- Vit hava skyldu at taka væl ímóti flóttafólki

Tað er boðskapurin frá norðurlendsku pensjónistafelagsskapunum.

- Vit hava skyldu at taka væl ímóti flóttafólki.


Tað er greiði boðskapurin frá NSK, ið er felagið hjá norðurlendsku pensjónistafeløgunum, ið høvdu fund í Danmark í síðstu viku, har tey settu orð á hvussu tey uppliva dagsins støðu.


- Vit sum umboða tað ættarliðið, ið hevur upplivað kríggj, minnast at eitt sindrað Evropa oyðilegði felagsskapir og menniskju í mong ár. Vit minnast somuleiðis menniskjaliga kostnaðin sum var ógvusligur fyri tær milliónir sum vórðu forfylgd og fordrivin undir heimskríggjum. Í nýggjari tíð hava vit eisini uppliva streymar av flóttafólki, men er mongdin av teimum, ið flýggja undan kríggi og elendigheit serstakliga stór júst í hesum døgum og nemur tað hjørtuni á okkum øllum.


Felagið heitir á bæði stjórnir, men eisini á hvønn einstaka persón í samfelagnum, um at gera tað tey eru ment at hjálpa teimum, ið rýma undan kríggj og vanlukku.


- Hetta hava vit skyldu at gera bæði av medmenniskjaligum ávum og tí vit búgva í vælferðarsamfeløgum, sum bæði hava ráð- og skyldu – til at hjálpa fólki í neyð.


- Vit heita á allar limir í pensjónista- og eldrafeløgum at vera aktiv á lokalplani, soleiðis at medmenniskju í neyð uppliva medmenniskjaligheit, skrivar felagið at enda.