mugu leggja okkum í selan fyri at gera arbeiðið betri. Eg fari í hesum sjónarmiði at nema við tveir lutir, sum kanska kundu gjørt, at enn fleiri føroyingar fara at duga at tosa og skriva á móðurmálinum [...] ella royna at skriva føroyskt. Eg fari at nerta við tveir lutir. Tann fyrsti er leikluturin hjá okkara fólkaskúlalærarum, sum eru teir fyrstu til at læra føroyingar at skriva. Teir sleppa at ávirka hvønn [...] hjá føroyskum lærarum at læra føroyskar næmingar at skriva føroyskt. Úrslitið hjá okkara fólkaskúla at læra føroyingar at málbera seg og skriva gott á føroyskum, kann neyvan sigast at vera framúrskarandi
tekning, sangi, tónleiki og fimleiki. Eg havi longu nevnt, at hesin ungi lærarin tykist at hava lært dreingir í Havn at svimja, og at hann royndi at fáa smíð inn í skúlan í Havn sum lærugrein. Barnsins tokki [...] Christian Ludvig, at hann hevði ein persónligan máta at undirvísa uppá. Hetta kann merkja, at hann sum undirvísari hevur verið livandi, kanska eisini stuttligur. Men vit eiga eisini at hugsa um, at mangir lærarar [...] Aðrastaðni frá vita vit, at Hammershaimb hevði ta serligu gávuna at eggja nomum ungfólki til lærdóm og at kveikja í teimum áhuga fyri heimligum mentanargripum. Christian Ludvig tykist at hava verið ein av teimum
Jesaja profeti. Hann livdi ímillum rúnurnar í hesi halgu bók og dugdi at skrifta úr henni meira enn nakar annar. Hann var so blíður og sá so mildur út. Hann fór at leiða allar tær gomlu grenjutu genturnar til [...] hugtøkum. ( t.d. Korvet på stabelen) Hetta var, áðrenn sálarfrøðingarnir fóru at umrøða hesi eyðkenni metafysiskt. Eisini skal nevnast, at langt áðrenn Newton vísti á ta vanligu atdráttarmegina, so høvdu listafólk [...] Hon var komin aftur undir Róvlstein at vera og var so innisæl, at ikki sigst frá tí. Andreas á Flótti legði lestrarfjølina upp á pláss, tók lestrarbókina fram og fór at lesa jólaboðskapin til jólakvøld.
ikki orðar tað beinleiðis, er líkt til, at henda útgávan millum annað er ein roynd at vísa á at so er - at nútímans vísindasøgur ikki bara eru lættisóppar, men at summar av teimum kunnu metast javnt við [...] bussurin" eftir E.M. Forster. Sum vant vísir Borges á, at mimesis ella eftirlíkning í skaldskapi ikki ber til, og at tað er vanahugsan og pátrúgv at halda at skaldskapur avmyndar veruleikan. Hetta er tískil [...] áhugavert at vita. Eyðsæð er eisini, at hon er skrivað av einum høvundi, ið tykist at hava stóran áhuga fyri hesum evni. Men hóast einki beinleiðis skeivt er í greinini, er kortini líkt, til at pennurin
Norðurlondum, og eg haldi ikki, at mítt stendur aftanfyri. - At týða klassiskar yrkingar er ógvuliga krevjandi. Tað tekur langa tíð at fáa alt at sita. Eg leggi meg ikki eftir at fáa týðingarnar inn í ein málbúna [...] eg at yrkja til børn. Síðani H. A. Djurhuus gav rímurnar og sangirnar út fyrst í hesi øld, er einki komið av slíkum. At børnini hava tikið væl ímóti mínum yrkingum og rímum, er sera gleðiligt. Hesi sløku [...] úrval. At týða sonettir sigst vera tað torførasta. - Eg vil eins og Janus Djurhuus á sinni prógva, at føroyska málið kann brúkast til nakað so serligt, og at føroyskt er so mikið vakurt og liðiligt, at tað
