Tá 31 ára gamli Pætur við Keldu fríggjadagin fyri einari viku síðani fór úr Keypmannahavn og setti kós móti Føroyum, var tað við eini øðrvísi kenslu í sinninum og eini spennandi avbjóðing í viðførinum.
Dagin fyri var tað almannakunngjørt, at hann var ein av teimum 10, sum vóru komin ígjøgnum nálareygað til danska Melodi Grand Prixið. Sangurin hjá Pæturi, sum var millum 662 innsendar, var kosin at vera ein av finalusangunum, tá danska Grand Prixið verður hildið 9. februar næsta ár.
? Tað er øðrvísi at koma heim hesaferð. Klaksvíkin er sjálvandi tað, sum hon plagar at vera, men fólk ynskja mær tillukku, og tað verður nógv tosað um Grand Prix, sigur Pætur við Keldu.
Enn er ikki gjørt av, um Pætur skal framføra sangin hjá sær til danska Grand Prixið, men skal hann tað, so bíðar kanska tann heilt stóri kjansur í Cirkusbygninginum 9. februar. Danska Grand Prixið verður varpað beinleiðis í sjónvarpi, og ørgrynna av fólki plagar at fylgja.
? Eg havi ilt við at ímynda mær, at luttøkan í danska Grand Prixnum kann føra langt, men eg vóni, at hetta er ein so stórur kjansur, sum tað kann verða.
KOMPONERAÐI GRAND PRIX SANG
Síðani september mánaða í 1999 hevur Pætur verið búsitandi í Keypmannhavn. Hann er annars uppvaksin í Klaksvík og hevur búð har meginpartin av lívi sínum.
? Eg hevði brúk fyri at sleppa burtur og royna meg í einum nýggjum umhvørvi. Eg vildi eisini hava klaverundirvísing, og tað havi eg fingið í Keypmannahavn.
Pætur hevur nú í meira enn tvey ár búð í Keypmannahavn, har hann arbeiðir og fæst við tónleik í frítíðini.
- Tá eg búði í Klaksvík var eg nógv bundin og hevði altíð ov mikið at takast við. Í Keypmannahavn havi eg arbeitt um dagin, og so havi eg einki havt at fara til um kvøldarnar uttan ein innanduratíma sunnukvøld, sigur Pætur.
? Tað hevur givið mær yvirskot til at fáast við tónleik ? skriva og spæla - og nú gjørdi eg eisini álvara av eini ætlan, sum eg leingi havi gingið og hugsað um.
Hendan ætlan er at royna seg við einum sangi í danska Grand Prixnum, og hóast ivaleyst nógvir aðrir føroyingar hava havt hug til tað, so gjørdist hendan ætlan til veruleika hjá Pæturi.
? Eg setti meg í grundini niður at skriva ein sang, sum eg helt kundi brúkast til Grand Prixið. Tað er ein lættur sangur við tveimum versum og niðurlagi. Tá eg var liðugur við sangin, var eg væl nøgdur við hann, og eg helt, at hann kundi hava ein kjans. Men eftir at eg hevði lurtað óteljandi ferðir eftir honum og arbeitt meira við honum, misti eg hómingina av, um tað veruliga var ein góður sangur ella ikki, greiðir Pætur frá.
Føroyski tónleikarin og framleiðarin Hans Poulsen hjálpti Pæturi við innspælingini av sanginum, sum varð sendur upptøkunevndini til Grand Prixið.
? Eg havi fingið sera góða hjálp frá Hans, og eg rokni ikki við, at hetta hevði blivið til nakað uttan hansara hjálp, heldur Pætur.
MYNDIN BROYTIST. Úrslitið av fyrstu royndini hjá Pæturi at senda eina sang til Grand Prixið var gott. Úr stórari rúgvu av sangum, har upptøkunevndin spakuliga arbeiddi seg frá 662 sangum og niður til 10, var sangurin hjá Pætur ein av teimum, sum hvørja ferð kláraði víðari til næsta umfar.
Pætur var ovfarin, tá hann fekk boðini um, at hansara sangur var kosin at verða við í Grand Prixnum.
? Eg dugi illa at meta um, hvussu stórt hetta er. Fólk halda, at tað er ótrúligt, at eg eri sloppin við, men nú eg alt í einum eri drigin inn í hetta, so broytist mín mynd av hesum. Tá tú stendur uttan fyri nakað, sært tú eina stóra illusión, meðan tú fært eina heilt aðra mynd, tá tú sjálvur sleppur upp í part.
? Eg havi hitt púra vanlig fólk í sambandi við Grand Prixið, og tað minnir nógv um at skula spæla á eini konsert í Føroyum. Fólk hava ávísar uppgávur og loysa tær, men eg veit sjálvandi, at hetta er eitt størri tiltak, enn øll onnur, sum eg havi havt við at gera, sigur Pætur.
