Pílurin boygnaði uppeftir

Fyri flestar av føroysku leikarunum var felagsnevnarin sunnudagin, at teir eftir ein minni góðan fyrra hálvleik spældu ein betri seinna hálvleik

Jákup Mørk


2-2 javnleikurin móti slovenum fer ivaleyst at standa frammarliga í minni hjá bæði leikarum og viðhaldsfólkum hjá landsliðnum.

Gleðin um javnleikin kann tó ikki káva útyvir, at føroyska liðið í fyrra hálvleiki tóktist at hava ein av teimum ringu døgunum, men tíbetur broyttist hetta seinna umfarið.

Niðanfyri verður gjørt ein roynd at lýsa avrikið hjá einstøku leikarunum, og sum heild er tað sama at siga um leikararnar, sum um dystin. Fyrri hálvleikur var lakur, meðan nógv meira ferð kom á seinna umfarið.


Jákup Mikkelsen, Herfølge BK

15 dystir/0 mál

Eftir gerabýti við Jens Martin Knudsen í dystinum móti Danmark var Jákup aftur fyrsta val millum stengurnar sunnudagin, og hesa uppgávuna loysti hann til reint UG.

Var sera tryggur, tá boð vóru eftir honum, og tey bæði slovensku málini kann málverjin ikki lastast fyri. Er sera týdningmarkikil í føroyska verjuspælinum, tí bótførleiki hansara ger, at spælararnir altíð kunnu spæla bóltin til hansara. Eisini hóast hetta í ávísum førum sá rættuliga vágafult út.


Hans Fróði Hansen, Sogndal IL

13/1

Spældu sum vit eftirhondini eru von við at síggja hann. Við stórum myndugleika í luftrúminum, og kom eisini væl ímillum nakrar ferðir, tá slovensk álop skuldu steðgast.

Hevur tó framvegis trupulleikar í avspælinum, men sunnudagin var hetta partvíst orsakað av, at avleveringsmøguleikarnir í nógvum førum vóru sera fáir. Tykist tó at hava ment seg nógv í spælinum á jørðini, síðani skiftið til Sogndal, og stendur menningin við, eigur hann uttan iva nógvar dystir afturat á landsliðnum.


Óli Johannesen, AGF

46/1

Verjuskansin taldist aftur hesuferð millum teir stinnastu á føroyska liðnum. Tóktist sera tryggur í verjupartinum, og sýndi eisini leiðaraevni, tá hann av aftasta manni stýrdi verjufelagum sínum.

Tað kemur tó framvegis nakað ofta fyri, at adressuleysir bóltar verða sendir niðan eftir vøllinum, men eins og tað var galdandi hjá Hans Fróða, komst hetta eisini av, at so fáir leikarar bjóðaðu seg fram.

Einki er at ivast í, at Óli stevnir móti teimum fimti dystunum við fullari ferð.


Jens Kristian Hansen, B36

36/2

Saman við verjufeløgum sínum var Jens Kristian partur av teirri føroysku eindini, sum samanumtikið riggaði best.

Føroyski liðformaðurin, sum at enda fekk eina ógloymandi føðingardagsgávu frá systkinabarninum, Øssi, leikti við stórum myndugleika allan dystin.

At hann eisini megnar at blanda seg í spælið, samstundis sum hann hevði til uppgávu at ansa størstu slovensku stjørnuni, Zahovic, vitnar eisini um klassa. Tað dregur tó niður, at 2-0 málið kom eftir eina misskiljing millum liðformannin og Kurt Mørkøre.

Ein kundi framvegis ynskt, at Jens Kristian hoyrist betri sum liðskipari, og kanska er hetta eisini um at koma, tí í einstøkum førum sunnudagin var hann langt uppi á vøllinum, fyri at leiðbeina viðleikarum sínum.


Allan Mørkøre, HB

51/1

Hóast vánaliga avrikið móti dønum, hevði Allan fingið afturval til dystin móti Slovenia, og hann prógvaði eisini í ávísan mun, at hann framvegis skal teljast millum teir føstu á landsliðnum.

Tað væntar tó nakað, áðrenn hann er á sama støðið, sum hann fyrr hevur sýnt, og serliga í fyrra hálvleiki hevði hann sera stórar trupulleikar í verjupartinnum, har hann fleiri ferðir varð yvirspældur.

Eins og flestu viðfelagarnir spældi hann seg tó væl upp seinna umfarið. At hann fekk betri fatur í verjupartinum viðførdi eisini, at hann gjørdist meira frígjørdur í framrættaða spælinum.

Tað telur sjálvandi eisini við, at hann var upphavsmaður til útjavningina, tá hann fekk frísparkið, sum Øssur skoraði uppá, eins og hann í fyrra hálvleiki sendi eina perlu av einum innleggi móti høvdinum á Toda.


Julian Johnsson, Sogndal IL

34/1

Í heildarmetingini av avrikinum var Julian avgjørt millum bestu føroysku leikararnar. Einamest tí hann altíð leggur eitt rimmar arbeiðsavrik eftir sær.

Var í fyrra hálvleiki eitt av fáu føroysku ljóspunktunum, og eisini í seinna hálvleiki var hann sjónligur, tó at fleiri liðfelagar tá nærkaðust støði hansara.

Seinastu dystirnar hevur tað eisini tókst, at nógv størri umhugsni liggur aftan fyri avgerðir hansara, og ger hetta, at meira nytta fæst burtur úr arbeiðsgrevinum.

Bóltførleikanum væntar tó framvegis nakað, og tað kom eisini nakrar ferðir fyri, at dragingar hansara gjørdist ov langar.


