Handilsmiðdepil
Tað er ikki Klaksvíkar kommuna, sum hevur ligið í buktini fyri ætlaðu handilsmiðstøðini í Klaksvík.
Tað sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri.
- Vit hava verið klárir við okkara parti alla tíðina. Økið er lagt út til miðdepilin, og vit fara at gera tann partin, sum verður okkara.
Stórt øki
Borgarstjórin sigur, at økið, sum er lagt út og liggur innast á vágni í Klaksvík, er einar 20.000 fermetrar stórt, og tað er ríkiligt til teir umleið 6.000 fermetrarnar, sum ætlanin í fyrsta lagi hevur verið at byggja á økinum.
- Kommunurnar partur er í fyrsta lagi byggilendið og tær kloakkir og íbindingar, sum skulu til. Haraftrat kemur ætlaða torgið og uttanum økið, sum hann tekur til. Vit ætla eisini at gera eina atløgu á ytra enda á økinum, har bátar kunnu liggja, eitt nú stuttleikabátar og onnur smærri før. Endamálið við hesum er at gera umhvørvið við handilsmiðstøðina spennandi og dragandi.
Mentanarhøll
Borgarstjórin sigur, at aðrar ætlanir, sum eru á økinum, er ein stór mentanarhøll, sum feløg helst fara at byggja. Júst, hvussu hetta verður skipað, er ikki greitt enn. Ein slík høll er ætlað til mentanarlig tiltøk av ymiskum slagi, eitt nú konsertir, framsýningar av ymiskum slagi og annað.
- Okkara vón er, at byggingin av handilsmiðdeplinum kemur í gongd sum skjótast, og vit gleðast um, at áhugin fyri miðstøðini er stórur, bæði millum stigtakarar, fólk, sum hugsa um handilsvirksemi, men eisini millum tey, sum vilja fíggja verkætlanina, sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Steinbjørn Jacobsen.











