Hetta er onnur setan hjá Jógvani í Skorini sum borgarstjóri í Eiðis kommunu, og vit hava spurt hann, hvørji mál hann er serliga fegin um at hava verið við til at fremja í kommununi.
- Hesi seinastu sjey árini hevur Eiðis kommuna flutt seg ótrúliga langt. Vit hava fingið nýggjan fótbóltsvøll, mentanarhøll, ítróttarhús, bygdahús og frítíðarskúla. Eiðisbygd er vorðin vetrarfriðað, forskúli er settur á stovn, skattaprosentið er munandi lækkað, barnagarðsgjaldið er lækkað, kavaruddingin er vorðin skipað, og fólkatalið er vaksið munandi.
Jógvan í Skorini heldur tað vera løgið at hugsa sær, at umleið áttandi hvør persónur, tú møtir á gøtuni, búði ikki í Eiðis kommunu fyri sjey árum síðani.
- Eitt annað, sum eg meti, at vit hava gjørt rætt, er, at vit hava fingið sett Eiðis kommunu á Føroyakortið. Ikki fyri tær keðiligu søgurnar. Tvørturímóti hava vit roynt at sagt tær góðu søgurnar frá byrjan av.
Borgarstjórin heldur, at Eiði saman við Svínáum og Ljósá, sum eru partur av kommununi, hava fingið eina fantastiska kommunu við alskyns møguleikum. - Eg havi tískil ongantíð skilt, tá fólk dáma at varpa ljós á tær fáu keðiligu umstøðurnar, sigur Jógvan í Skorini.
Men, hvat fer at henda í tíðini, sum er eftir av hesum valskeiði?
- Árið 2020 verður hendingaríkt. Nýggj byggisamtykt skal endaliga góðkennast av landsmyndugleikunum. Vetrarfriðingin í Svínáum skal koma heilt langt, helst á mál í 2020. Vatnveitingin í Svínáum skal gerast munandi betur. Havnalagið á Eiði skal skipast betur, og seinasta byggistig í mentanarhøllini skal gerast í 2020.
Borgarstjórin vísir á, at snøklarnir kring ítróttarøkið í Hólmanum skulu gerast lidnir í 2020, klatriveggur skal setast upp inni í ítróttarhøllini, og - ikki minst – skulu børnini í kommununi fáa eitt sokallað frítíðarkort á 2.000 krónur, sum kann brúkast til frítíðarvirksemi.
- Um tíð verður til tess, fara vit eisini at flyta inn í nýggja kommunuskrivstovu í 2020. Talan er um gomlu læknahúsini, sum skulu endurnýggjast, sigur Jógvan í Skorini.
Hvat var tað keðiligasta sum hendi í 2019?
- Eingin ivi er um, at tað keðiligasta sum hendi í 2019, var, at tvístøða tók seg upp viðvíkjandi frítíðarskúlanum í kommununi. Bygdaráðið hevði í longri tíð arbeitt við ymiskum loysnum á hølistrupuleikanum sum var, men tað gekk ov striltið. Tískil skiltu vit væl, at foreldur og starvsfólk byrjaðu at ressast. Hetta var ein hørð tíð fyri allar partar, sum eftir mínum tykki var ógvuliga keðilig fyri Eiðis kommunu í 2019.
Og hvat var so tað besta sum hendi?
- Tá alt tykist tungt og trupult – ja, tá gerst gleðin so mikið størri, tá loysnin er funnin. Vit hava sett ein fantastiskan leiðara á barnagarðsøkinum og hava somuleiðis loyst hølistrupuleikarnar hjá frítíðarskúlanum. Kommunan hevur bara gott at bera starvsfólkunum og leiðaranum í Korndalsgarði, sigur borgarstjórin.
Hvar og hvussu fer borgarstjórin at halda jól í ár?
- Jólini í ár verða hildin á Skála saman við verfamiljuni. Tað er soleiðis, at vit skifta ímillum - annaðhvørt ár eru vit á Eiði og annaðhvørt ár á Skála, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu.