bili í umleið fimm ár, og hann hevur verið sýndur fram á fleiri altjóða bilaframsýningum. Nú er verkætlanin komin so langt, at fyrstu bilarnir kunnu latast av verksmiðjuni í Alsace í Fraklandi seinni í ár [...] ein 8,0 litur W16 motor, t.v.s. tveir samanbygdir V8 motorar. Ventilarnir eru 64 í tali, og ikki minni enn fýra turboløðarar eru til taks. Tað er ikki bara at koma upp í ferð, bilurin skal eisini kunna
fyrstu ferð fann smittuna og eftir kanningar í norskum áum í 2001 og 2002, er Nylund komin til ta niðurstøðu, at vill síl eru smittuberar av ILA, og at smittan hevur verið í náttúruni í langa tíð. Sílini verða [...] alarar verið, at teir skulu slakta alt og síðan lata fjørðin fáa frið og hvíla, til smittan er burtur. Nú verður spurnartekn sett við, um tað er nóg mikið. Norski professarin við Institutt for fiskeri og marin [...] loyvi at koppseta ímóti ILA, men ES hevur higartil sagt kortanei. Málið hjá ES er at útrudda sjúkuna. Eru niðurstøðurnar hjá Are Nylund eftirfarandi er stríðið ímóti ILA til fánýtis, tí sjúkan fer at koma
B6 ?Støðan orsakað av hópuppsøgnunum á B6 var nú komin hartil, at vandi var fyri, at hetta gekk útyvir sjúklingarnar. Tí tók sjúkrahúsleiðslan, sum hevur ábyrgd av rakstrinum á Landssjúkrahúsinum, og [...] num arbeiðsumstøður, verður sagt í tíðindaskrivinum. Hvussu skal so henda umskipan skipast? ? Tað eru arbeiðsbólkar á medisinska deplinum, sum arbeiða við hesi ætlan og skulu koma við tilmæli um eina umskipan [...] ta 1,8 sjúkrasystrastarvið í 6. mánaðir verður funnin í lønarjáttanini hjá Landssjúkrahúsinum. Enn eru so ikki allar súðir syftar, men tað røkist fyri einari fastari loysn á trætuni.
er um antin Hannis Martinsson ella William Hammer. Tíggju bøkur eru um Hannis Martinsson, seks um William Hammer, og í trimum bókum eru báðir við. William Hammer er høvuðspersónur í nýggju krimibókini [...] eina ræðusøgu. Eg skrivaði nakrar partar og skitseraði eitt sindur, men so varð tað ikki til meira. Nú hugsaði eg, at fyri at fáa broyting í fór eg at blanda hesa ræðusøguna saman við eina nýggja krimisøgu [...] Føroyum, sum hevur so nógva pátrúgv, eigur hetta at passa væl til, sigur hann. “Halgigripaskrínið” er komin í sølubúðir.
í mun til farna kappingarár. - Vit hava eitt øðrvísi lið. Onkrir ávísir nýggir leikarar og ein broyttur spælistílur. Eg ivist í, um vit eru betur enn í fjør, men vit eru øðrvísi. Væntað uppstilling PSG: [...] dystin í kvøld. Lucas Moura, Yohan Cabaye og Marquinhos eru allir úti við skaða, meðan leikarar sum Thiago Motta, Blaise Matuidi og Javier Pastore eru ivasamir. Tí hevur PSG venjarin, Laurent Blanc sagt, [...] PSG er eitt gott lið. Faktiskt eru teir tað sama liðið sum í fjør, teir hava tann sama venjaran, sama formin. Einasta sum er broytt við teimum er tað, at David Luiz er komin afturat. Hann sigur tó, at Chelsea
brúka tíðina til. Størri íløgur - Vit høvdu eina íløguætlan í Nólsoyar kommunu upp á eina góða miljón krónur um árið, men eg rokni við, at tær íløgur, sum gjørdar eru í bygdini síðan samanleggingina, svara [...] kommunu, eru farnar at selja byggiøkini dýrari, enn møguleiki var at keypa hesi fyri áður. Men hetta hevur eisini nakað við tað at gera, at útstykkingarætlanir verða gjørdar, har grundøkir eru gjørd byggibúgvin [...] Tórshavnar kommunu. - Eg haldi, at menningin síðan samanleggingina hevur verið rímiliga positiv, og tað eru íløgur gjørdar í Nólsoy, sum ikki høvdu verið komnar, um eingin samanlegging hevði verið. Jógvan ásannar
í øllum førum er tað vekk nú, og tað hava fjølmiðlarnir eisini verið sera áhugaðir í. Hví hevur hann klipt sær? Hví hevur hann rakað sær? Hví hevur hann ikki brillur longur? Nú er Lykketoft farin í aftur [...] dáma hansara politikk, men tí tey ikki dáma Lykketoft. Tað er ilt at koma til nakra aðra niðurstøðu, nú munurin á politikkinum hjá Fogh og Lykketoft er so lítil, at Lykketoft ikki megnar at vísa á hann [...] skeggið av og fær sær kontaktlinsur. Lykketoft dugir ikki væl at samskifta og at fáa sín boðskap út. Vit vita øll, at hann var heilin aftanfyri loysnirnar í 90?unum og fekk tamarhald á búskapin-um og arb
millum túrarnar. - Ja, hjá okkum var tað so, at sum børn vóru vit snøgt sagt lærd at fara í kirkju. Og eg gangi enn í kirkju, nú eg eri komin hálva leið til 78, sigur Dánial brosandi. ##med9## Og hann leggur [...] í hansara stað. Tað er lýtt og fjálgt inni í hesi hugnaligu bygdarkirkjuni. Sálmarnir eru komnir upp at hanga, og nú skulu tey bæði stóru ljósini á altarinum tendrast. Og so var okkurt smáting aftrat, áðrenn [...] ringja hesa deknagudstænastuna inn. Beint sum klokkan er 12 byrjar Dánial at ringja. Deknurin er komin at sita í sínum plássi, og organisturin situr við elektriska klaverið uppi á loftinum, klárur at spæla
síðan mai mánaða, men upplýsir, at tey nú skjótt noyðast at gevast fyri veður. Skipini hava verið suður móti markinum og suður av Munkagrunninum. Eisini eru tey komin upp móti kantinum á Bankanum. Og har [...] innum. Og tá eru vit á leiðum, har smábatarnir royna. Tað er Oljufyrisitingin, sum umsitir seismikloyvini. Roynt hevur verið at fingið viðmerkingar haðani, men tey, sum hava ábyrgdina av hesum, eru stødd á [...] tænastan sigur, at seismikskipini hava skyldu at boða frá, hvar tey eru. Og tað gera tey eisini hvønn dag. Føroyskir eygleiðarar eru umborð á teimum seismikskipum, sum arbeiða undir Føroyum. Tað er fólk
nærkast. - Vit eru vanliga 14 fólk til arbeiðis á matvøruvirkinum, men tá flettingin er fyri, eru vit tað tvífalda. Vit skulu tí út at finna fólk til fletting. Hann vísir á, at nøkur, sum dagliga eru í fra [...] Leiðarin sigur, at nú er alt komið upp á pláss, og á sláturvirkinum byrjaðu tey at fletta í morgun, tí tey fingu fyrstu gonguna longu í gjár. - Tað, sum vit eru mest errin av í dag, er, at vit nú fáa nakað burtur [...] burtur úr at kalla øllum í lombunum. Vit selja eitt nú hjørtu, livur og nýru - og so fáa vit eisini nakað av blóði til høldar, soleiðis at vit eisini kunnu gera og selja blóðpylsu. Leiðarin sigur, at e