hann klárur at flyta til teir ævigu bústaðir.” 3o ár av sínum lívi kom Jógvan at virka her í bygdini. Hann gjørdist ein framstandandi maður. Hann var skúlaleiðari, og røkti hann tað til fulnar. Hann var skrivari [...] haldi at eg fari at flyta aftur til Dals.” Væl sá eg, at tað var nakað serligt fyri hann. Hann flutti so, og seldi tey vøkru húsini í Skopun, og umbygdi barnaheimið í Dali til eitt sætt prýði. Tað sum lá Jógvan [...] tí hann segði mær einaferð, at hann fekk ikki tikið penn í hondina. Jógvan ringdi mangan til mín, nú eg var komin á ting, og spurdi hvussu gekk við Dalstunnilinum. Hann var spentur, at síggja úrslit. Nú
fólk við lóg noyðast til at hava ávísa trúgv ella til at trúgva tað sama sum politiska valdið? Var tað ikki júst hetta, at statsvaldið tvingaði fólk til ávísa trúgv, sum førdi til kúgan og trælkan í gomlum [...] vaksandi trýsti. Við hesum nýggja ráki er føroyskur politikkur komin til eitt vegamót, sum allir teir gomlu flokkarnir mugu fyrihalda seg til. Úrslitið av hesum nýggja ráki er eins týðuligt og tað er komið [...] als ikki fyri demokratiið, sum er tað besta, ið vit eiga. Vit skulu ikki ferðast langt fyri at koma til lond og samfeløg, sum eru syndrað av beiskum átrúnaðarligum stríði og ósemjum. Er tað nakar, ið ynskir
Tað er eitt sera gott hugskot at gera Prix Føroyar til annað og meira enn eina kapping millum rútmiskar bólkar. Við at víðka hetta hugtak til eitt Atlantic Music Event gjørdu fyrireikararnir tað møguligt [...] sett í verk. Vónandi verður tað til gagns fyri alt tað rútmiska tónlistaumhvørvið í Føroyum. Tað er heldur eingin loyna, at eins og okkara landslið í fótbólti er við til at skapa Føroyum viðurkenning og [...] Tað er eisini greitt, at ikki bert kæra móðurmál okkara kemur til sín rætt á altjóða pallinum, men eisini Føroyar sum tjóð og fólk koma til sín rætt úti millum heimsins lond. Tað er nakað vit eiga at vera
sum hava søkt á skúlan til vanligu trý ára útbúgvingina, sigur Jákup Andreasen, stjóri í fiskivinnuskúlanum. Skipanin á skúlanum er bygt upp á ein heldur øðrvísi hátt við, at til ber at taka trý ára út [...] fyrsta støðisárið á skúlanum í Vestmanna. Síðani verður annað árið nýtt til at arbeiða úti í vinnuni og tað triða verður so nýtt til eitt sindur av báðum. Seks næmingar á skúlanum nýttu hendan møguleikan [...] ymiskum húsum í Vestmanna, og tað ger millum annað tað, at næmingarnir síggja ógvuliga lítið til hvønnannan. Til dømis tá næmingarnir skulu gera onkrar royndir, so fara teir í kjallaran í einum húsum at gera
dfarnar til ávíkavist Kyndil og Tjaldur. Sólvá Eystberg hevur lagt harpiksið og hondbóltsskógvarnar á hillina, meðan Vesna Radovic, sum tó ikki var fastur fúsur á liðnum, ikki er komin aftur til Føroya [...] skifti til Stjørnuna, hevur nú helst vant seg betri við hondbóltstilveruna í Klaksvík, og verður tí uttan iva ein av lyklaspælarunum á liðnum. Harafturat hevur Simona nú eina landskvinnu við sær til Klaksvíkar [...] Hondbóltur Meðan ymsu feløgini fyrireika seg til komandi hondbóltskapping, hava nógv tíðindi gingið um, hvør leikari fer at spæla hvar. Ein av meira treisku leysasøgunu hevur verið, at Andrejana Milodanovic
