Føroyar og møguleikar okkara innan grøna ferðavinnu

Inga Gunnarsdóttir hevur ferðast kring landið og kanna umstøðurnar fyri grønari ferðavinnu. Hon hevur sett úrslitið inn í sonevndu SWOT-skipanina, sum vit endurprenta her:

Styrkir:

? Lítið land

? Ferðafólkið kemur tætt uppá náttúruna og fólkið

? Góð infraskipan (og einføld)

? Fjølbroytt og »livandi« søvn

? Vinarligt fólk, vísa áhuga og eru falsleys

? Góður matur, gott prísstøði

? Føroyskur matur á matskránni

? Hugmyndaríkt fólk, royna ikki at eftirgera øðrum

? Tætt upp á havið

? Virkið Ferðaráð, landsins ímynd kemur væl fram, góð kunning

? Gistingarnar eru flokkaðar

? Áhugi í at halda fast við tað gamla og upprunaliga

? Sjarmerandi lítlar bygdir


Veikleikar:

? Lítlar oyggjar, ov skjótt at koma runt

? Mangla attraktiónir til longri túrar

? Vanta fjølbroyttar gistingar

? Vanta facilitetir (WC) úti á smáplássunum

? Betri útbúgvið fólk

? Mangla skeltir, t.d. á Tinganesi

? Ferðaráðið átti at upplýst meiri um, hvussu ferðafólk skal uppføra seg í náttúruni

? Ferðaráðið eigur at hugsa meiri um náttúruna og umhvørvið

? Meiri umhvørvisrættað ímynd (endurnýtsla og flokkað burturkast)

? Hondverk meiri sjónligt

? Hvalaveiða


Møguleikar:

? Aquarium, maritim søvn (gera brúk av tættleikan við havið, upplýsa um fisk, fugl og hval)

? Ævintýr tengdar upplivingar (kaving, útróður, bátasmíð)

? Innlit í landbúnaðin (ull)

? Bóndagarðsgistingar, nýta gomul hús

? Nýta váttan (t.d. grøn ferðavinna)

? Gera søguna meiri livandi, gera vart við serstøk hús og søgu teirra

? Kaffihús á smáplássunum, selja hondverk

? Gongutúrar millum bygdir evt. við einum tema (bispastøð)

? Myndaferðir

? Ferðir við fyrilestri um morgunin (t.d. um útróður) og túrar seinnapartin, sum »lýsa« fyrilesturin


Hóttanir:

? Havið verður dálkað

? Lítið land, ferðafólkið má spjaðast

? Tilbúgvin at taka ímóti fólki, menningin má ikki ganga ov skjótt

? Konflikt millum umhvørvisvernd og ferðavinnu

? Aðrar vinnur, t.d. oljan