Mørkøre doyði á sjúkrahúsi í Reykjavík 26. mars. Hann var 20 ár, og hann var forlovaður við Astu av Eiði, sum seinni giftist við Absalon Østerø, bónda í Útistovu á Trøllanesi. Teir fara so at sigla á Reykjavík [...] hjemme«. Tað áhugaverda er, at grøvin hjá teimum á Acorn tykist at vera munandi betur røkt enn grøvin hjá teimum á “Onnu” sum er beint við. Gullstavirnir á steininum síggja út sum nýggir, og ein keta, sum [...] skúla at skriva á. Eg fór so út aftur og niðan á Rætt. Frida, hon var javngomul við meg og var dóttir Jákup Paula Biskopstø, var farin niðan til teirra í Ólastovu. Eg sat so inni uppi á Rætt. Fyrst kom
minningarorð um Brynhild. Tað kom eitt sindur dátt við at hoyra, at Brynhild var deyð, sjálvt um heilsan ikki hevði verið so góð í seinastuni. Góða Brynhild. Eg, mamma og systkin míni hava nógv at takka [...] nógv saman, og tað var bara gott. Gekk man uttanfyri, og stóð Brynhild í vindeyganum, var hon skjót út á trappuna og spurdi, um vit ikki komu inn. Tað, sum var so stuttligt við Brynhild, var, at hon var so [...] Tað var so deiligt at síggja teg, og sjálvt um tú ikki hevur búð heima í nøkur ár, sóust vit av og á kortini. Tú treivst væl í Gøtubrá. Tú hevði børn, svigarbørn og ommubørn rundan um teg, og tú var stolt
aftur fyri durum, og tað verða óivað nógv evni á skránni. Av góðum grundum kann eg ikki verða við í ár, av tí at eg eri staddur í Liberia, stravist umborð á trúboðar/hjálparskipinum Anastasis. Hetta seinasta [...] at Sambandsflokkurin, vil byggja á ta kristna grundstøðið. Eftir at hava lisið søguna hjá nógvum londum kemur ein skjótt til ta niðurstøðu, at tey lond, ið byggja á eitt kristið grundastøði eru tey bestu [...] sikkurt mong onnur við mær, ið kenna tað sama í teirra forholdi við Sambandsflokkin. Tí skal mín áheitan á tykkum verða, takið stevnuskránna punkt fyri punkt, spyrjið tykkum sjálv, hvar eru vit vikin av leið
Á køksborðinum stendur ein miksari og snurrar. Ikki ein av hesum nýggju, men ein frá 1961 av slagnum Ballerup. Tað er leygardagur, og komið er út á seinnapartin, nú John er farin til verka her á sambýlinum [...] eitt skifti lá eg á sjúkrahúsinum. - Tað tók sína tíð at koma fyri meg aftur – eitt hálvt ár ella so. Og tá fekk eg so einki bakað, sigur hann. Ófør at vitja John býr á egnum kamari her á Heygnum. Sjónina [...] Fyri sløkum fýra árum síðani fluttu John og konan á hetta sambýlið, - og tja, hví ikki halda fram við bakingini?! Sum ætlað, so gjørt. Starvsfólkini á sambýlinum eru eisini sera fegin um hesi breyðini
í Reykjavík 1869-75. Tíðin var hendingarík, og Fríðriki var lagað at bera fram heilsan til Íslands á Tingvøllum í 1874 á túsundárahátíðini. Reykjavíkarárini var hann nógv heima hjá Annu og Jógvani. [...] útbúgvin ljósmyndari og hevði ljósmyndastovu í Havn, á horninum millum Tinghúsvegin og Sverrisgøtu - Thurid Jacobsens Athelier, hetta navnið sæst á gomlum myndum í nógvum húsum runt landið. Sum sagt [...] hava stuðlað upp undir áræðið hjá Elinborg. Á brøvum frá Fríðriki til Annu sæst, at tey hava skift orð um mentanarlig evnir, t.d. skrivar hann 5. mai 1878, á Garði í Keypmananhavn, til hennara:”...Eg