at koyra við blunkljósum í øllum førum, har koyrast skal ov skjótt. Í summum førum ber til at koyra uttan blunk, til dømis um sjúklingurin ikki vil hava øll at síggja, hvat hendir. Í teimum førunum skal [...] somu reglum sum førarar í løgreglubilum, men at løgreglan til tíðir kann koyra uttan blunk, um tað er alneyðugt, at teir møta upp ósæddir, til dømis um eitt innbrot verður framt. Koyrilærarin Stanley Olsen [...] skjótt. Hin vegin skula teir hava eina orsøk til at koyra ov skjótt. Tað vil siga, at um eingin sjúklingur er í bilinum, sum er í vanda, hevur førarin ikki loyvi til at tendra blunkljósini, og harvið skal koyrast
politiska skipanin skal inn at finna loysnir, so er tíðin komin at taka av skipanina, vit hava, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum samráða seg til sáttamálar, segði Anfinn Kallsberg í Tinganesi týskvøldið [...] avgjørt boða frá, at eingin samráðingarloysn fæst til vega. Tí er bert í at velja uppílegging frá løgtinginum ella framhaldandi verkfall og verkbann, til annar parturin liggur eftirá. Hetta seinasta rakar [...] medvirka til eina loysn á trætuni, t.d. skúlaverkið, heilsuverkið, fiski- og útróðrarmenn, alivinnu og búnaðarvinnu, har milliónavirði fara fyri skeyti, umframt at framhaldandi ósemja elvir til størri vørutrot
fáa gleði av skipinum. Tað hevur verið sera stuttligt og spennandi, men nú er tíðin komin til, at skipið skal nýtast til tað endamál, tað er ætlað, sigur Hans Eli. Fyri tíggju árum síðani setti Hans Eli [...] ára arbeiði er liðugt. Dragin liggur púra liðugur við kei í Klaksvík. Hann skal nýtast til útferðir frá nú og til skúlin byrjar aftur í august. Tá fer hann so at standa sínar fyrstu royndir sum skúlaskip [...] megnar at rinda aftur. Dragin verður sum sagt nú fyrst nýttur til útferðir. Og stovnar, virkir, feløg ella einstaklingar ? øll kunnu leiga Dragan til eina útferð. Og so tá skúlin er byrjaður aftur, tá vónar
at hon ikki hevur rætt til at vera til. Tá ið Margretha II drotning av Danmørk er á vitjan í Føroyum og liggur í andvekri, telur hon seyð fyri at sovna. Tá fær Miranda høvi til at snýkja seg inn í tankaflog [...] bókin, ið nú er útkomin ? Det selvudslettende får. Bókin er 175 bls. til longdar, og er komin út á Forlagnum Tellerup. Bókin fæst til keyps í bókabúðunum og kostar kr. 248,- [...] Men hóast lítilsliga sjálvkenslu sýnir Miranda fleiri ferðir viljastyrki til at berjast fyri sær sjálvari og sínum rætti til at vera júst tann, sum hon er? At høvundurin hevur valt at lata søgugongdina
ger summarið í Føroyum til nakað serligt. Vit í Klaksvík eru errin av at vera við til at binda ein perlukrans, sum eigur at verða ein vakur kransur, tá ið hann á Ólavsøku er komin runt. Á Norðoyastevnu [...] mongum økjum til hvørja Norðoyastevnu. Framsýningar og framførslur og onnur tiltøk. So er bert hjá okkum at koyra dagligdagin til viks eina løtu og njóta blíðskap hvør hjá øðrum og gera okkara til, at stevnan [...] er okkurt fyri øll. Mentan av alskyns slag, bæði til gamans og álvara. Raskir ungdómar fremja ítróttarbrøgd, sum fylgja teimum til næstu stevnu. Í fleiri bygdum hava litfagrir kappróðrarbátar verið ein