aftan fyri sigurin, og Kyndil fer ivaleyst at gera alt fyri at demma upp fyri honum í dag. Harafturat kann tað gerast rættiliga áhugavert at síggja, hvussu Andreas F. Hansen fer at klára seg móti sínum [...] grundspælinum) og hava vunnið ein dyst í part. Síðsta vikuskiftið tapti Kyndil óvæntað heima móti VB og misti tvey týdningarmikil stig. Hvørja ávirkan tað hevur havt á liðið og um tað fer at fáa ávirkan á [...] Sostatt kunnu kyndlaleikararnir í dag geva alt tað, teir eiga, uttan at hugsa um, um tað fer at kosta seinni í kappingarárinum. Í teimum flestu dystunum hevur tað verið Bárður Johannesen, sum hevur gjørt málini
vita, at teir fara at verða tað, sigur Finnur Hansson. H71 hevur allar spælarar tøkar til dystin í dag. Halgir Dahl Olesen hevur verið skaddur í økslini, men var við móti StÍF seinasta vikuskifti og verður [...] ? Jú, tað er eitt sindur løgið. Hann var venjari hjá mær, tá eg var lítil, og eg sá nógv upp til hann. Áðrenn tað hevði abbi mín eisini verið venjari hjá mær, sigur Finnur og avdúkar sostatt, at hann kemur [...] Hans Guðmundsson og er sum vera man eisini spentur til finaluna í dag. ? Ein finala er sjálvandi heilt øðrvísi enn ein landskappingardystur, men eg rokni við, at vit vinna, sigur Finnur. Tað einasta, hann
Kyndli vóna tey, at tað gongur hinvegin í ár, og Sophus Dal Christiansen, venjari, roknar við, at bæði liðini hava eins góðar møguleikar. ? Liðini eru jøvn, og tað kann lættliga enda við, at liðið sum hevur [...] hvat hendi, og hvat vit gjørdu skeivt. Har má eg leggja afturat, at VB spældi væl. Kanska hugsaðu onkrir av mínum spælarum eina viku ov langt fram seinasta leygardag, men VB hevur eitt gott lið, eingin [...] eingin ivi um tað, sigur venjarin hjá kyndlakvinnunum. Hann hevur allar sínar spælarar tøkar til dystin í dag.
árum síðani var tað besta í Føroyum. Men síðani tá er nógv broytt, og í dag eru Hannis og beiggin Uni væl eldri enn restin av liðnum. ? Vit hava nógvar nýggjar og ungar spælarar í ár, og tað sæst eisini aftur [...] Wardum. ? Tað er eingin loyna, at H71 er stórfavorittur í dag, men vit fara at gera okkara besta. Hetta er einasti kjansur hjá okkum at fáa nakað burtur úr í ár, sigur hann. Hannis sigur, at tað ræður um [...] um at fáa verjuna at koyra væl. ? H71 hevur eitt gott lið. Teir hava góðar vongspælarar og skotsterkar spælarar mitt fyri. Teir hava eina sterka verju og teir vaksa eisini við uppgávuni, sigur Hannis um
Ungdómurin byrjaði brádliga at tosa opið og alment um trupulleikar, rótloysi, fremmandakenslur og líkasælu við verðina sum tað, ið eyðmerkti tíðarandan og livikor teirra. Tað, at hetta gjørdist so modernað [...] heilskapt, og Eddie Vedder tykist at hava funnið sterka pennin fram aftur. Pearl Jam tykist at hava funnið sín sanna tónleikaliga uppruna, sína hill so at siga, og frið við tað, teir eru og gera. Tekstirnir [...] ikki tíð at fóta sær og finna sín grundvøll í stóra samanhanginum. Teir funnu ikki teirra pláss, og bólkurin var um at upploysast, áðrenn hann hevði fingið stundir at grógva og rótfesta seg í sær sjálvum
