Lossingarmenn í Havn

Ummæli av phd-ritgerð eftir Erland Viberg Joensen

Rolf Guttesen
08.05.03

»Tá ið hann skuldi giftast, tá haldi eg prestir segði við hann, at hann kundi ikki giftast, tí hann tjenti jú einki. - ?Jú?, segði hann, ?ein saltdampari var væntandi?« Við hesum sitati, sum stendur í innganginum í bókini, leggur Erland ein tóna og tankalag í viðgerðini av lossingarmonnunum, sum ber boð um innliving, solidaritet og skil.

Hvussu skal søgan skrivast
Akademikarar kunnu verða so ymiskir. Sjálvt um fólk kanska halda, at ein vísindalig ritgerð fortelur ?sannleikan?, at skilja soleiðis, at tað bert kann sigast og skrivast uppá ein máta. So lætt er tað ikki. Til tess er samfelagið so komplext, at har kunnu vera nógvir vinklar. Svarið, tú fært, er treytað av spurninginum, tú setur. Og soleiðis ber eisini til at fáa rætt svar uppá ein skeivan spurning.
Tá tað snýr seg um alt tað, sum menniskju hugsa, siga, skriva, skapa ella gera, so hevur tað eina meining. Ein yrking, søga, rapport, fotomynd, málningur, hús, býarplánur hevur eina meining. Meiningar kunnu ikki vigast við digitalvekt ella málast við tummastokki. Og skalt tú skilja tað, sum er sagt, skriva, skapað ella gjørt, so mást tú fortolka, royna at skilja tankagongdina og lívsleiðina hjá tí, sum stendur aftanfyri. Tú mást royna at fáa tín egna hugsjónarring at legnast eftir hugsjónarringinum í tí tú kannar.
Hetta kallast hermeneutikkur (tolkingarlæra), og hevur verið neyðug metoda í gransking av bíbiltekstum, lógum, list og litteraturi, arkitekturi oø. Men eisini søga má tolkast, og hvørt tíðarskeið má tolka søguna av nýggjum, tí hugsjónarringurin broytist.
Fyri at siga tað heilt stutt, so er munur á at skilja søguna í einum religiøst-missiónskum ella í einum nationalromantiskum samanhangi. Realisma er so uppaftur nakað annað.
Fylgja rákinum ella ganga nýggjar leiðir
Eg meini, at tað krevur eitt vist dirvi at fara undir eina ritgerð við hesum evni. Eg kundi hugsa mær, at tað hevði verið lætt at spurt: »Hevur hatta nakad uppá seg«? Kann tað ikki vera líkamikið, hvussu lossingarmennirnir á Keiini, proletararnir har, arbeiddu, tonktu og livdu?
Men nettupp tað, at duga at síggja tað stóra í tí smáa, at tora at vera originalur í tí at velja evni at fáast við, sermerkir ein góðan granskara. Tað er altíð ómakaleyst at endurtaka við smáum varitatiónum, tað sum »menn« halda vera rætt og gott. Tað er lætt at vera »main-stream« granskari.
Men henda drúgva og originala ritgerðin vísir, at hon er skrivað av einum røttum granskara.
Tað lítla eg fari at loyva mær at skriva, er ikki eitt fakligt ummæli, tí eg eri hvørki søgumaður ella etnografur, eg eri geografur. Men eg kenni eitt sindur (eitt lítið sindur) til lossingina, bæði á Kaiini og á Vestarukai. Tað var mest í síðst í 50-unum, at eg í nøkur ár royndi at tjena eitt sindur har.
Tí kenni eg tað allarmesta aftur, sum Erland skrivar. Og tí haldi eg meg kunna siga, at hann er sera beinrakin í tí hann skrivar.

Stór og vælskipað bók við kortum og myndum og nógvum sitatum á góðum havnamáli
Bókin er í 10 kapitlum, hon hevur eitt stórt og nyttugt notuapparat, sum vísir til keldurnar, og hartil rættiliga nógvar og áhugaverdar fotomyndir og kort.
Tað, sum gevur bókini eina serliga styrki, er at allar samrøðurnar, sum Erland hevur havt við gamlar lossingarmenn ella familju teirra, er endurgivnar á teirra egna máli, og ikki hálvíslendskum, óskiljandi brongli. Tað er ein sonn frøi at síggja rætt havnamál á prenti, tí nú have pietistar mestsum beint fyri tí.

Hvat er setningurin?
Eg skal ikki siga nógv um tær teoretisku síðurnar í bókini. Men onkuntíð skilji eg ikki tær málsligu formuleringarnar, tí har er so nógv kunstigt uppií. Í nøkrum førum ger høvundurin ov lítið burturúr at greina út og precisera meiningina.
Á síðu 16 gevur hann ?aðalmálið? við ritgerðini við einum citati frá Hobsbawm og Rudé: »The task of reconstructing the mental world of an anonymous and undocumented body of people in order to understand their movements, themselves only sketchily documented«. Ella at endurskapa ta mentalu verðina, hugaheimin, hjá einum anonymum og ódokumenteraðum mannaflokki, fyri at skilja teirra útvikling/hvat teir takast við/rørslur (fakfelagsrørslu, kanska).
Høvundurin umsetir ?movement? við rørslu uttan at diskutera, at eingilska orðið hevur fleiri týdningar. Heldur ikki verður greitt, hvørjar rørslur hann hugsar um. Men hetta er so eitt slag av sosialsøgu, ?history of the common man?. Og úrslitið er sum heild gott, heilt gott.

