skipasmiðjuni. Tað kom bert eitt bræv frá varastjóranum, har hann segði tað vera púra beint, sum Janus hevði gjørt.

Farið var til Grønlands at fiska við snellu og línu. Seinni róðu teir út við bátum.

Um veturin var tað ísfiskur. Vanligt var at landa í Bretlandi. Tá ið fiskimnarkið varð flutt út í 1964, og bretar settu avmarkingar í verk, varð onkuntíð landað í Týsklandi.

Eirikur Jallur endaði seinni í Vágunum og bleiv til ísfiskatrolarin Mars. Aftur seinni var hann seldur av landinum, og tað allar seinasta sum frættist var, at hann var tikin sum narkosmuglaraskip.

Nakað samstundis sum hetta hendi, varð Kardumummubýurin framførdur í útvarpinum. Fólkaspeiið gav Eiriki Jalli navnið Suffía mostir


Farmasigling og ferðamannasigling


Aftaná at hava roynt fiskiskap í nógv ár fór Janus í farmavinnuna. Hann var við í Star reiðarínum, sum var ein roynd at skapa eina føroyska farmavinnu. Hetta gekk ikki nakað serligt.

Tey seinastu árini á sjónum var Janus við Strandferðsluni. Í 1984 fór hann sum skipari við Pride, sum mest sigldi útferðartúrir, millum annað til Mykinesar.

Síðan fór hann sum skipari umborð á Ternuna, har hann var til á vári 1993. Á Strandferðsluni var Janus væl dámdur hava vit fingið at vita frá ovastu rók.

Við Elisabeth fekk Janus trý børn. Tað er Bjarni, giftur við Jórun f. Jacobsen úr Kollafirði. Anna, gift við Magnus Skýlindal, og Hjørdis, gift við Erling í Liða. Tey eiga fýra børn í part. Elisabeth doyði í 1973.

Janus giftist aftur við Annufíu úr Vestmanna, og tey eiga dótrina Elisabeth. Janus er eisini blivin langabbi til Aron hjá Elisabeth hjá Bjarna. Janus eigur eisini sonin Kára, og eru báðir synir Janus eisini skiparar.

Hóast Janus í árum eldist, er hann framvegis sera bragdligur. Hann er virkin á ymiskum økjum við báti, sigling, veðrahald og í undirhúsinum í Vestmanna.

Janus nú í Vestmanna. Honum dámar væl at greiða frá og kanska eisini at reypa eitt sindur sum ein framvegis rættur kollfirðingur! Men Janus er eisini trúfastur. Samanhaldið í ættini er gott í allar ættir.

Janus hevur altíð verið tjóðskaparmaður. Hesum hevur hann ikki dult fyri. Men familjan spennir vítt eisini á hesum økinum. Ein svágur, giftur við systrini Dydduni, er erkasambandsmaðurin Benny Samuelsen. Her er grundarlag fyri einum trivaligum kjaki. Mestsum man Benny fara at arga Janus við, at hann er føddur sjálvan danska grundlógardagin. Annars var kona Benny og eisini okkurt barnabarn hjá teimum eisini fødd grundlógardagin. Men hetta er meira í samsvar við politikkin!

Sjálvsagt verður dagurin hildin í Kollafirði. Hetta verður í bygdarhúsinum frá kl. 12-18, har øll eru vælkomin Ynskt verður honum hjartaliga tillukku.


ó.