P/F Snældan við Mentunnarpakkum

P/F Snældan hevur júst givið út nýggja kollektión, sum ber heitið ?Antartiska Kollektiónin?. Samstundis bjoðar P/F Snældan eisini út ein nýggja Mentunnarpakka

Framleiðsla


Nýggja kollektiónin frá P/F Snælduni er longu komin út í handlarnar, og fæst sostatt til keyps hjá vanliga føroyinginum. Kollektiónin inniheldur mangt og hvat, bæði frakkar, stúkur og niðurdeilar.
Tað er Borgny Dam Patursson, sum hevur latið nýggju kollektiónina úr hondum. Borgny er kend fyri síni tíðarleysu og sermektu snið, og frá P/F Snælduni frætta vit, at nýggja kollektiónin eisini er nakað heilt serligt.
Samstundis er virkið eisini farið undir at framleiða ein Mentunnarpakka, sum skal kann fáast til keyps ymsastaðni í landinum.
Mentunnarpakkin er ein leypur, sum inniheldur eina føroyska troyggju frá Snælduni, eina fløgu við føroyskum fólka- og kvæðatónleiki, eitt postkort eftir kendum føroyskum listarmanni/kvinnu og til ábit ein vakuum pakkaðan føroyskan turran fisk.
Leypurin er tilevnaður á verkstaðnum Stíggi í Runavík, sum er dagliga tilhaldið og arbeiðssttaðið hjá teim menningartarnaðu í Eysturoynni, meðan fløgan ?Den Yderste Ø? inniheldur yrkingar eftir William Heinesen, sum Kristian Blak hevur sett løg til.
Postkortini í pakkanum eru framleidd soleiðis, at pakkarnir, sum sendast skulu til Klaksvík, innihalda eitt postkort, sum er tilevnað av listarfólki í Klaksvík.
Endamálið við hesum er, at hvør staður í Føroyum fær eitt postkort, sum er tilevnað av fólki, sum á einhvønn hátt hava tilknýti til ávísa staðin.
Sambært faldara frá Snælduni hevur tú við Mentunnarpakkanum ? møguleikan at ogna tær fleiri tættir av føroyskari mentan í einum. Mentunnarpakkin mettar bæði eygu, oyru og munn.?
Diana Borgnýardóttir, sølu- og marknaðarstjóri á P/F Snælduni, greiðir frá, at hetta er fyrstu ferð, at slíkur Mentunnarpakki fæst í Føroyum.