Rósing vann dagbókakappingina

Ungdómsportalurin eg.fo hevur skipað fyri dagbóka skrivikapping, í hølunum hjá Suðuroyar Sparikassa í Havn, var hósdagin avdúkað hvørjar tríggjar dagbøkur høvdu vunnið kappingina

Tað vóru bøkurnar hjá teimum trimum Rósing Rasmussen, Sannu Djurhuus og Anniku M. Gaard, ið vunnu skrivar eg.fo.
Tey vunnu hvør sítt Puls-kort frá Suðuroyar Sparikassa. Rósing vann 10.000 kr, Sanna 3.000 kr og Annika 2.000 kr.
Ein dómsnevnd hevði lisið allar dagbøkurnar ígjøgnum og valt vinnandi bøkurnar.
Grundgevingarnar vóru hesar:

Nr. 1: Rósing Rasmussen
Dagbókin er væl skrivað, er fjøllbroytt og áhugaverd. Hon hugleiðir bæði um persónlig og samfelagslig viðurskifti. Hon ferðast víða og undrast yvir, at vit undrast so lítið.
Rósing gevur okkum innlit í ein brøkpart av sínum hugsanum og torir at festa nakrar av sínum villastu tonkum á blað.

Nr. 2: Sanna Djurhuus
Tað eru uttan iva nógv, sum kenna seg aftur í dagbókini hjá Sannu, sum erliga og persónliga lýsir, hvussu trupult tað til tíðir kann verða at vera tann, man er. Dagbókin er djarvt skrivað og beint frá hjartanum. Sanna dugir avbera væl at seta orð á teir tankar, hon hevur og soleiðis vísa okkum, hvør hon er.

Nr. 3: Annika M. Gaard
Annika lýsir ógvuliga væl í síni dagbók teir kensluligu upp og niðurtúrar, tannáringar ofta hava. Hon dugur væl at seta orð á tað, hon hevur gjøgnumlivað. Hon lýsir, hvussu hon hevur fingið vent tí dapra til tað meira ljósa. Hon sær ljóst uppá framtíðina og skapar soleiðis eina vón um, at alt nokk skal ganga væl.
Rósing, Sanna og Annika lósu sínar vinnandi dagbøkur upp fyri fjøldini, sum var komin saman í Suðuroyar Sparikassa.