annað er so, at ikki øll, sum samfelagsliga og búskaparliga sæð eru ein partur av arbeiðaraklassanum, eisini eru medvitandi um støðuna, ella eru sosialistar ella javnaðarmenn ella aktiv í einum fakfelagi. [...] at hava eina teori um samfelagið, hvussu er tað við ognarviðurskiftunum, hvørjir klassar (stættir) eru, hvussu stendur til við framleiðslutólunum. Her hevur høvundurin, so vítt eg dugi at síggja, eina [...] bjóðar eina løn afturfyri, og sum arbeiðsmegin á onkran hátt góðtekur.« Her er begrepsforvirringur komin í! Tað átti at verið nakað soleiðis: »Kapitalisturin keypir arbeiðskraftina og setir hana at arbeiða
í Føroyum áðrenn Dimmalætting, nevniliga Færingetidende. Av teimum mongu bløðunum, sum síðan eru komin út er bert Sosialurin til í dag, men hann byrjaði nærum 50 ár seinni. Dimmalætting sá dagsins ljós [...] støðu hevði blaðið í meira enn 100 ár, tá ið vit fingu alment lýsingarblað. Hetta førdi eisini við sær, at meðan øll fyrr lósu almennu kunngerðirnar, eru tey nú bert nøkur fá. Føroyskir og danskir [...] Hetta er kanska nakað nógv tikið til, men tónin millum bløðini var sera skarpur. Um hesa tíðina fingu vit eisini floksbýtið, og hvørt av bløðunum fóru í sín part. Andrass Samuelsen, formaður í Sambands
allarmest av teimum næstu, men um øll tey og øll vit, ið vóru góð við hann, dugdu at taka henda tilburð, sum eina gávu frá Guds hond, so eru vit før fyri at sanna profetsins orð: »Tú ert Harrin, tin [...] 71 ára gamal og mamma bleiv 53. Pápi mín var sonur gamla Niels Petur Egholm í Egholmsstovu í Havn. Vit vóru 9 systkin, 6 dreingir og 3 gentur. Báðar systrar mínar liva enn, nevniliga Marin, ið býr hjá A [...] á Selatrað, og sum fylt hevur 91 ár, og Sigga Malena, 88 ára gomul, sum býr í Dúvugørðum. Harimóti eru allir seks dreingirnir deyðir. Tann elsti av teimum var faðir Thomas Egholm, bónda í Hvalvík. Jens
ákærur aftur og hartil fór at vitna til teirra fyrimuns, nú slett ikki møtti upp, tá á stóð. - Nei, vit vita ikki hví hann ikki er møttur. Hann er farin aftur til Tunesia, og orsøkin skal vera hon, at hann [...] framman undan, so vóru inntøkurnar raplaðar niður frá avlopi til tap. Veksla pening Men um pengar eru »hvítvaskaðir«, so hava verjarnir sín sterka illgruna um, hvussu hetta er farið fram. Tí tað hevur [...] av at hjálpa bróðrinum, og pengarnir skuldu sostatt nýtast til at rinda MVG fyri. Hvussu hann var komin fram til at hava 135.000 krónur í kontantum, gekk illa at greiða frá, og tað mundu bæði ákæri, verjar
hetta í ávísum førum sá rættuliga vágafult út. Hans Fróði Hansen, Sogndal IL 13/1 Spældu sum vit eftirhondini eru von við at síggja hann. Við stórum myndugleika í luftrúminum, og kom eisini væl ímillum nakrar [...] og frekleika, tá hetta gjørdist neyðugt, og tað er gleðiligt at staðfesta, at hann nú tykist vera komin rættuliga fyri seg aftur. Sýndi eisini sjálvsálit, og royndi seg í tveimum førum við skoti útifrá
