tað var í februar 2002, at barnagarðurin byrjaði sum ein útibarnagarður við plássi fyri 24 børnum. Hetta var í gamla B68-húsinum, sum framvegis er partur av barnagarðinum á Svangaskarði. - Stóri tørvurin [...] pláss er til 87 børn í barnagarðsaldri.?? Tóra Johannesen segði, at í januar 2009 avgjørdi tey, at hetta skuldi vera ein ítróttarbarnagarður, har hugskotið var at seta fokus á rørslu og góða heilsu, og at [...] at verið við í byggingini av nýggja barnagarðinum. Vit starvsfólk eru sloppin at siga okkara hugsan um, hvussu barnagarðurin skal síggja út. Lurtað hevur alla tíðina verið eftir okkara ynskjum, bæði av
Hetta er onnur setan hjá Jógvani í Skorini sum borgarstjóri í Eiðis kommunu, og vit hava spurt hann, hvørji mál hann er serliga fegin um at hava verið við til at fremja í kommununi. - Hesi seinastu sjey [...] 000 krónur, sum kann brúkast til frítíðarvirksemi. - Um tíð verður til tess, fara vit eisini at flyta inn í nýggja kommunuskrivstovu í 2020. Talan er um gomlu læknahúsini, sum skulu endurnýggjast, sigur Jógvan [...] Jógvan í Skorini. Hvat var tað keðiligasta sum hendi í 2019? - Eingin ivi er um, at tað keðiligasta sum hendi í 2019, var, at tvístøða tók seg upp viðvíkjandi frítíðarskúlanum í kommununi. Bygdaráðið hevði
allan vegin, og helst taka alla verðina um møguligt. Bluesumhvørvið í Føroyum er ikki nakað at reypa av, men uttanlands er tað stórt, og skulu teir sjálvir meta um, verða teir nógvar ferðir betri móttiknir [...] innan nevniliga blues og jazztónleik. Um tað er neyðugt, flytir bólkurin av landinum fyri at fokusera uppá tónleikin. - Eg havi einki ímóti at búgva í einum kufferti, um eg bara sleppi at spæla tónleik, sigur [...] Tað er nógv hent, síðan oman fyri nevnda blaðfólk og Crawling Blue seinast hittust til eitt prát um aktuellu útgávuna yvir ein kaffikopp. Tað var í august 2007, tá Crawling Blue legði seinastu hond á
strandalondini um kvotuna og býtið av svartkjaftinum. Fiskifrøðingar halda, at veiðan seinastu árini hevur verið alt ov stór, samstundis sum londini hava havt trupult við at finnu semju um, hvussu farast [...] lægri. - Hetta saman við øktu oljuútreiðslunum ger, at svartkjafturin í løtuni er munandi minni áhugaverdur, enn hann hevur verið. Lítið fiskamjøl á m arknaðinum Reiðarin hevur kortini vónir um, at prísirnir [...] kundi bent á, at prísirnir helst fara at kvinka rætta vegin, tá ið saman um kemur, og svartkjaftur aftur verður at fáa. Spurdur, um raksturin hongur saman í ár hjá Christiani í Grótinum og Norðborg, sum
er um útgerð innan fjarskifti og samskiftiskerv. Hetta er fyrstu ferð, síðan einkarrætturin varð avtikin í Føroyum, at Føroya Tele fær veruliga kapping. Onnur smærri feløg eru á marknaðinum. Hetta fer [...] at spyrja, um vanligi brúkarin hevur goldið ov nógv seinastu árini. - Tað er eingin ivi um, at prísirnir hava verið nógv ov høgir. Tað haldi eg eisini, at flestu føroyingar eru á einum máli um, at vit gjalda [...] í Skorini Týsdagin skrivaðu føroyska felagið TeleTænastan og Íslandssími undir sáttmála sínámillum um at fara undir at veita føroyskum brúkarum tænastur á telefonøkinum. TeleTænastan og Íslandssími hava
limir. Fyri Maud er púra greitt, at námsfrøðingar ikki longur skulu vera offur í politiskum klandri um, hvussu landsbúskapurin skal rekast. - Vit vilja hava virðiligar arbeiðsumstøður, eina hóskandi løn [...] vera virkin í nógv ár á arbeiðsmarknaðinum, ger Maud greitt. Fyri limirnar í felagnum er tað tí at hetta starvið, sum eftir hennara meting er týdningarmesta starvið í heiminum, verður virðismett og ikki [...] ynskja fimm ára lønarsteðg og fimm ára setanarsteðg. Maud Wang Hansen byrjar í nýggja starvi sínum um mánaðarskiftið.
Sosialinum. Les meira í blaðnum í dag. - Veruleikin er tann, at vit hava ikki øll amboðini, sum krevjast, um hesi ungu kriminellu fólkini skulu koma fyri seg. At døma tey til pedagogiska viðgerð, tá ið tey í [...] høvuðsstaðnum. Høvið er, at fyri kortum varð ein maður stungin fleiri ferðir við knívum, øks og goggara. Hetta hendi á Landavegnum og harðskapurin byrjaði á Íslandsvegnum, í vardum bústaði undir Almannaverkinum
at hann ikki vil vera við í hesi verkætklan meira, og hetta er ein avgerð, sum fíggingarstovnurin hevur tikið. Tí arbeiða vit við øðrum "modellum" um, hvussu vit kunnu varðveita skipið og fáa tað í vinnu [...] Rækjuvinna Nú rækjuskipið Napoleon er lýst at fara á tvingsilssølu um nakrar vikur, sigur reiðarin, Tórbjørn Jacobsen, at teir als ikki hava givið skarvin yvir. - Vit hava einar sjey vikur at loysa málið [...] møgulig loysn kemur at síggja út. - Vit fara nú at brúka hesa tíðina so væl sum tilber. Ein lýsing um tvingsilssølu er ikki einstýðandi við, at skipið verður selt, leggur reiðarin dent á.
henni. - Í 100 metrar ryggsvimjing flutti hon seg frá 42. pláss til 35. pláss, um hugt verður eftir tilmeldingartíðunum. Hetta hóast hon ikki svam sína bestu tíð. Tað eru 52 lond í Evropa, sum kunna umboðast [...] tveimum svimjarum hvør, so nummar 35 er ikki galið fyri okkum. Tað hevur eisini verið soleiðis, at um hugt verður eftir tilmeldingartíðunum, so flyta vit upp eftir, sigur formaðurin í Svimjisambandinum
Sum gongdin hevur verið hjá læraraútbúgvingini síðan samanleggingina við Setrið, so ivist eg í, um hetta er rætta skipanin fyri útbúgvingina. Eg haldi, at Læraraskúlin hevur goldið ein prís fyri menningina [...] til at fáa hana aftur á beint. Í skrivi lagt út á heimasíðuna hjá Lærarafelagnum vísir hann á, at um man ynskir at fáa útbúgvingina aftur á beint, er neyðugt við ávísum batum. Harímillum betri hølir, [...] veruleiki. Talið á førstum størvum á Námsvísindadeildini er ikki meira enn tað var á Læraraskúlanum, sjálvt um økti granskingarparturin átti at havt við sær fleiri starvsfólk, skrivar Jacob Eli S. Olsen og leggur