eisini til, at plágurnar gerast minni og minni veruligar, bert nøvnini tykjast at vera tað. Vantandi samskiftið ger, at tað tykist alsamt høpisleysari at royna at siga nakað, tí ongin hoyrir teg, og er tí kanska [...] Soleiðis hevur tað altíð verið, og soleiðis fer tað ivaleyst eisini altíð at vera, ljóðar svarið oftast. Men kanska hetta er júst ein av høvuðskjarnunum í hesum spurningi. Kann orsøkin til, at ungdómur »ger [...] »ger so nógv um seg« hugsast at vera, at tað verður ov lítið lurtað eftir? Uppreistur, málageipan og tílíkt verður altíð sagt at hoyra ungdóminum til. Fáfongdin og dárskapur verður eisini aloftast tilskilaður
Summi hildu, at frægast var at útbyggja viðurskifti og umstøður soleiðis, at vit vóru til reiðar at taka ímóti tí ferðafólkastreymi, ið kundi koma. Onnur mettu tað var betri, at leggja orkuna í at marknaðarføra [...] sambandi við ferðavinnuna um tað nú vísti seg, at áhugin fyri at koma hendavegin ikki var hin heilt stóri. Sum sagt so gjørt, og fyrstu árini legði Ferðaráðið so orku og pening í at marknaðarføra Føroyar sum [...] sigur, at tað er av stórum týdningi, at vit, umframt náttúruna eisini kunnu vísa livihátt okkara fram. Hetta má tó gerast á ein slíkan hátt, at tað ikki órógvar ella ávirkar okkara livihátt. ? Tað kundi
Ferðafólkið kemur tætt uppá náttúruna og fólkið ? Góð infraskipan (og einføld) ? Fjølbroytt og »livandi« søvn ? Vinarligt fólk, vísa áhuga og eru falsleys ? Góður matur, gott prísstøði ? Føroyskur matur á matskránni [...] fólk, royna ikki at eftirgera øðrum ? Tætt upp á havið ? Virkið Ferðaráð, landsins ímynd kemur væl fram, góð kunning ? Gistingarnar eru flokkaðar ? Áhugi í at halda fast við tað gamla og upprunaliga ? S [...] Ferðaráðið átti at upplýst meiri um, hvussu ferðafólk skal uppføra seg í náttúruni ? Ferðaráðið eigur at hugsa meiri um náttúruna og umhvørvið ? Meiri umhvørvisrættað ímynd (endurnýtsla og flokkað burturkast)
kanska mest av tí, at oyggjaleikirnir vóru har tað árið og so alt hetta góðveðrið og sólin, ið vit sum føroyingar í Føroyum ofta mugu ferðast langt fyri at síggja. Summarið skuldi vísa seg at blíva ógvuliga [...] vit komu at ganga á sama landbúnaðarskúla í Skåne. Summarið kom at enda og eg fór heimaftur við skjáttuni fullari av upplivingum hugbiringum um alt eg hevði sæð og hoyrt. Hetta ætlaði eg avgjørt at royna [...] ferðir í Álandi og einaferð í Svøríki. Fyrstu ferð var í 1991. Alt var so nýtt og ókent og eg hevði ikki gjørt mær so nógvar tankar um hvørki Áland ella nakað norðurlendskt samstarv. At eg valdi Áland,
hevur tað verið soleiðis, at eitt bræv kemur frá tryggingini um, at tryggingin hevur goldið verkstaðnum fyri arbeiðið og at møguleiki er fyri at fáa akfarið til eftirsýn. Um eitthvørt er at finnast at, so [...] vita lítið og einki um umvælingar av akførum og hava tí lítlan og ongan møguleika fyri at meta um arbeiðið. Tað kann ganga long tíð, áðrenn tað vísir seg, at arbeiðið ikki er gjørt til lítar. Tað er alment [...] alment komið fram, at Tryggingarsambandið hevur gjørt avtalu um, at tímalønin hjá verkstøðunum valdast, hvussu væl verkstaðið er fyri við framkomnum tólum, t.v.s. jú fleiri tól á verkstaðnum, hægri tímaløn