Tríggjar vikur fyri russisku innrásina í Ukraina hin 24. februar í ár, skal russiski forsetin, Vladimir Putin, hava biðið tsjetsjenska leiðaran, Ramzan Kadyrov, um at beina fyri Volodymyr Zelenskyj, forseta.
Tað siga ukrainskar fregnartænastukeldur sambært Wall Street Journal. Deildirnar hjá Ramzan Kadyrov í Ukraina eru tiltiknar fyri sína harðrendu framferð í krígnum.
Hin 14. februar skrivaði tsjetsjenski leiðarin, Ramzan Kadyrov, á sín Telegram-vanga soleiðis: "Harra Zelenskyj, tímin er komin, klovnashovið er liðugt..."
Sambært ukrainskari fregnartænastu vóru hesi orð eitt slag av "bonusi" fyri Ramzan Kadyrov, sum verður hildin at stýra Tsjetsjenia við vælvild frá Vladimir Putin, forseta.
Tað veit svenska blaðið, Expressen, at siga í dag.
Men, Kreml-talsmaðurin, Dmitrij Peskov, avvísir uppáhaldunum um, at Vladimir Putin vildi hava Ramzan Kadyrov at beina fyri ukrainska forsetanum.
- Hetta er høpisleyst og púrasta burturvið, sigur Dmitrij Peskov sambært Wall Street Journal.
Wall Street Journal endurgevur eisini ein tsjetsjenskan heryvirmann fyri at hava sagt soleiðis:
- Klokkan er 00.00. Vit byrja at ganga. Fleiri enn 1500 servandir persónar, bestu hermenn.
Samstundis, sum russiskar og tsjetsjenskar herdeildir nærkaðust Kyiv, forskansaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, seg við familju sínari í forsetabygninginum.
Í apríl skrivaði Time Magazine, at Zelenskyj og familjan sluppu undan serdeildunum hjá tsjetsjenska leiðaranum, sum vórðu sendar avstað fyri at beina fyri forsetanum.
Í mars segði Oleksij Danilov, skrivarin í ukrainska trygdar-og verjumálaráðnum, at serdeildirnar hjá Ramzan Kadyrov vórðu beindar av vegnum.
Deildirnar náddu ongantíð leiðina fram til ukrainska høvuðsstaðin, har ukrainar stríddust manniliga og at enda róku hersetingarvaldið burtur úr øllum Kyiv-økinum.
##med2##