Sámal Joensen, Leiftur

17/0

Í fyrra hálvleiki var Sámal langt undir tað, hann vanliga megnar at vísa, og í hvussu so er hesa løtuna mundi talan vera um lakasta avrik hansara í føroyska landsliðsbúnanum.

Fekk eins og vanligt fatur í nógvum bóltum, men alt ov ofta vórðu hesir tveittir burtur, eins og hann alt ov ofta misti bóltin, tá hann royndi at draga framvið mótstøðumonnum

Eins og liðfelagarnir kom gøtumaðurin tó betri við í seinna hálvleiki, og móti endanum av dystinum, taldist hann millum mest sjónligu leikararnar á føroyska liðnum. Fekk tá fatur í enn fleiri bóltum, men feilavleveringarnar vóru framvegis dekan ov nógvar í tali.

At tað ongantíð kom upp á tal at skifta miðvallaran út, boðar tó frá, at venjarin framhaldandi hevur stórt álit á Sámali, og tað er helst einki at ivast í, at komandi avrik hansara fara at verða meira sannførandi.


John Petersen, Leiftur

27/2

Skálamaðurin megnaði so at siga ongantíð í dystinum at átaka sær tann leiklut, sum hann aloftast hevur havt á føroyska landsliðnum.

Sjáldan megnaði hann at halda upp á bóltin, og serliga í fyrra hálvleiki vóru sendingarnar oneyvar og bólttapini nógv. Undantakið var tó, tá hann við frágera væl sendi Allan Mørkøre avstað í vandamesta føroyska álopinum fyrru trý korterini.

Heldur ikki í seinna hálvleiki megnaði John serliga sannførandi at seta sítt frámerki á dystin, so fyri hansara viðkomandi verður tað einamest orsakað av úrslitinum og dramatikkinum í hesum, at dysturin verður varveittur í hugaheiminum.


Øssur Hansen, B68

40/2

Á heimabeitinum, Svangaskarð, mundi Øssur vera týðiligasta dømi um misjavna føroyska avrikið í ávíkavist fyrra og seinna hálvleiki.

Fyrstu trý korterini hevði hann alstórar trupulleikar í verjupartinum, og hóast hann í fleiri førum kom væl framvið, tóktist trupult at senda bóltarnar innfyri.

Seinna hálvleik var fullkomuliga viðvent í holuni, og stórur partur av føroysku álopsroyndunum komu úr hansara borði.

At hann so at enda kundi krúna verkið við at senda eina frísparksperlu upp í slovenska málhornið, og harvið geva systkinabarninum eina ógloymandi føðingardagsgávu, setti bara prikkin yvir i?ið.


Uni Arge, ÍA Akranes

31/7

Hóast hann í summar hevði ein langan steðg vegna skaða, tykist Uni longu at hava funnið stevið aftur.

Arbeiddi meira enn vanligt allar 90 minuttirnar, og hóast stuðulin frá miðvøllinum til tíðir var sera lítil, royndi hann alla tíðina at arbeiða fyri liðnum.

Málið var eitt rættuligt forward-mál, har vakurleikin kemur í aðru røð, og soleiðis eigur ein áleypari eisini at hugsa.

Hóast kappingin um álopsplássini er harðna, nú Kurt er við aftur, tykist Uni á ongan hátt at vera fallin í fátt, tvørturímóti.


Todi Jónsson, FC København

41/9

Størsta føroyska stjørnan vísti serliga í fyrra hálvleiki, at hann eisini er maður at liva upp til heitið.

Slovenar tóktust hava stóra virðing fyri honum, og hóast arbeiðsumstøðurnar als ikki vóru av teimum bestu, gekk hann á odda fyri liðfeløgunum allan hálvleikin.

Seinna umfarið var hann ikki eins eyðsýndur, men hetta komst av, at liðfelagarnir nú komu betri við í spælið, og ikki øvugt.

Noyddist út, tá skaðin í lærinum breyt upp, men fram til tá var hann klárt besti føroyski leikarin. At hann so hevði sínar trupulleikar við at sleppa út um síðulinjuna er ein onnur søga, men alt endaði væl, tá hann takkaði dómaranum fyri ómakin.


Kurt Mørkøre, Sogndal IL

31/2

Kom á vøllin, tá Todi Jónsson noyddist út, og í nógv størri mun enn móti dønum, megnaði hann at seta dám á dystin.

Við styrki síni royndi hann fleiri at troka seg fram um mótstøðumenn sínar, og eina góða roynd við høvdinum gjørdist eisini talan um.

Hóast tað enn ikki tykist soleiðis, at hann hevur skúgvað Una Arge til viks í kappingini um næsta álopsplássið, so prógvaði hann í øllum førum, at hann er eitt upplagt alternativ til sessin.


Jóhannis Joensen, HB

7/0

Kom á vøllin fyri ein skaddan John Petersen, og fall sera væl inn í spælið alt fyri eitt.

Tóktist róligur, tá hann hevði samband við bóltin, og sýndi eisini dirvi og frekleika, tá hetta gjørdist neyðugt, og tað er gleðiligt at staðfesta, at hann nú tykist vera komin rættuliga fyri seg aftur.

Sýndi eisini sjálvsálit, og royndi seg í tveimum førum við skoti útifrá, tá bólturin kom út úr slovensku verjuni. Annað av hesum endaði eisini í málinum, umvegis fótin hjá Una Arge.


Myndatekstur:

Todi Jónsson var í fyrra hálvleiki fleiri flokkar omanfyri flestu av liðfeløgum sínum, og við eitt sindur av hepni, kundi hann eisini lagt Føroyar fram um

Mynd: Álvur Haraldsen