rnar eru fyri tað fyrsta, at 30% av sambandsveljarunum vilja hava meiri sjálvstýri og fyri tað næsta, at undirritaði fær lítla undirtøku sum løgmansevni. Ein triðja grundgevingin er, at skrivari Samba [...] »Sambandsflokkurin var við til at orða og at samtykkja heimastýrislógina, og hann er tí eisini til reiðar at gera tær stjórnarligu broytingar, ið hann heldur tæna fólkinum best«. Um tað eru 20% ella 30% ella fleiri [...] hann aftan á kann siga, at tað vóru hinir, sum gjørdu broytingar, eins og hann hevur gjørt áður«. Tað er hetta, sum pínir javnaðarmenn inn at sálini. Teir vita betur enn nakar, at Sambandsflokkurin setti
m.a. upplýst, at tað ferðast uml. 12000 fólk árliga við Smyrli til Skotlands og at alt í alt er ferðafólkatalið til og frá Skotlandi umleið 11% av samlaða ferðafólkatalinum. Eigur at verða tikið uppaftur [...] uppaftur Miðflokkurin er av teirri áskoðan, at ferðafólkasamandið millum Føroyar/Skotland eigur at verða tikið uppaftur og at farmaflutningur eigur at verða tryggjaður so nøktandi sum gjørligt. Hvat ferðafó [...] sagt: »tað er tó trupult at seta neyv tøl á ávirkan av betri sambandi við Skotland, men tað er givið, at gott samskifti við Skotland hevur positiva ávirkan fyri føroyska samfelagið á tann hátt, at møguligt
ferðir, at umboð Javnaðarfloksins førdi fram, at Javnaðarflokkurin vil hava eitt gott samfelag. Hetta er eitt sniðfundigt slagorð. Tí, hvat liggur í tí? Jú, at hinir flokkarnir vilja ikki hava eitt gott samfelag [...] Viðhvørt tykir mær, at leiðandi javnaðarfólk hava gingið heldur nógv á skeiðum. Á sosialdemokratiskum slagorða-skeiðum. At ganga á skeið og læra at føra valstríð er rættiliga nýtt, men annars heilt nógv [...] tingi. Tað varð samtykt við 2. viðgerð, men varð felt við 3. viðgerð. Bæði í tinginum og seinni í Sjónvarpinum segði Jóannes Eidesgaard, at ?ein yvirtøka í sær sjálvum er ikki nakað mál?, men at vit skula
sum fiskimarkið. Martin segði, at altjóða siðvenja hevur verið at fiskimørk og undirgrundarmørk fylgja hvørjum øðrum. Tað er tó ikki nøkur altjóða lóg ið sigur, at fiski og undirgrundarmørk skulu fylgjast [...] siðvenja at fiski og undirgrundarmørk skulu fylgjast. Spurdur um marknatrætuna millum Bretland og Føroyar segði Martin, at mest sannlíka úrslit er, at undirgrundarmarkið verður tað sama sum núverandi fiskimarkið [...] fiskimørk og oljumørk. Miðskeiðis í 70-árunum samdust Føroyar og Bretland at nýta miðlinjuna sum fiskimark. Tað kann tí tykjast okkum føroyingum torskilt hví undirgrundarmarkið ikki kann vera tað sama sum
fyri ikki at sig heilt ómøguligt Og skal hann siga tað sum tað er, verður tað ómøguligt. Vit eru ómetaliga bangnir fyri, hvussu tað fer at ganga. Men vit gevast ikki. Vit fara at halda á, til tað stendur [...] ætlanini at taka íløgustuðulin av, sum ætlanin er - sum tað stóð í Sosialinum í gjár. Tað verður tað ein dyggur smeitur fyri vestmenningar. Tað verður serliga ein bátur hjá vestmenningum, sum fer at koma í [...] ikki at bera til. Dánjal Jacobsen er annars ikki ímóti at íløgustuðulin verður tikin av. Eg haldi at tað er rætt at taka iløgustuðulin av, sum hann er nú, og at leggja hann í sjálva byggingina ístaðin.