? Tilveran hjá einum og hvørjum menniskja gongur fyri seg innan ávísar rammur, men so kemur nakað sum hetta og broytir alt. Seinastu dagarnar havi eg havt eitt sindur ilt við at finna út av, hvar eg flóti í øllum hesum. Men tað er bara spurningur um at venja seg við tað, og so er alt sum vanligt aftur.
Fram til 8. januar skulu fyrireikararnir av Grand Prixnum finna út av, hvør skal syngja og spæla teir ymsu sangirnar, og ikki fyrr enn tá verður tað greitt, um Pætur skal framføra sín egna sang.
FÓTBÓLTSTAKTIKKUR
Pætur við Keldu hevur verið við til at gjørt tvær útgávur seinnu árini. Tann fyrra var í bólkinum, tey róptu Tiðnað. Har sang hann saman við systrunum hjá sær og systkinabarninum. Tey hava sungið nógv saman gjøgnum árini, og Pætur helt tað vera neyðugt at gera hesa fløguna, áðrenn hann kundi fara víðari við sínum egna tónleiki
? Ætlanin hjá mær hevur altíð verið í trimum stigum. Tiðnað var tann fyrsta fløgan, sum eg hevði hug at gera. Eftir tað kom so Simplicity, sum var ein fløga við mínum egnu sangum, har stórur partur av tónleikinum er einfaldur við sangi og klaveri. Og síðani hevur ætlanin altíð verið, at eg skuldi gera eina ordiliga góða fløgu, har alt gjørdist eitt sindur størri, greiðir Pætur frá.
? Tað skal vera líka sum í fótbólti. Fyrst eina avlevering út í síðuna, síðani ein góðan bólt innfyri, og so ræður um at heilfluktað hann málið. Helst upp í málhornið.
Triðja fløgan hjá Pæturi skal vera fluktarin, tað stóra, vakra málið, sum fær fólk at jubla.
- Eg vóni, at eg kann fáa møguleikan at geva eina fløgu út í Danmark. Tað er avgjørt ein fyrimunur, at ein sangur hjá mær er sloppin við til Grand Prixið. Tað gevur mær nakað at byggja á, men tað ræður um at brúka hendan møguleikan rætt, sigur hann.
GRAND PRIX ÁHUGIN GAMAL. Grand Prix kappingin er gomul, bæði í Danmark og í altjóða samanhangi, og Pætur hevur síðani hann var ungur drongur fylgt við í kappingini.
? Heima hjá okkum hava vit altíð hugt eftir Grand Prixnum, og hóast tónleikurin er av einum serligum slagi, havi eg altíð funnið okkurt í rúgvuni, sum mær hevur dámt og sum hevur passað til tað, sum eg meti verða góður tónleik, sigur Pætur.
? Hugsar tú um hvørjir sangir hava verið í Grand Prixnum, so eru tað nógvir frálíkir sangir millum teirra, men har hevur sjálvandi eisini verið nógv, sum mær als ikki hevur dámt.
Nú sleppur Pætur við Keldu at seta sín egna dám á Grand Prixið ? í hvussu so er tað danska. Og skal í hesum sambandi tosast um tann fullkomnað sigurin, so er tað, at Pætur skal framføra sín egna sang, og at hann vinnur danska Grand Prixið.
Men hetta er í løtuni ein fjarur dreymur, og Pætur hugsar ikki so langt.
? Í løtuni royni eg bara at njóta hetta og ikki hugsa so nógv um, at sangurin hjá mær skal vinna. Eg vil heldur verða við til at gera ein góðan sang og ikki vinna, heldur enn at gera okkurt, sum eg ikki kann standa við, og so vinna, sigur Pætur.
TÓNLEIKUR IKKI BARA UNDIRHALD.
Tónleikur hevur havt nógv at siga í lívinum hjá Pæturi. Hann hevur síðani hann var ungur spælt klaver, og seinni fór hann eisini at syngja í kóri. Hann hevur eisini verið solosangari, og seinnu árini hevur hann á útgávum og konsertum gjørt vart við seg sum ein dugnaligur klaverspælari og sangari.
? Tað verður ofta sagt, at tónleikur er undirhald, men seinastu tíðina havi eg hugsað nógv um, at tónleikur sanniliga eisini hevur nógvar funktiónir - tað er ikki bara undirhald. Fólk brúka tónleik til so nógv, tey dansa til hann, tey brúka hann, tá tey rudda ella skulu slappa av, og tey syngja felagssang.
? Men tað er ilt at siga, hvat tónleikur merkir, og hvat hann er. Tað er nakað við tónleiki, sum tú ikki fært forklárað. Hann framkallar kenslur og stemningar, so har er nógv, sum ikki er so ítøkiligt og lætt at seta orð á.
Men tað er í hvussu so er ítøkiligt, at Pætur við Keldu hevur skrivað seg inn í danska Grand Prix hitan, og 9. februar skal sangur hansara, Som en drøm, til próvtøku frammanfyri danska fólkinum.
Og at sangurin hjá Pæturi skal fara at vinna, er bara ein dreymur.
Men við hvørt gerast dreymar til veruleika.