nokkso tíðliga, tá vóru bert fáar telefonir í bygdini. Hetta merkti, at fólk ofta komu inn til okkara at ringja, og at ringt varð til okkum at boðsenda ein granna, sum tosast skuldi við. Eg kundi sita undir [...] seiður. Turra seiðin plagdu vit at hanga upp undir mønuna inni í hjallinum. Tað vanliga var at buka seiðin, men eg minnist eisini norðuri í Streymnesi, at pápi plagdi at eta turran seið óbukaðan. Eitt annað [...] morgni, og so hevði eg hana allan dagin. Hesar vaskimaskinur kundu ikki annað enn at vaska, tað vil siga at tað slapst undan at brúka vaskibretti. Hetta var ein lætti, men framvegis skuldu klæðini kókast
Klaksvík, so helst eru teir farnar at rigga til at fara til fiskiskap. Tað var greitt, at skotski reiðarin skuldi gjalda skaðan, og tað varð avrátt, at seta tveir serkønar at meta um kostnaðin av honum. Teir [...] vóru liðin 210 ár síðan, at brøðurnir Símun og Poul Poulsen overvaði seg so nógv á ringum útróðrartúri, at teir doyðu eftir at vera komnir at landi. J. Símun Hansen greiðir frá hesi hending í Havið og vit [...] vórðu saknað, at tað var bíðað eftir teimum leingi eftir, at øll vón var farin. Petur Martin Petersen greiðir frá, at avvarðandi í Leirvík gingu út á Egg ella eystur á Hagaleitið at hyggja eftir skipinum
mann, og umsíðir helt hann, at hesi avrik høvdu uppiborið at verða fest á blað og soleiðis varðveitt fyri eftirtíðina. - Tí spurdu vit Helga, um hann hevði hug at taka av hesi avbjóðing og tíbetur; tað gjørdi [...] visti, at tíðin var avmarkað. Eg hevði fult starv, so øll frítíðin fór at verða brúkt til arbeiðið. Helgi segði, at John var blivin veikur og orkaði ikki at virka við. Tí fekk hann ikki høvi at tosa við [...] eginleikar koma til sjóndar. Helgi segði, at persónar, hann hevur tosað við um John, umrøða hann ? alt frá at vera ein eingil til at vera eitt beist. Hann helt, at hetta ivaleyst eru eginleikar, vit øll hava
Men eg segði, at hetta bar ikki til. Grindin mátti merkjast fyrst, og síðan skuldi hon skiftast. Men tað var tað, at tað var byrjað at lota av landnyrðingi norði. Og á hesi ætt kundi fara at runa á sandinum [...] sandinum. Teir hildu, at sandurin var so bleytur, at byrjaði at runa, so sukku hvalirnir niður í sandin. Men eg segði so, at hetta mátti so fara at vísa seg. So fóru teir avstað. Hetta gekk fyri seg í gamla [...] ganga eftir hæli hjá honum. Tá plagdi eg at taka byrðina av honum. Hetta var hann so takksamur fyri, at tá ið eg giftist, gav hann mær eina lestrabók í gávu. Omma í Ólastovu hevði havt eina arbeiðsgentu
skoytast uppí, at Andreas Ziska í bók síni »Tórshavn – lív og vøkstur« greiðir frá, at hin 14. august 1833 varð ásett, at fútin skuldi hava umsjón við torvheiðarnar og skuldi útnevna tveir menn at samanleggja [...] sjúka kundi jú forða fyri, at farast kundi eftir torvi. Pápi plagdi ofta at fara eftir torvi vetrarkvøld í mánalýsi, tá ið tað var møguligt at finna vegin. Sjálvur plagdi eg at fara eftir torvi áðrenn s [...] vanur at kommandera umborð. Men heima vildi konan sleppa at ráða. Tá eg var drongur, vóru tað bert tey fæstu og tey mest vælhavandi, sum brúktu kol. Tað kundi tó henda seg, at mamma fekk pápa at keypa