kann gott vera at vit høvdu tikið av. Eitt illavorðið orð Osmundur Justinnusen sigur, at hann fer ikki at verða tann, sum fer at rópa harðast um stuðul. Politikarar gera, sum teir vilja. Og tað er ikki [...] ein sera drúgv og djúptøkin prosess at laga samfelagið til at blíva stuðulsfrítt. Tí sos mugu vit venda byttuni og geva tí fyrsta liðinum tað, sum krevst fyri at tað skal yvirliva, og so mugu alt annað [...] Eg sigi ikki, at vit ikki klára at halta eitt litið sindur afturat. Men í longdini er tað ongin møguleiki fyri at fáa tað at ganga. Eisini hjá Lorvíkingum verður tað ein vanlukka, um íløgustuðulin verður
treingja helst til at verða ámint um, at »grindin«, ið her verður umrødd, eru menniskju, ja, alt Føroya Fólk, ið nú búgva og helst skulu koma at búgva, trívast og mennast saman í og kring landið alt. Vit [...] frá danska einaræðinum, vórðu tey, ið fekk fólk har at rakna við og endaði hetta seinri við sjálvari grundlógini. Onki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt: eitt av tí mest grundleggjandi, ið flestu [...] árslok og gongd sett á beint eftir árslok. Hetta varð hildið gleðiligt, at felagið legði út í so góðari tíð, ásannandi, at málið hevur nógvar síðir og alt ov nógv verður blandað uppí, men til tess at kommunurnar
ístívliga 20 ár limur og formaður fyri føroyska filmseftirlitið. Hann trýr ikki, at nýggja sensurlógin, sum løgtingið hevur samtykt eisini skal umfata SvF, fer at fáa avleiðingar fyri tað, ið sent verður frameftir [...] dentur lagdur á, at ónærisligar myndir og óneyðugur harðskapur ikki skal vera partur av tí, sjónvapið borðreiðir við. Eyðun Joensen sigur, at tað fyrr var kikarin serliga settur móti porno og tí skaðandi ávirkan [...] viðgongur tó, at talan er um sera grátt umráðið, tá talað verður um, at ?loyvishavarin til kringvarp (og eisini SvF, blðm.) skal ansa eftir, at sendingar ikki kunna skaða likamligu, sálarligu og siðalagligu
stjóri á Skipafelagnum, sigur við Sosialin, at hóast tað nú er greitt, at Pasadena ikki heldur fram at sigla fyri Skipafelagið, verður arbeitt við ætlanum um at seta eitt minni skip í sigling. Áðrenn 8. [...] fyri tingið um at stovna felag, ?sum skal tryggja, at sambandið ímillum Føroyar og Skotland ikki dettur niðurfyri.? Árni Joensen er ikki serliga fegin tað, hann kallar tær ?politisku markeringarnar?, sum [...] skrúvaðar saman. Blikur og Lómur Í løtuni sigla ávíkavist Blikur og Lómur hvønn hósdag úr Føroyum til Scrabster. Í oktober í fjør broytti Skipafelagið ruturnar soleiðis, at tað í dag er Pasadena, ið siglir
sigur, at tað kann hugsast at føroyingar kunnu leggja inn nøkur krøv sum gera, at dómstólurin metir tað av týdningi fyri føroyingar. ? Eins og í Jan Mayen/Grønland dóminum, har dentur er lagdur á at grønlendarar [...] nakað, bert fyri at fáa ígongd samráðingar, sigur Geir Ulfstein. Hann sigur, at ein eigur gjølla at umhugsa tað kravið, sum føroyingar hava kravt, sammeta tað við bretska kravið og finna út av, hvat liggur [...] partarnar, og tað kann Haagdómstólurin einki gera við. At tað í dag er ein avtala, har miðlinjuprinsippið er brúkt, talar fyri at miðlinjuprinsippið eisini verður brúkt á havbotninum. Krevjandi at fara til