eløgunum dámar betri, tá tosað verður um hvønn bólk sær ? heldur enn allar undir einum. - Eg haldi ikki, at vit skulu blanda eitt nú uppisjóvarskipini upp í hetta, men heldur hyggja eftir bólkum, har tað [...] semingsmenninir klokkan 13 í dag sessaðust saman við umboðum fyri feløgini, sum royna at koma ásamt um nýggjan sáttmála millum fiskimenn og reiðarar, segði Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum [...] Maskinmeistarafelagnum við útvarpið, beint áðrenn semingsroyndirnar byrjaðu í dag. Hann legði aftrat, at um reiðararnir bara kunnu fara í lumman hjá manningini eftir pengunum, sum resta í, tá ið tað ikki gongur
til land og til fólk. Um vit hyggja eftir, hvat er hent tey seinastu árini, so sæst, at Føroyar avgjørt er eitt áhugavert ferðamál. Talið av vitjandi er vaksið, og uppmerksemið um Føroyar er økt. Ferðavinnan [...] møguleikum. Hjá Visit Norðoy ræður tað um at finna styrkina hjá Norðyggjum sum ferðamál og vísa ferðafólki á, hvørjir møguleikar eru har. - Tað er eingin ivi um, at arbeiðið hjá Visit Faroe Islands við [...] stjórasessinum í Visit Norðoy hin 1. juni, og hon er klár at bróta ermar upp og fara í gongd. Klaksvíkingur um ein háls Jórun Gardar kennir væl til Norðoyggjar, tí hon er fødd og uppvaksin í Klaksvík. Men seinastu
stjórnir, men eisini á hvønn einstaka persón í samfelagnum, um at gera tað tey eru ment at hjálpa teimum, ið rýma undan kríggj og vanlukku. - Hetta hava vit skyldu at gera bæði av medmenniskjaligum ávum og
- Í dag eru vit um at bresta av gleði og takksemi. Tí, í dag er okkara dagur, sum grannakonan, Fríðbjørg Jensen, ættað úr Skopun, plagar at siga um sunnudag. Soleiðis segði Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður [...] til tvey prosent av fólkatalinum í landinum. Hetta leggja vit okkum í geyma - eisini, tá gjaldast skal fyri at koyra gjøgnum tunnilin. Hann vísti á, at kjakið um Sandoyartunnilin byrjaði longu, tá Teistin [...] hesa 20 ára longu ferðina, har hann bæði hevur ivast um kós og ferð, men í dag, nú seinasta skotið í tunnilsbyggingini varð latið av, kennist hetta frælst og friðsælt. - Tað kennist sum høvuðssetningurin
teir á Smyril Line ikki hava fingið hetta at vita fyrrenn nú, tá tað er líkt til at bilasølurnar hava vitað um hetta í fleiri mánaðir. - So skjótt eg hevði fingið alt hetta at vita, sendi eg bræv umborð á [...] á Smyril Line vistu um hetta. - Vit vistu tað ikki, men fyri okkum hevur trygdin alt at siga. Tá talan er um trygdina, verður einki spart, og tí vilja vit gera alt fyri at sleppa undan slíkum vandastøðum [...] siglingini, sigur trygdarleiðarin við Sosialin. Hetta hendir eftir at tað er komið fram, at eitt ólag var í teirri elektrisku skipanini í hesum bilum. Dømi eru um, at eldur er komin í hesar bilar í Danmark
Tummas Christophersen, reiðari. Spurdur, um reiðaríið hugsar um fleksibilitet, nú ísfiskatrolarar eisini eiga lut í makreltilfeinginum, ásannar reiðarin, at hetta hevur havt sín týdning fyri avgerðina. - [...] gjørt, og skipið verður málað. Hann væntar, at nýggja skipið kemur til Føroya um einar tríggjar vikur ella so. Spurdur, um móttøka verður í Hvalba ella í Vestmanna, tá nýggi Fram kemur til Føroya, sigur [...] - Jú, vit hugsa sjálvandi eisini um makrelin, sigur hann. Tummas Christophersen sigur, at trolarin, sum nú er keyptur fyri Gullberg, er smíðaður í 1989. - Í løtuni liggur skipið í Skotlandi, har ymiskt
handilsmiðdeplinum kemur í gongd sum skjótast, og vit gleðast um, at áhugin fyri miðstøðini er stórur, bæði millum stigtakarar, fólk, sum hugsa um handilsvirksemi, men eisini millum tey, sum vilja fíggja [...] ætlanir, sum eru á økinum, er ein stór mentanarhøll, sum feløg helst fara at byggja. Júst, hvussu hetta verður skipað, er ikki greitt enn. Ein slík høll er ætlað til mentanarlig tiltøk av ymiskum slagi
at samskifta og samráðast við teldusníkarnar. - Hetta hevur verð neyðugt fyri at fáa hendur á dátunum aftur, segði Karl Johansen og vísti á, at hetta arbeiði er gjørt í tøttum samstarvi við altjóða løgreglu [...] teimum. - Síðan álopið hava vit í Klaksvíkar kommunu verið í einari undantaksstøðu, men nú eru vónir um, at tingini fara at koma upp á pláss aftur. Spurdur, vildi borgarstjórin á tíðindafundinum í morgun
rkjuni. Klæðir, skógvar, eskjur og posar liggja hvørt um annað. Kortini bendir einki á at óskil er í. Fólk úr øllum landinum lata lutir til hetta hjálpararbeiðið í Rumenien, sum klaksvíkingurin Absalon [...] eitt jólatiltak hetta árið. Í talu síni til Absalon segði borgarstjórin millum annað: "Í ár verður Ársins Rósa latin einum persóni, hvørs hjálpandi hond røkkur longur út – langt út um landoddarnar, burtur [...] felagi við Absalon er Marjun Simonsen úr Klaksvík. Hon er her og pakkar klæðir einar 3-4 seinnapartar um vikuna. - Tað er gott at man soleðis kann verða við til at hjálpa øðrum, sigur Marjun, nú umboð fyri
undirskrivað millum flokkar, hava fleiri spurt, hví Fólkaflokkurin ikki er ein partur av semjuni. Hetta er søgan: Miðjan novembur í fjør blivu fleiri uppsagnir framdar í vinnuni, orsakað av tøkugjaldinum [...] sambandi vórðu vinnunevndarumboðini í Fólkaflokkinum biðin at koma á fund at viðgera eitt nýtt uppskot um tøkugjald. Uppskotið, ið varð lagt fram, tóku vit ikki undir við. Umframt eina tvílagað skipan við [...] broytingar at liggja innan fyri tað, sum longu verður kravt inn frá vinnuni í dag. Tað vil siga, at hetta ikki skal nýtast sum eitt høvi til at krevja enn meira inn í landskassan, enn tað verður í dag. Tað