Oddagrein· Ein stórhending

Tað var einki minni enn ein stórhending, tónlistarligt og eitt tøkniligt bragd, ið allar Føroyar vóru vitni til leygarkvøldið, tá AME fór fram í Norðurlandahúsinum. Allir partar eiga mikið rós uppiborið og Útvarp Føroya, Sjónvarp Føroya og Norðurlandahúsið framdu eitt toppprofessionelt avrik. Vit hava øll góðar grundir til at vera stolt av hesum okkara sera týdningarmiklu mentanarstovnum. Alt gekk sum eftir ánni og tiltakið var avviklað á ein hátt, sum má vekja stóra virðing hjá áskoðarunum í húsinum eins væl og kring alt landið. Hvør einstakur røkti sína uppgávu og útinti ti sín sín leiklut á sera professionellan og effektivan hátt. Hesin partur av tiltakinum var á altjóða støði og vit nýta høvið her at ynskja fyrireikarum og luttkarum tillukku við einum framúrskarandi avriki. Karmarnir vóru perfektir og alt riggaði sera væl.

Tað er eitt sera gott hugskot at gera Prix Føroyar til annað og meira enn eina kapping millum rútmiskar bólkar. Við at víðka hetta hugtak til eitt Atlantic Music Event gjørdu fyrireikararnir tað møguligt veruliga at vísa, hvat okkara rútmisku tónlistafólk megna og duga. Fyri rútmiska tónleikin í Føroyum var tiltakið eitt stórt frambrot. Heildarmyndin eftir framførslurnar er tann, at rútmiski tónleikurin nú av álvara er komin á altjóða støði. Tónleikarar, ungir sum meira tilkomnir, hava tikið seg ómetaliga nógv fram. Støðið hækkar í hvørjum og eingin ivi er um, at fleiri av luttakarunum hava eina framtíð á altjóða rútmiska tónlistapallinum, um tey veruliga ynskja tað.

Ein týðandi partur av tiltakinum AME er sjálvandi, at hetta tiltak skal medvirka til at framflyta ella promovera føroyska rútmiska tónlist uttanlanda. Skulu føroysk tónlistafólk áhaldandi mennast listarliga og skulu tey kunna liva av tónlistini, er neyðugt at koma út um landoddarnar. Hetta er ein sera týðandi partur av hugmyndini við AME. Vit vilja sjálvsagt vóna, at tiltakið í so máta virkar eftir endamálinum. Tað er lítið at ivast í, at allir føroyingar fegnast yvir tiltakið AME og yvir høga støðið hjá tónlistafólkunum. Vit fegnast eisini um, at nøkur av teimum mest framúrskarandi rútmisku tónlistafólkunum vóru heiðrað á AME kvøldinum tað verið seg við at hava verið innstillað til heiður ella við at vinna heiður. Hetta er gott og soleiðis eigur tað at vera.Tó eigur at viðmerkjast, at eisini millum teirra, sum ikki vunnu heiðursløn hetta kvøldið eru framúrskarandi tónleikarar og tónasmiðir. Vit eiga at virðismeta okkara listafólk, meðan vit kunna. Tað er eisini positivt, at ferðabrúgvin nú er við at gerast veruleiki. Við hesum er fyrsta stigið í rútmiska tónlistaálitinum sett í verk. Vónandi verður tað til gagns fyri alt tað rútmiska tónlistaumhvørvið í Føroyum.

Tað er heldur eingin loyna, at eins og okkara landslið í fótbólti er við til at skapa Føroyum viðurkenning og áhuga úti í heimi, so vóna vit, at eisini tónlistarliga landslið okkara við øllum sínum frægu tónlistafólkum kann gerast Føroyum eitt gott umboð úti í heimi. Tað er eisini greitt, at ikki bert kæra móðurmál okkara kemur til sín rætt á altjóða pallinum, men eisini Føroyar sum tjóð og fólk koma til sín rætt úti millum heimsins lond. Tað er nakað vit eiga at vera errin av. Tað birtir uppundir sunna og góða tjóðskaparkenslu.
Sosialurin