Tað teoretiska støðið haltar í støðum
Tá sosialsøga skal skrivast, er neyðugt at hava eina teori um samfelagið, hvussu er tað við ognarviðurskiftunum, hvørjir klassar (stættir) eru, hvussu stendur til við framleiðslutólunum.
Her hevur høvundurin, so vítt eg dugi at síggja, eina fornuftiga tankagongd, sjálvt um okkurt í teoriini er komið skeivt fyri.
Í ?Innganginum? verður ma. sagt: »Stættahugtakið er eitt fínt amboð, um tað verður handfarið sakliga og sinniliga.« Og rætt er tað. Uttan arbeiðandi fólk, ongin kapitalistur og kapitalur, so innlýsandi er tað.
Men hesin setningur á s. 18 haltar: »Kapitalurin keypir arbeiðsmegina og setir hana at greiða eitt ávíst arbeiði. Arbeiðsmegin er ein vøra, ið kapitalurin bjóðar eina løn afturfyri, og sum arbeiðsmegin á onkran hátt góðtekur.« Her er begrepsforvirringur komin í! Tað átti at verið nakað soleiðis:
»Kapitalisturin keypir arbeiðskraftina og setir hana at arbeiða ávíst tímatal. Arbeiðskraftin er ein vara, sum kapitalisturin keypir fyri eina løn. Arbeiðarin selir sína arbeiðskraft fyri eina løn.«

Arbeiðarin selur sína arbeiðskraft
Við øðrum orðum er tað ikki kapitalurin ið keypir, men kapitalisturin (ein persónur) sum brúkar sín pengakapital til at keypa arbeiðskraft, sum er einasta ?vara? sum arbeiðarin hevur at selja. Og tað er ikki arbeiðsmegin ella -kraftin, sum góðtekur, men sjálvandi arbeiðarin (persónurin). Ein vara kann ikki selja eina varu, tað kann bert ein maður ella kvinna.
Man kann altíð keglast um orð, um tað skal eita stætt ella klassi. Men tá tað í øðrum sambandi verður talað um embætismanna-stætt, lærarastætt, akademikarastætt, kann lættliga misskilningur koma í. Høvuðsklassarnir í okkara samfelagi eru defineraðir, soleiðis sum beint omanfyri er sagt. Hvør selir, og hvør keypir arbeiðskraft? Tað er tann einfaldi spurningurin. Hvør livir av løn eina, og hvør ognar sær meirvirðið, ið arbeiðskraftin skapar?


Hvat skapar medvitið?
Og tí eri eg ikki samdur við Erland, tá hann á síðu 19 og frameftir viðger klassa- ella stættahugtakið, har hann sigur. »Sjálvur náddi Marx ikki at greina stættahugtakið, men síðan hava marxistar lagt dent á ? at tey sum mynda eina stætt, um ikki annað skulu hava ? eitt stættamedvit.« Hvør sigur at Marx ikki náddi at greina ?stættahugtakið?? og hvørjir marxistar hava ?lagt dent á? ditt ella datt? Har manglar ein nota ella referensa.
Men tað, sum sitatið snýr seg um, er: hvat ?myndar eina stætt?? Setningurin sigur: Stætta- ella klassamedvitið skapar klassan. Ha? Hatta er langt úti.
Tí, stendur tú á kaiini og roynir at sleppa uppí, so er fakta, at tú roynir at selja tína arbeiðskraft til ein kapitalist, sum í hesum føri er umboðaður av formanninum. So ert tú ein partur av tí samfelagsklassanum, sum selir sína arbeiðskraft, og tað er arbeiðaraklassin. Tað ert tú, líkamikið um tú ert medvitandi ella tú andaliga sæð snorksvevur. Tað kann aldri verða medvitið í høvdinum á monnum, sum skapar lønararbeið og tann klassan, sum livir av at selja arbeiðskraftina. Tað má av innlýsandi grundum ganga hinvegin.
Hetta er eisini beint ímóti tí, sum Marx annars sigur í 4 setningi í fororðinum til »Zur Kritik der Politischen Ökonomie«. Har stendur klárt: »Tað er ikki medvitið hjá menniskjum, sum skapar teirra tilveru, men hinvegin tilveran, sum skapar teirra medvit«
Nakað annað er so, at ikki øll, sum samfelagsliga og búskaparliga sæð eru ein partur av arbeiðaraklassanum, eisini eru medvitandi um støðuna, ella eru sosialistar ella javnaðarmenn ella aktiv í einum fakfelagi. Tað kann vera so mangt sum formar medvitið hjá fólki. Politisk traditión í familjuni, eitt lívsynski um at blíva meistari, skipari, kioskeigari ella fáa egnan hýrivogn, ella religiøs fimling kann saktans ávirka medvitið. Tað kann saktans vera munur á tí sum man objektivt er, og tað sum man subjektivt heldur seg vera.

