Danskur høvundur skrivar sermerkta skaldsøgu, ið viðurferst í Føroyum.
Det selvudslettende får er ein sermerkt og øðrvísi ævintýrfrásøgn. Við fyrsta eygnabrá kann bókin við sínum góðvarna tóna og djórum, ið tala, vera at líkna við eina barnabók. Men ævintýr eru ikki altíð fyri børn, og hvassa speisemið og samfelagsatfinningarnar í bókini snúgva sær sum heild til vaksnar lesarar. Søgugongdin í Det selvudslettende får flytur seg á heimkunnugan hátt millum gerandisveruleika og alheimin hjá fólkaævintýrunum og fólkatrúnni í eini frásøgn við almenniskjaligum sálarligum mekanismum.
Ærin Miranda kennir bert lítilsvirðing fyri sær sjálvari. Hon heldur, at eingin dugur er í henni, og at hon ikki hevur rætt til at vera til. Tá ið Margretha II drotning av Danmørk er á vitjan í Føroyum og liggur í andvekri, telur hon seyð fyri at sovna. Tá fær Miranda høvi til at snýkja seg inn í tankaflog hennara. Har fær hon eyga á grøna grasið hinumegin stikið, og grasið verður ein ímynd av teirri sjálvsvirðing, sum hon strembar eftir. Størsti mótstøðumaður hennara í hesum stríði er sjálv langomma hin grábeinta. Men hóast lítilsliga sjálvkenslu sýnir Miranda fleiri ferðir viljastyrki til at berjast fyri sær sjálvari og sínum rætti til at vera júst tann, sum hon er?
At høvundurin hevur valt at lata søgugongdina í bókini Det selvudslettende får fara fram í Føroyum er lutvíst, tí hon er hugtikin av landi okkara, lutvíst tí hon hevur eitt ynski um at økja um áhugan fyri Føroyum í Danmørk.
Høvundurin er Anne Marie Bruus, og hon hevur í fleiri ár havt stóran áhuga fyri Føroyum. Hon er útbúgvin cand.phil. í fjølsamskifti við Københavns Uni-versitet og hevur í sambandi við lestur sín fleiri ferðir valt at hugsavna seg um føroysk evni. Hon hevur verið í lestrarørindum tvær reisir í Føroyum hevur dvølt í ein mánað hvørja ferð í sambandi við, at hon hevur granskað ávikavist føroyskt sjónvarp og føroyskar barnabøkur. Í Danmørk hevur hon leingi sungið í Húsakórinum, sum vanliga venur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Eisini hevur hon við stórum áhuga dansað føroyskan dans í dansifelagnum Fótatraðki. Anne Marie Bruus hevur áður givið út skaldsøguna H, sum er av sama tekstaslagi sum bókin, ið nú er útkomin ? Det selvudslettende får.
Bókin er 175 bls. til longdar, og er komin út á Forlagnum Tellerup. Bókin fæst til keyps í bókabúðunum og kostar kr. 248,-