ikki lomviguna. Á sildaveiðu Tað lá eisini stak væl fyri hjá John á sildaveiðu við gørnum. Vanliga gongdin var, at fyrst varð farið til Íslands við snøri og síðan á sild, tá komið var út á summarið. Hetta [...] hevði keypt “Isabellu” frá T F Thomsen á Tvøroyri. Teir vóru akkurát komnir norð við skipinum, tá hann brast á við útnyrðingsstormi tann 19. februar. Hon lá tá á redini í Havn. Onnur ketan slitnaði, [...] fekk so fatur á Tummasi Fagranes í Runavík. Hann skipaði fyri at fáa hana á rættkjøl, og teir fingu hana avstað aftur. Tá høvdu teir bøtt hana so mikið, at teir kundu sleipa hana norð á Kollafjørð fyri
løgdu okkum lag á, og vóru við í øllum. Eisini á Fugloynni vóru nógvir túrar í náttúrini, inn í Krók, inn í Skarðsvík, niðan á Kross, niðan á Fýrin á Eystfelli o. s. fr. Hæddarpunktið á sumri var um ólavssøku [...] at fara á miðnáttarsamkomu á norðoyastevnu o. s. fr. Nógvir eru túrarnir, ið mamma hevur gjørt niðan á Kjøl og Ravnagil, og aðrastaðni við, og sum ung var hon eisini røsk at standa á skí. Uppi á Stapanum [...] túrar til skips. Tó dámdi honum betri arbeiðið á landi, og fekk arbeiði á skipasmiðjuni á Grótrætt, hjá Jógvani, ið tá jú var vorðin verfaðir hansara. Her var hann m. a. við til at byggja Bjørg, Gadus, Mariann
verið til bága fyri fiskimannin á mongum økjum, í lógarsmíði, á skatta-, studning- og tryggingarøkinum o. ø. Eg havi hoyrt fortalt um eina talu, sum gamli Julius á Viðareiði sáli helt einaferð í [...] áhoyrararnir leingi. Eg havi kent Óla sum fiskimaður og sum reiðari, og siga má eg sum Július á Viðareiði á sinni, at Óli hevur ikki veirð bardagamaður, tó at hann hevur ikki ivast í at sagt sínar meiningar [...] í 1950'unum í Klaksvík, tá ið tíðirnar vóru truplar. Hann fór upp á talarastólin í Bethesta eftir eina lagna tøgn, og teksturin til taluna var »Abraham var ikki bardagamaður«. Hesa taluna mintust
i, sum fevndu hann við heitum kærleika uttalaga á Strondum. Síðan gingu 2600 mánamorgnar, og nú er hann fimti, situr sum prestur á Gjaranesi innalaga á Strondum, er maður, pápi abbi og ein lívsroyndur [...] við síðuna av hvørjum øðrum á skúlabonki. Eg minnist ikki heilt um vit kendust áðrenn, ørminnist um at vit hittust fyrstu ferð á eini summarlegu hjá missiónini í skótahúsinum á Kambsdali. Eg eri so takksamur [...] hendi í tí tá spildurnýggja skúlanum á Strondum. Eg var komin um alpurnar úr Oyndarfirði, eini lítlari bygd fyri norðan, avbyrgd og umgyrd av høgum fjøllum og út á Strendur at ganga í skúla. Her var vítt
vit hava nógvar skúlar, fyri at nevna tvey dømi. - Kanska eru skúlarnir í Havn bíligar upp á seg, enn skúlar á bygd. Men tað er tí, at í Havn eru tað fleiri næmingar fyri hvønn lærara og sostatt fáa vit [...] Mortensen. Hann vísir á, at í øðrum londum er eisini útjavning, men har er tað eisini so, at staturin letur stuðul til ymsar kommunur, har minni arbeiði er. Harafturat javna kommunur ímillum sín á nøkrum økjum [...] sjálvar finna útav tí. Sostatt skal Løgtingið halda fingrarnar vekk. Heðin Mortensen, sendir eina heilsan niðan í Løgtingið í morgun, sum ikki kann miskiljast. Hann er borgarstjóri í Havn og hann er eisini