Trunkin við pakkhúsið
Venda vit aftur til frásøgnina í bókini, so haldi eg at 6. kapittul, sum kallast Trunkin við pakkhúsið, er eitt tað mest áhugaverda. Kanska eisini tað, sum fólk flest lítið ella einki vita um. Á kaiini gekk tað fyri seg uppá ein serligan máta. Einki við at ringja og spyrja um tjans ella nakað sovorðið. Einki við at verða skrivaður upp, ella vera á bíðilista.
Nei, tá skip kom sum skuldi lossast, var bara at møta upp í góðari tí og stilla seg við pakkhúshurðina saman við hinum, sum bjóðaðu sína sína arbeiðskraft fram henda dag. Tá skipið var fortoyað og alt klárt, so kom formaðurin og tók teir menninar, sum skuldu brúkast.
Tú fekst eitt lítið prik á økslina og varð td. biðin um at fara í last nummar trý. Teir sum stóðu eftir, høvdu so ikki klárað at selt sína arbeiðskraft, so sum teir høvdu hopað og ætlað. So var bara at fara heim aftur. Last nr. 3 á Tjaldrinum var tað ringasta plássi, tí tá menn høvdu arbeitt einar 10-12 tímar í ovara rúminum, so komu teir niður í frystilastina, og har kalt, ógvuliga kalt.
Eg minnist hvussu tað var at standa har við pakkhúshurðina, gera seg so stóran og vaksnan sum gjørligt, kanska finna eina fjøl ella smásteinar at seta hælarnar uppá, so tú sýntist kanska tveir centimetrar størri. Eg minnist eisini hvussu tað var, tá nýggir, ungir dreingir komu at royna seg. Sjálvt um tað kanska vóru vinmenn, so føldist eingin solidaritetur í løtuni í trunkanum. Tað fremsta var, at Eg slapp uppí.
Tí er klárt, at netupp henda skipanin hevur ávirkað medvitið og solidaritetin. Fyri at taka um endan aftur: tað var ikki medvitið, sum skapaði lønararbeiði ella trunkan ella lossiarbeiði. Tað kann stutt lýsast við einum sitati á ektaðum havnamáli
»? so kom formaðirin og segði við teir, ?far tú og ger tað ? tú ger tað? og so víðari, og so eftirhondini sum hesir forskelligi postarnir vórði fyltir, so uppdagaði summir, at ?nei, har verðir ongin tjansir hjá mær í dag? ? so givist teir og fóri til hús, so komi teir ikki við tann dagin ? tað kundi vera nokkso nógvir mans, sum stóði eftir?«

Okkurt smávegis
Smáting og smáfeilir kunnu altíð finnast. Í sitatinum s. 92 verður eitt tubbaksslag nevnt »Golden Star«, men tað æt »Gold Star«. Eitt annað slag æt »Golden Shag«.
Á s. 73 verður skrivað um saltfiskakjallaran á Bacalao. Hví tað skal eita so, veit eg ikki, tí har var eingin kjallari, heldur lá gólvið einar 20 cm hægri enn bryggjan, so har skuldi skumpast hart tá vognar við fimm saltfiskakurvum skuldu uppum.
Hví fakfeløg á s. 20 bráddliga skulu kallast verkafeløg dugi eg ikki at síggja. Verkafeløg er kanska íslendskt, og lat tað vera tað. Alt hatta íslendska jabbið við verkamonnum, verkfalli, verkbanni og øðrum serheitum blomstrar, tí summi halda tað vera fínari enn føroysk orð sum arbeiðsmaður ella streyka. Problemið er ma. at orðið arbeiði ikki finst í íslendskum, men hví skal tað vera ein trupulleiki í føroyskum?
Í bókini finnast annars hópur av orðum, sum øll eru ella hava verið vanlig á kaiini, men sum orðabókamenn ikki vita av ella ikki vilja kennast við. Í móðirmálsorðabókini, sum annars uppá mangar mátar er frálík, mangla orð sum gerdumaður, taljumaður, lúkumaður, kaimaður, fergumaður, teigari, gerda, sleng og konteynari. Mangt annað um mál og orð kundi verið nevnt, man lat tað liggja.

Samanum tikið
Bókin er eitt valaverk. Har liggur eitt stórt kanningar- og savningararbeiði aftanfyri. Og tað er væl gjørt. Hetta er ein týðandi partur av býarsøguni, sum - nú tíðirnar eru broyttar - er um at kámast burtur. Kaiin og lossingarmenn vóru fyri 30-40 árum síðani ein nógv meira týðandi partur av Havnini enn í dag.
Sum ein gamal lossingarmaður verður endurgivin á s. 348: »? viss eg fari á Kaiina í dag, so kenni eg ikki ein kjaft harniðri. Tað er bara nýtt fólk. Allir hesir gomli steggjarnir, teir liggja úti á Kirkjugarðinum« Soleiðis er tað við tí.
Lesið bókina, og fáið eitt stórt upplivilsi.