Landið aftrar seg við at leggja uppí

Politisk inntriv eru áður gjørd á privata arbeiðsmarknaðinum í líknandi støðum, sum vit nú eru í. Men løgmaður slær fast, at tað hevur landsstýrið ongar ætlanir um, hóast alivinnan og arbeiðspláss eru í vanda

Á gøtuni hoyrast fólk ynskja verkfallið niður og norður, og fleiri vóna, at politiski myndugleikin setir eitt punktum við lóg. Men landsstýrið hevur ongar ætlanir um at loysa knútin á privata arbeiðsmarknaðinum.
Tað gjørdi løgmaður púra greitt eftir landsstýrisfundin í týskvøldið, eftir at enn ein samráðingarroynd var slitnað. Hann heitti í staðin á partarnar um at finna saman aftur beinanvegin.
? Partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava samráðingarrætt, og tað merkir eisini, at teir hava nakrar skyldur og ábyrgd at finna loysnir. Um politiska skipanin skal inn at finna loysnir, so er tíðin komin at taka av skipanina, vit hava, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum samráða seg til sáttamálar, segði Anfinn Kallsberg í Tinganesi týskvøldið.
Hann ásannaði, at stór virði fara fyri skeyti, bæði í alivinnuni og aðrastaðni.
? Beint í løtuni hvørva arbeiðpláss, sum ikki koma aftur, og um onki hendir nú, so hava vit stórt arbeiðsloysi í Føroyum um fáa dagar ella tímar, segði løgmaður.
Kortini er onki politiskt inntriv í væntu í løtuni. Tey hava annars ikki verið óvanlig í Føroyum í líknandi støðum.
Verkføll hjá Føroya arbeiðarafelag vóru steðgað bæði í 1985 og 1987, hjá feløgum í sjúkrahúsverkinum í 1989, og lagt er eisini upp í verkføll hjá Skipara- og navigatørfelagnum tveir ferðir síðstu árini.
Tá landsstýrissamgongan við Atla Dam løgmanni á odda legði upp í verkfallið í 1987 við løgtingslóg, vóru grundgevingarnar líkar teimum, vit hoyra í dag.
»Verkfallið hevur staðið við í tríggjar vikur, og semingsstovnurin hevur endaliga og avgjørt boða frá, at eingin samráðingarloysn fæst til vega. Tí er bert í at velja uppílegging frá løgtinginum ella framhaldandi verkfall og verkbann, til annar parturin liggur eftirá. Hetta seinasta rakar stórar partar av samfelagnum og øðrum fakfeløgum, sum ikki kunnu medvirka til eina loysn á trætuni, t.d. skúlaverkið, heilsuverkið, fiski- og útróðrarmenn, alivinnu og búnaðarvinnu, har milliónavirði fara fyri skeyti, umframt at framhaldandi ósemja elvir til størri vørutrot hjá almenninginum«, skrivaði landsstýrið í viðmerking til lógaruppskotið, sum steðgaði verkfallinum tá.
Núverandi støða ljóðar sum eitt deja-vu frá 1987, vil onkur siga. Men hóast vit hava havt verkfall í fýra vikur í Føroyum, ætlar sitandi landsstýri so ikki at gera táverandi stýri kynstrið eftir. Partarnir mugu sjálvir loysa málið, er boðskapurin. Tá blaðið fór til prentingar, vóru framvegis ongar ábendingar um, at tað fór at bera til.