avbjóðing í viðførinum. Dagin fyri var tað almannakunngjørt, at hann var ein av teimum 10, sum vóru komin ígjøgnum nálareygað til danska Melodi Grand Prixið. Sangurin hjá Pæturi, sum var millum 662 innsendar [...] samanhangi, og Pætur hevur síðani hann var ungur drongur fylgt við í kappingini. ? Heima hjá okkum hava vit altíð hugt eftir Grand Prixnum, og hóast tónleikurin er av einum serligum slagi, havi eg altíð funnið [...] meti verða góður tónleik, sigur Pætur. ? Hugsar tú um hvørjir sangir hava verið í Grand Prixnum, so eru tað nógvir frálíkir sangir millum teirra, men har hevur sjálvandi eisini verið nógv, sum mær als ikki
umframt at vera treytað av fólkatali eru ferðslutøl sera nógv tengd at til dømis fjarstøðu millum bústaðarøkir og at tørvinum at ferðast millum bygdir/býir. Sum dømi kunnu vit spyrja, hvussu nógv havnarfólk [...] ini í Gøtudali til Skipaneskrossin er umleið 5,1 km langt. Haðani eru 7,8 km til tunnilsmunnan í Rókini á eystara armi, meðan tað eru 18 km til tunnilsmunnan á Strondum á vestara armi á fjørðinum. Úr Rókini [...] øktar ferðslutrupulleikar við sær í oynni, serliga í Runavík, har ferðsluumstøðurnar frammanundan eru truplar. Sambært Landsverk er Gøtueiði, nú sum áður, eisini ein vansi fyri ferðsluna, sum blívur størri
Liðmjúkan arm, sveittan í barm, grenjar í tolli, men ongan annan larm Fýra eru á. Og, vælsignaða fløkja! Loddið við borðið! So lyfta vit teir inn. Stendur illa í? So mást tú teir kjøkja; Høgg teimum kleppin [...] tað mesta, ið eg leiti eftir, er at finna í teirri óskrivaðu søguni og teirri orðaleysu røðuni. Tað eru til allar tíðir farnar broytingar fram í føroyska samfelagnum. Ein tann størsta áhaldandi broytingin [...] fram var tað turrur fiskur sum var tann týdningarmiklasta útflutningsvøran her á landi, men so mistu vit skipasambandið úteftir. Tá eg gekk í skúla, stóð tað í eini lesibók, at fyrr var ull Føroya gull, men
hava verið við í útvarpsending hjá Svenning av Lofti og í blaðgreinum hjá Óla Jacobsen. Omma og eg eru komin sera tætt upp á hvønn annan ígjøgnum hesar samrøður. Í august 2008 sótu omma og Oleva systir hennara [...] til ta ommuna, sum nú fyllir 90 ár, Anna-omma, ella Anna á Váli. Henda omman var tann omman, sum vit ommubørnini kanska sóu mest til ígjøgnum barndómin, eftir sum at hon hevur búð í grannalagnum alla [...] november 1920 í Havn. Longu sum fýra ára gomul misti hon mammu sína. Minnini um kring hesa hending eru sera rørandi at hoyra. Hon fekk seinni fortalt, at onkur skuldi hava møtt sær sum smágenta inni í
Eydna, sum er gift við dananum Svend, tey búgva niðri. Herluf doyði í 1987. Ommubørnini eru 10, og langommubørnini eru 22. Afturat børnunum vaks systirsonurin Ellindur upp hjá teimum frá tí mamma hansara [...] Ellindur Erlingsson. Tey vóru 12 systkin, níggju systrar og tríggir beiggjar. Eftir av systkjunum eru Mia, Herborg og Trond, sum øll búgva í Danmark. Pápin var upprunaliga fiskimaður, men seinni fekst [...] Eitt eyðkenni fyri Valdemar Lützen var, at hetta var ein fyritøka, har arbeiðsfólkið treivst, og tað eru fleiri dømi um fólk, sum arbeiddu har í 50 ár og meira enn tað. Størsta partin av lívinum hevur Ellen